fríggjadagur 8. februar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 • 8. februar 2008
Vikuskifti 13
ímóti Brandi
Diamond, ið hevur haft fleiri løg á listunum
her í Svøríki.
Hesi trý meta nógv hava størstan
møguleika at koma til Globen, men nevna
samstundis nøvn sum Velvet og Brandur,
sum tvey sum kunnu yvirraska og koma
víðari.
Vest og myrkar buksir
Tað, sum er minst líka týdningarmikið sum
lagið, er hvussu tey luttakandi klára seg á
pallinum. Klæðir, hár og koreografi telur
nógv, tá sjónvarpshyggjarin skal velja sær
sang at stemma uppá.
Brandur hevur slatrað fyri mær, at hansara
klæði eru einkul, ein kowboyinspireraður
vestur, myrkar buksir og bláar skógvar!
Vesturin er keyptur á second-hand í
Stockholm.
Um tað er ein vinnandi klædningur, fáa vit
so at vita leygarkvøldið.
Michael Michailoff
That's Love
Michael Michailoff er føddur og uppvaksin
í Svøríki. Hann skrivar nógvan tónleik,
og var við i kappingini Fame Factory fyri
nøkrum árum síðani. 2004 kom hansara
fyrsta fløga út "In God I Trust". Tá Michael
ikki fæst við tónleik er tað fótbóltur, ið er
størsti áhugin. Hetta er fyrstu ferð hann
luttekur í Grand Prix, og lagið hjá honum
verður lýst sum ein pop-rock-sangur við
brittiskum íblástri.
Amy Diamond
Thank You
Amy Diamond gjørdist kend í Svøríki, tá
hon sum einans 13 ára gomul toppaði
listarnar við hittinum "What's in it for me".
Amy er fødd í Svøríki, men hevur búð í
Onglandi stóran part av uppvøkstrinum.
Hon gongur nú í níggjunda flokki og hevur
leingi haft hug at veri við í Grand Prix, men
í ár er fyrstu ferð hon er nóg gomul til tess.
Sangurin hjá Amy er, sum teir sangir hon
áður hevur sungið, lívligur við eitt sindur av
old-school-kenslum.
Suzzie Tapper
Visst finns mirakel
Sangarindan og høvundin Suzzie Tapper,
hevur fyrr luttikið í Grand Prix við sangum
hon hevur skriva, men hetta er fyrstu ferð
hon sjálv stendur á pallinum. Hon hevði eitt
stórt hitt í Svøríki fyri nøkrum árum síðani,
men er ikki serliga kend her. Sangurin
hon luttekur við í ár er vakur og róligur við
persónligum teksti.
Christer Sjögren
I Love Europe
Christer Sjøgren kenna tey flestu sum
forsangarin í bólkinum Vikingarna. Hóast at
hann hevur staðið á pallið síðani byrjanina
av 70-unum, so er hetta fyrstu ferð hann
er við í Grand Prix. Hann hevur seinastu
árini veri sjónleikari í ymiskum filmum og
musikalum, og givið fløgur við andaligum
tónleiki út. Sangurin hann kappast við er
ein typiskur svenskur Grand Prix sangur við
heilum fýra tónahækkingum.
❺
❻
❼
❽
Kringvarp Føroya sendir
svenska Grand Prixið við
Brandur Enni leygarkvøldið
kl. 19.00