fríggjadagur 8. februar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 28 - 8. februar 2008
Ein greið ætlan og
eitt greitt menn
ingartilboð eigur
at verða bjóðað
hvørjum barni, ið
hevur serligan tørv.
Hetta sigur nýggja
landsstýriskvinnan í
Mentamálum, Krist
ina Háfoss, í samband
við viðgerðina hjá
Sosialinum um, at
mammur kenna seg
noyddar at flyta børn
av landinum
Børn og ung
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Nýggja landsstýriskvinnan
í mentamálum, Kristina
Háfoss, sigur, at umstøður
nar hjá børnum við serlig
um tørvi, eru eitt mál, sum
liggur hennara hjarta nær.
Familjur, ið hava børn
við serligum tørvi, hava
frammanundan so nógvar
byrðar í dagligdegnum, at
tey hava ikki eisini tørv á,
at skula stríðast við almennu
skipanina fyri at fáa eitt
nøktandi tilboð, sigur Krist
ina Háfoss. Hon heldur tí,
at ein greið ætlan og eitt
greitt menningartilboð eig
ur at verða bjóðað hvørjum
barni, ið hevur serligan
tørv.
Fólkaskúlin er fyri øll.
Men samstundis eru øll
børn ymiskt. Neyðugt er tí,
at hava ymisk tilboð – bæði
úti í fólkaskúlanum, men er
eisini neyðugt við sjálvstøð
ugum skúlatilboði til tey
børn, ið hava tørv á serstøk
um tilboði
Kristian Háfoss vísir á, at
samgongan hevur sett sær
sum mál í samgonguskjali
num, at námsserfrøðiliga
ráðgevingin kring landið
verður styrkt, at greiningar
miðstøð fyri børn við ser
ligum tørvi verður skipað í
samstarvi millum Menta
málaráðið og Almanna og
Heilsumálaráðið, at Skúlin
á Trøðni verður umskipaður
og styrktur í samráð við
leiðslu, starvsfólk og for
eldur, og at dagstovnaøkið
verður lagt undir Menta
málaráðið.
Vónar skjóta viðgerð
av eftirskúlum
Olavus Jespersen segði í
grein í Sosialinum fyrradag
in, at tríggjar umsøknir
liggja í MMR um nýggjar
eftirskúlar við børn við
menningartarni. Spurd nær
hon væntar, at hesar um
søknir verða svaraðar, sigur
Kristina Háfoss, at hon
hevur biðið embætisfólkini
um, at meta um fyrimunir
og vansar við ymsu tilboð
unum – og gera tilmæli, og
svar verður sent umsøkjar
unum so skjótt sum møgu
ligt.
Hon staðfestir, at før
oysku tilboðini til børn við
menningarórógv eru ikki
nøktandi í dag.
Her mangla enn tilboð,
og vil eg gera mítt til, at vit
fáa eitt skúlatilboð til før
oysk børn við ADHD og
líknandi trupulleikum, stað
festir landsstýriskvinnan í
Mentamálum.
Hon væntar eisini, at tað
at dagstovnaøkið verður
lagt undir mentamálaráðið
fer at gera tað møguligt, at
leggja langtíðarætlanir frá
tí, at børn byrja í vøggu
stovu, til tey eru liðug við
lesnað.
Hjálpin til børn við
menningarórógv
er í ov stóran mun
bundin at paragraff
um, sum forða heldur
enn stuðla, viðgongur
landstýrismaðurin í
Almanna og heilsu
málum. Hann hevur
sett arbeiðsbólk, sum
skal hava eitt uppskot
klárt í juni um verulig
føroysk heildartilboð
Børn og ung
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í Almanna og
heilsumálum,
ynskir
at
skapa umstøður í Føroyum,
sum gera tað óneygugt at
senda børn við menningar
órógv av landinum at ganga
í skúla.
Men henda íløga skal
byggja á eina heildarlýsing
av føroyska tørvinum. Til
hetta hevur hann sett ein
arbeiðsbólk, sum skal koma
við einum uppskotið í juni í
ár. Hesin arbeiðsbólkur skal
gjøgnumganga øll málini í
skipanini, har børn verða
send niður.
Útgreiningin skal brúk
ast sum grundarlag fyri at
uppbyggja fakligar kom
petensur heima hjá okkum
sjálvum og skapa neyðugu
fysisku karmarnar, so at vit
sjálvi kunnu hjálpa hesum
børnum, sigur Hans Pauli
Strøm.
Hann viðgongur eisini, at
lógarverkið í dag er ein
forðan fyri hjálp, tí alt
arbeiðið er bundið at heim
ildum í antin barnarvernd
arlógini ella forsorgarlógini.
Einasti núverandi stovnur,
sum arbeiðir eftir báðum
lógum er Familjuhúsið í
Sandágerði.
Viðgerðin eftir forsorg
arlógini eru ofta trupul og
langdrigin, og vit vera
noydd at gera nakað við
hetta, so tað er tørvurin og
ikki paragraffirnar verða av
gerandi, sigur landsstýris
maðurin.
Nýggj barnaverndar
lóg gjørt mun
Hans Pauli Strøm sigur, at
grundin til, at hann hevur
sett arbeiðsbólkin og hevur
sett sær sum mál at bøta um
tilboðini til børn við menn
ingarórógv, er at nýggja
barnarverndarlógin hevur
skapt eitt betri yvirlit, tí øll
málini í dag fara í gjøgnum
høvuðsbarnaverndina.
Nýggja barnaverndar
lógin hevur havt sera jaliga
ávirkan, tí hon hevur skapt
møguleikar fyri einum betri
eftirspæli í føroysku skipan
ini, samstundis sum hon
hevur skapt eitt størri med
vit millum bæði starvsfólk
og foreldur um, at tað eigur
at bera til at hjálpa slíkum
børnum.
Hans Pauli Strøm hevur
sjálvur royndir frá barna
verndararbeiði
úr
Vest
manna, har hann sat sum
formaður í barnaverndini í
fleiri ár.
Tá vóru tað mest leik
fólk í barnaverndunum, og
foreldur sóu nevndirnar
sum ein mótspælara og eftir
litsstovn. Men í dag er hug
burðurin broyttur, barna
verndirnar eru professio
nellar og foreldur síggja tær
sum ein viðspælara í stremb
an teirra at geva børnunum
eitt gott lív.
Liggur mínum hjarta
nær sigur Háfoss
Strøm vil skapa betri heildartilboð
Familjuhúsið skal umskipast
Leiðarin á Familjuhúsinum í Sandágerði fór frá fyrsta februar, og Almannastovan hevur ikki søkt
eftir nýggjum leiðara. Hans Pauli Strøm sigur, at Almannastovan hevði útsett setanina til nýggja
landsstýrið var skipað, tí tørvur er á at gera nýggjar rætningslinjur fyri stovnin. Familjuhúsið varð
sett á stovn fyri børn undir skúlaaldur, men hevur ongantíð virkað eftir ætlan, tí tørvurin vísti seg
ikki at vera stórur til júst hendan aldursbólkin. Kortini lýsir Hans Pauli Strøm stovnin sum eina
success, tí stovnurin hevur arbeitt við skúlabørnum. Ein av hesum børnum er Jónhild, dóttir Evy
Danielsen, sum segði sína søgu í Sosialinum. Sum skilst á landsstýrismanninum, er ætlanin nú at
umskipa Familjuhúsið, so tað passar betri til verandi virki, tað vil siga, at stovnurin skal virka sum
eitt heildartilboð til skúlabørn við menningarórógv. Hetta skal gerast í samstarv við
Mentamálaráðið
Sosialurin hevur seinastu dagarnar havt
samrøður við mammur, sum kenna seg
noyddar at senda børn við menningarórógv
av landinum. Landstýrismaðurin í
Almanna- og Heilsumálum og nýggja
landstýriskvinnan í Mentamálum viðganga,
at tilboðini í Føroyum eru ikki nøktandi
Mynd: Jens Kristian Vang