fríggjadagur 8. februar 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 • 8. februar 2008
Vikuskifti
12
Níggjunda februar klokkan 19 føroyska tíð
byrjar so ballið - svenska Grand Prixið. Og
tey, sum standa á pallinum hetta fyrsta
kvøld, eru ikki at spæla við. Kappingin er
hørð, og tað eru bara tvey av teimum átta, ið
beinleiðis fara víðari til finaluna.
Tey, sum koma á triðja og fjórða pláss,
fáa ein møguleika aftrat, at koma til
undankappingina "Andra chansen". Har
kappast nummar trý og fýra frá øllum
undankappingunum um tvey pláss aftrat til
stóru finaluna í Globen 15 mars.
Kanska eitt sindur torført at skilja, men
her í Svøríki duga vit Grand Prix reglarnir
líka væl sum at telja upp í trý.
Torfør kapping
Brandur hevur sum sagt ikki fingið tey
lættastu at kappast ímóti. Christer Sjøgren,
ið vit kenna sum forsangarin í Vikingarna, er
kendur og vældámdur, E-Type & The Poodles
er ein samanblanding, ið teirra fjepparir
óivað stemma uppá, og so lítla, fitta Amy
Hesi kappast
Leygarkvøldið byrjar størsta
ballið í Svøríki. Hesin setn
ingurin hevur verið at hoyrt
úr svenska sjónvarpinum nú
í fleiri vikur. Og soleiðis er
tað her í Svøríki fólk elska
Grand Prix, og tá undankapp
ingar og stóra finalan eru á
skránni, er næstan fólkatómt
á gøtunum
Grand Prix
Inna Tørnroos
innna@sosialurin.fo
E-type & the Poodles
Line Of Fire
“This Is The Way” og ”Campione” eru
tvey av kendastu løgnum hjá E-type ella
Martin Eriksson, ið er hansara verðuliga
navn. Hann er sera kendur her í Svøríki,
og hetta er aðru ferð hann er við til Grand
Prix. Hesuferð luttekur hann saman við
bólkinum The Poddles, ið mest spæla
harðan rocktónleik! Teir hava eisini luttikið
einaferð fyrr. Sangurin, sum hesir fimm
luttaka við er ein rættur hardrocksangur.
Face-84
Alla gamla x
Emma Karlsson, Josefine Hansson, Sofia
Helgesson og Sara Carlsson eru tilsamans
bólkurin Face-84. Allar eru 23 ár og
ókendar higartil í Svøríki. Tær koma allar
úr býnum Varberg, og hava spælt saman
sidan 2000, undir navninum Easy Damn.
Kendi tónleikarin Wille Crafoord hevur
gjørt sangin, ið verður lýstur sum popputur
við 60-ara íblástri.
Velvet
Déjà vu
Velvet eitur eftir røttum Jenny Petersson
og er frá Helsingborg. Hon hevur luttikið
einaferð fyrr, 2006, í svenska Grand
Prixinum. Hon er ikki serliga kend í Svøríki,
men harafturímóti selur hon nógvar fløgur í
útlandinum, til dømis Japan, Filippinunum
og Fraklandi. Hetta lagið er eitt rættuligt
diskolag við einum niðurlag, sum fær tey
flestu at vilja syngja við.
Brandur
Lullaby
Fyri tvøradrongin Brand Enni er hetta
størsta framførðslan higartil. Líka kendur
sum hann er fyri okkum føroyingar, líka
ókendur er hann her í Svøríki. Her verður
hann bara kallaður fyri Brandur. Bløðini
skriva at flestu stemmurnar kann Brandur
nokk vænta at fáa frá ungum gentum.
Sangurin hjá Brandi er eitt róligt popplag
við jazz íblástri. Sangurin er um hví
kærleikin kølnar.
❶
❷
❸
❹