fríggjadagur 8. februar 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 28 - 8. februar 2008
Ein maður noyðist nú
í geglið fyri at hava
sett rættartrygdina í
álvarsligan vanda
RættaRtRygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið ein maður nakað síð
ani ringdi til ein, ið skuldi
vitna í rættinum í einum
sakarmáli um rúsdrekka
koyring, hevði hann neyvan
grunað, at tað skuldi fáa so
álvarsligar avleiðingar, sum
tað fekk.
Men mikudagin fall so
hamarin.
Og tað var ikki við mýk
indum, tí hendan eina tele
fonsamrøðan kostaði mann
inum 40 dagar í geglinum
og hann fær nú boð um,
nær hann skal út í Jónas
Broncksgøtu at sita dómin
av sær.
Ongin náði
Maðurin varð ákærdur fyri
at hava roynt at ávirka vitn
ið, hann ringdi til, fyri at
fáa tað at lúgva í rættinum í
málinum um rúsdrekka
koyring.
Vitni hava annars bæði
skyldu til at svara spurn
ingum og til at siga satt, og
hesi viðurskifti verða tikin
so strangt í rættarskipanini,
at har var ongin náði.
Tað var í sambandi við,
at onkur hevði meldað ein
bilførara fyri at koyra við
kenning, at hesin maðurin
ringdi til tann, sum hevði
meldað at tosa um hending
ina.
Tann, sum hevði meldað
skuldi vera vitni í rættinum
og tí ringdi maðurin til hans
ara at tosa um frágreiðingina,
sum vitnið skuldi geva í
rættinum.
Men vitnið gjørdi ikki
mætari enn at siga fúta
skrivstovuni frá og tí varð
maðurin ákærdur fyri at
hava roynt at ávirka vitnið
til at broyta sína frágreiðing
fyri at hjálpa tí, sum varð
ákærdur fyri rúsdrekkakoyr
ing.
Lúgva ella ikki lúgva
Maðurin noktaði seg sek
an.
Hann játtaði, at hann
hevði ringt til vitnið, men
hann noktaði fyri, at tað var
fyri at fáa vitnið at lúgva.
Hann segði, at hann hevði
bara ringt fyri at greiða
vitninum frá, hvørjar avleið
ingar tað fór at fáa fyri tann,
sum varð ákærdur fyri rús
drekkakoyring, skuldi tað
hent, at viðkomandi varð
dømdur.
Hann vildi ikki hava
vitnið at lúgva, men hann
vildi bara tryggja sær, at
vitni gjørdi sær púra greitt,
hvat tað hevði sæð og hann
vildi eisini tryggja sær, at
vitnið var púra sannført í
síni sak.
Vitnið sjálvt ivaðist ikki
í, at maðurin royndi at fáa
hana at broyta frágreiðing.
Vitnið greiddi frá, at
maðurin hevði spurt um tað
ikki kundi broyta frágreið
ingina og siga í rættinum,
at hon var ikki púra vís í,
hvør hevði koyrt bilin og
hann spurdi eisini um vitnið
ikki kundi gloyma okkurt.
Við øðrum orðum, vildi
maðurin hava vitnið at
missa minnið, sum tikið var
til í rættinum.
Vitnið legði kortini dent
á, at talan var ongantíð um
hóttanir ella í aðrar mátar,
harðligt orðalag.
Hann var ógvuliga fólka
ligur í allari samrøðuni,
greiddi vitnið frá í rætti
num.
Lagnunnar speiðsemi
Verjin hjá manninum ásann
aði, at tað var ikki rætt, men
tað var heldur ikki ólógligt
at seta seg í sambandi við
eitt vitni. Hann legði eisini
dent á, at ætlanin var ikki at
fáa vitnið at broyta frágreið
ing, men einans at tryggja
sær, at vitnið var sannført
um, at frágreiðingin var
sonn.
So kann leggjast afturat,
at tað er lagnunnar speið
semið, at aftaná vísti tað
seg, at tað hevði verið púra
óneyðugt hjá manninum at
ringt til vitnið.
Í fyrstu syftu helt vitnið
fast um sína upprunaligu
frágreiðing og vildi sostatt
onki broyta.
Í øðrum lagi, varð tann,
sum varð ákærdur fyri rús
drekkakoyring, fríkendur, tí
hann varð ikki tikin í bili
num men aftaná og við
komandi helt fast um, at
hann hevði ikki drukkið
fyrrenn eftir at hann hevði
sett bilin. Tað kundi løg
reglan ikki mótprógvað og
tískil varð viðkomandi frí
kendur.
Álvarsligt fyri
rættartrygdina
Men tað hjálpti ikki manni
num, tí dómarin staðfesti,
at tað framvegis stóð eftir,
at hann hevði roynt at
ávirka eitt vitni og tað er
eitt heilt alvorligt brot á
rættartrygdina.
Dómarin dømdi sostatt
mannin at sita í 40 dagar.
Dómarin ásannaði, at her
var talan um eina harða
revsing, men hann helt, at
tað var ein neyðug revsing
fyri ikki at máað støðið
undan rættartrygdini.
Dómar helt, at spurning
urin um vitnisfrágreiðingar
í rættinum hava so avgerandi
týdning fyri rættartrygdina,
at revsingin kundi ikki vera
linari fyri at royna at ávirka
vitnini.
Og tá fekk maðurin enntá
ein ávísan “avsláttur” tí van
liga revsingin fyri slíkt er
60 dagar í fongsli, men
hann fekk 20 dagar í
“avsláttri”, tí royndin at
ávirka vitnið miseydnaðist
og fekk onga ávirkan á
úrslitið av rættarmálinum
annars.
Maðurin
fer
nú
at
umhugsa um hann skal
skjóta málið inn fyri Lands
rættin.
40 dagar í geglið fyri
telefonsamrøðu
Oljufeløg fingið bót
Hægstirættur í Íslandi hevur dømt tey trý oljufeløgini, Ker,
Skeljung og Olís, at rinda slakar Reykjavíkar kommunu
slakar sjey mió. krónur og bussleiðini í Reykjavík eina
hálva mió. krónur. Orsøkin er, at sambært rættinum
samstarvaðu tey trý feløgini í loyndum, tá Reykjavíkar
kommuna bað tey um tilboð upp á olju til kommununa og
bussleiðina. Feløgini viðgingu brot á kappingarlógina, men
ikki at kommunan hevði liðið órætt.
Eingin skipað hjálp
Heimskenda filmskvinnan Angelina Jolie er í
hesum døgum í Irak, har hon roynir at skunda
undir fleiri ætlanir um at veita teimum iraksku
flóttafólkunum í Irak hjálp. Við tíðindafólk sigur
Angelina Jolie, at flóttafólkini, sum eru umleið
tvær milliónir í tali, eru verjuleys, og at tað tykist
ikki vera nakað skipað hjálpartiltak, sum er ætlað
teimum. Tað er ikki nóg mikið við vælvild, segði
filmskvinnan, sum eisini vitjaði í Irak í august í
fjør.
Tað kostaði einum manni dýrt,
at hann tann eina dagin tók
telefonina og ringdi til eitt vitni,
sum skuldi geva frágreiðing í
rættinum. Tað var so álvarsligt
brot á rættartrygdina, at har var
ongi náði