fríggjadagur 8. februar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 • 8. februar 2008
Vikuskifti 11
– Vit vóru savnað til eina sam
røðu fyri eitt blað her í gjár. Tey
vildu, at vit skuldu standa sum
á eini skúlamynd. Eg var ”The
exchange student”, eftirsum eg
eri úr Føroyum. Charlotte Perelli,
sum vann Evropeiska Grand Prixið
1999, var ”The Prom Queen”.
Tað var stuttligt, og tey vóru sera
professjonell.
Væntar tú at lívið hjá tær fer at
broytast av hesi kappingini?
– Eg veit ikki rættuliga, kanska
fara fólk at kenna meg aftur á
gøtuni á ein annan hátt enn nú.
Men eg leggi ikki planir eftir
hesum. Hetta er eitt tiltak, og
eg kann ikki satsa alt uppá tað.
Eg og nakrir vinmenn fara á
konsertferð í summar. Vit hava
skrivað nógv løg seinasta árið.
Meginparturin er eitt sindur
»retro« inspirerað við futti í. Tað
verður stuttligt at koma út at
spæla.
Vil ikki hava Merkið
at veitra
Nær kemur næsta fløgan út?
– Beint aftaná Grand Prix
kemur ein stakfløga við lagnum
”Lullaby” út, men fløgan, ið
skal gevast út í Svøríki og
Føroyum, kemur ikki út fyrrenn
í heyst. Eg havi skrivað avtalu
við plátufelagið Lion Heart
International, og eg skrivi løg
saman við fólki, sum áður hava
samstarva við Celine Dion og Joe
Cocker.
Hvat livir tú so av í løtuni?
– SU! Eg gangi á einari
útbúgving fyri sangskrivarar her
í Svøríki, og hetta er eitt slag av
starvsvenjing eg eri í nú.
Brandur býr saman við trimum
vinmonnum uttanfyri svenska
høvuðsstaðin Stockholm. Tað er
torført at fáa nakað at búgva í, so
teir hava leigað eini hús saman.
Áður hevur Brandur búð í Norð
ursvøríki, har skúlin hjá honum
liggur.
Væntar tú at tað verða nógvir
føroyingar til staðar í Gøteborg?
– Sum eg veit um higartil,
verða tað einir 20 føroyingar.
Vil tú at tey skulu veittra við
merkinum?
– Nei, helst ikki. Eg luttaki sum
føroyingur, men um fólk veittra
við merkinum, vænti eg, tað kann
ávirka sviar at velja ein av teirra
”egnu” í staðin.
Eru fólk áhugað í, at tú er
føroyingur?
– Ja, øll spyrja nógv um
Føroyar.
Og so síðsti spurningurin
Brandur – er tú nervøsur?
– Nei, higartil eri eg slettis ikki
nervøsur. Eg verði kanska eitt
sindur nervøsur, tá eg komi til
Gøteborg, men mær dámar væl
at standa á pallinum, so tað man
ikki fara og bila.
Sum áður nevnt so verður
kappingin leygarkvøldið 9
februar. Hon byrjar klokkan
20.00 føroyska tíð, og Kringvarp
Føroya samsendur sendingina við
Sveriges Television.
Tað ber tíanverri ikki til at
stemma uppá Brand úr Føroyum.
sleppa undan
Fakta
Navn: Brandur Enni
Aldur: 18 ár
Bústaður: Varberg uttanfyri Stockholm
Familja: Mamma, pápi, stórasystirin Bergljót
og stóribeiggin Tróndur. Damu.
Áhugamál: Tónleikur og at lesa. Favoritturin
beint nú er enski høvundin Nick Hornby.
Brandur lesur seinastu bók hansara
»Polysyllabic Spree«
Brandur Enni hevur harða kapping í hálvfinaluni í svenska Grand Prixnum í kvøld. Kendir sangarar sum Amy Diamond, Christer Sjøgren og E-Type eru við í
kappingini