Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 28 - 8. februar 2008 30 skelkað ferðafólk sótu seinnapartin í gjár á flogvøllinum við Egilsstaðir eftir eina sera buldrasliga roynd at lenda í Vágum, har tað í hvirlunum var upp í 49 metrar um sekundið. Innflúgvingin í Íslandi var næstan líka ógvuslig Illveður Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Tvær ferðir kendu ferða­ fólkini seg sum í einari turkitrumlu, tá nógvi vindurin spældi bæði flogskipara og ferðafólkum eitt puss. Hetta greiðir eitt av ferðafólkunum frá, sum var í ein flogfari hjá Atlantsflog í gjár, ið royndi at lenda í Vágum, men orsakað av nógva vindinum mátti droppa at lenda og sett kós móti Egilstøðum í Íslandi, har tað var næstan líka nógvur vindur. »Nú havi eg fingið nokk fyri eina løtu«. Soleiðis segði flogskiparin hjá Atlantsflogi, tá hann stutt eftir middag hevði sett flogfar sítt á vøllin við Egilstaðir. Í kabinuni sótu umleið 30 ferðafólk, og meginparturin mundu vera rættiliga skelk­ að av sera baldruta túrinum, greiðir ferðafólkið frá. Í øllum førum stóð nógv á fleiri, tá tey fyrst gjørdu eina roynd at lenda í nógvum vindi í Vágum og síðani gjørdu eina líknandi roynd á Egilsstøðum. Seinna royndin eydnaðist. Í Vágum varð flogið inn yvir Miðvág og Leitisvatn, men har var vónleyst at seta flogfarið. Upplagda orsøkin var tann nógvi vindurin. Merkiliga róliga røddin á flogskiparanum segði, at nú flúgva vit til Egilsstaðir eftir meira brennievni. Flúgvandi inn móti vølli­ num møtti sami vindur flogfarinum, og enn eina ferð kendu fólk seg sum í einari ovurstórari turki­ trumlu. Róp og skríggj. Men so endiliga bar til at fáa fast undir føturnar. Seinnapartin sótu lík­ bleiku ferðafólkini og bíðaðu eftir floglíkindum í Vágum, hóast fleiri teirra svóru, at nú høvdu tey fingið nokk fyri fleiri ár. Millum tey ferðandi var eisini Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokk­ inum. Hann tóktist taka støðuna púra róliga. »Her gerst ikki annað enn at taka tað róliga”, segði hann. »Kemur tú at vitja meg í Íslandi?«, spurdi ein kona ein man, sum ikki rættiliga skilti spurningin. »Eg havi jú búsett meg her, tí at flúga heim aftur – ja, tað geri eg ikki«, segði hon skemtandi. Undir skemtinum búði ræðslan fyri at royna kreftir við føroyska vetrarveðrið – og ein nýggjan túr í turkitrumluni. Øgiligur vindur Orsøkin til øgiliga royndina at lenda í Vágum, er helst rættiliga natúrlig, tí í hvirlinum í gjár var heilt upp í 49 metrar um sekundið, har skaði stóðst á flogvøllinum og eitt av tveimum flogførum, sum stóðu á vøllinum, lætti aðra síðuna, men fekk tó ongan skaða. Í tíðindaskrivi, sum leiðslan fyri flogvøllin hevur lagt á heimasíðuna, verður sagt, at harðasta hvirlan kom klokkan 9.50, og at hendan gjørdi nakað av skaða. Fólk vórðu tikin av fótum, og ein arbeiðsbilur, sum stóð inni á sjálvum flogvøllinum, varð tikin av vndinum. Eisini fóru onkur vindeygu, eins og portrini til bilhúsini vórðu trýst inn. Hesi eru annars gjørd til at tola 60 m/s. Sum áður nevnt stóðu tvey flogfør á vøllinum, og hóast nógv stóð á, kláraðu tey vindin. Eina løtu umhugsaðu flogleiðarar at sleppa sær burtur úr torninum, tí teir óttaðust trygdina. Flogskipari fekk nokk av flogtúri So nógvur vindur var á flogvøllinum fyrrapartin í gjár, at eitt flogfar, sum stóð á vøllinum, lætti aðra síðuna, men fekk tó ongan skaða Savsmynd Nýútnevndi landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Høgni Hoydal, var eitt av ferðafólkunum á buldrasliga flogtúrinum fyrrapartin í gjár. Myndin er tikin í terminalinum á Egilstøðum í gjár