Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 • 8. februar 2008 Vikuskifti 10 Brandur stendur uttan fyri dyrnar til Waynes Coffeehouse á Svea­ vægen í Stockholm. Hann er í myrkamorreyðum, tøvdum jakka, ullintum turriklæð og mynstrutari bundnari troyggju. Hárið er ikki líka væl greitt, hesuferð vit møt­ ast, sum tað var seinast, tá hann var stylaður til at vísa seg fram fyri svensku pressuni. Hann smílist, tá eg nevni, hvussu hysteriskt tað var við einum 200 tíðindafólkum, ið øll vildu hava sína søgu við heim til blaðið. – Eg gjørdi onki kroppsligt arbeiði tann dagin, men hóast tað so steinsovnaði eg, beinavegin eg kom heim klokkan 18 um kvøldið, sigur Brandur og flennur. Trýstið er hart á teimum luttak­ andi í svenska Grand Prixinum. Semifinalurnar uppundir finaluna í Globen verða sæddar av umleið trimum miljónum hyggjarum, og stóru bløðini eru á tremur við greinum um tey sum kappast. Vil røkka finaluni Hvussu fyrireikar tú teg til Grand Prixið? – Eg royni at syngja eitt sindur hvønn dag. Eg havi tosað við ein koreograf um, hvussu eg skal standa á pallinum, og hvat eg skal gera. Men annars so fer tann rættuliga fyrireikingin ikki í gongd fyrrenn mikudagin áðrenn kappingina. Tá verða ljóðroyndir gjørdar, høvuðsroyndin verður hósdagin, og fríggjadagin skulu áhoyrarir síggja repititiónina. Fer tú at dansa á pallinum? – Nei, lagið hjá mær er róligt, so eg standi mest stillur. Eg havi fýra kórsangarir við mær, og ein sum spælir piano. Sjálvur skal eg bara syngja. Líkist hesin sangurin teimum sangum, vit fyrr hava hoyrt frá tær? – Jú, tað er ein róligur sangur, sum passar míni rødd sera væl. Men tað tekur eina løtu at venja seg við lagið, so eg vænti ikki, at eg vinni stóru finaluna. Málið hjá mær er at koma í finalu til Globen. Sviar vilja hava ein svia Samanlagt eru tað 32 bólkar og einstaklingar, sum kappast um tey tíggju finaluplássini í Globen. Ein av teimum tíggju skal síðani umboða Svøríki í Evropeiska Grand Prixinum, sum í ár verður hildið í høvuðstaðnum í Serbia, Belgrad. Ein av teimum sum kappast ímóti Brandi er Amy Diamond, sum var í Føroyum í fjør summar. So tú væntar tær ikki at vinna? – Nei, eg rokni við at Svøríki vil hava, at ein sviði skal umboða tey. Men tað er ein fantastiskur møguleiki hjá mær at sleppa at luttaka í hesi kappingini. Hevur tú møtt hinum luttakaru­ num aftur? Brandur um Svøríki Besti matur: Janssons frestelse (Rómabakað epli við brislingi í) Lekrasta daman: Sjónleikarin Maria Bonnevie (kend frá millum annað »Jag ær Dina«) Besta klædnamerki: Stray boys of Stockholm Besta blað: Studio Størsta sjokk: Nú í vikuskiftinum bleiv ein kamratur hjá mær niðursligin av fimm monnum. Best við Svøríki: Fólkið. Tey eru hjartalig, vinarlig og uppmuntrandi. Og so tora tey at hugsa stórt. Keðiligast við Svøríki: Náttarlívið ­ tey leggja seg alt ov tíðliga. – Eg luttaki í svenska Grand Prix­num sum føroy­ingur, men um fólk veitra við Merki­ num, vænti eg, at tað kann ávirka sviar at velja ein av teirra egnu ístaðin, sigur sangarin Brandur Enni, sum í ley­gar­ kvøldið fer at sy­ngja fy­ri trimum milliónum svium í beinleiðis sjónvarpi. Sosialurin hitti Brand á eini kafe í Stockholm nú um dagarnar Brandur vil Merkinum Samrøða Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo ­ Eg rokni við at Svøríki vil hava, at ein svii skal umboða tey. Men tað er ein fantastiskur møguleiki hjá mær at sleppa at luttaka í hesi kappingini, sigur Brandur Enni