Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 28 - 8. februar 2008 - Vit hava verið í teirri hepnu støðuni, at vit hava havt dugnaligar lærarar. Og eg veit eisini, at børnini eru sera fegin um skúlarnar her í Haldórsvík og norðuri í Tjørn- uvík, sigur Gurið Samuelsen, bygdaráðs- limur í Sunda komm- unu Bygdarskúli Orð&mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Haldórsvík: - Skúlin, hann er tað síðsta sum er eftir, stað- festir hon. Í bygdini hava tey havt bæði skúla, peningastovn, handil, flakavirki við nógv- um arbeiði og enntá eina grill. Men í dag er bert skúl- in eftir av hesum. Bygdin hevur tey seinni árini upplivað ein ávísa aft- urgongd, millum annað í fólkatali og í næmingum í lítla og hugnaliga bygdar- skúlanum. Fyri trimum árum síðani vóru 25 næmingar í skúla- num. Í ár eru tey 19 og gongst sum mett, verða tey einans 15 komandi skúlaár. Av hesum koma tey sjey av Langasandi. - Hetta sær ikki so gott út, staðfestir Gurið. Men vit vóna kortini, at skúlin verður verandi. - Her norðuri ynskir eing- in at missa bygdarskúlan! Fjølbroytt undirvísing Í Haldórsvík og í Tjørnuvík eru tveir smáir bygdarskúlar, við ávikavist 19 og 6 næm- ingum úr 1. upp í 7. flokk. Í framhaldsdeildini fara tey í Felagsskúlan á Oyrar- bakka. Av tað ber til at hava tveir slíkar skúlar opnar, og har- aftrat við eini undirvísing á høgum støði, er fyrst og fremst takkað verið teimum góðu lærarunum við skúlar- nar. Her kunnu Gurið og hini foreldrini í bygdini fegnast um, at lærararnir hava dug- að sera væl at samstarva um tær ymisku lærugreinar- nar. - Eingin lærari er so góð- ur, at hann kann dekka øll fakini. Men her norðuri verður arbeitt uppá tann mátan, at teir brúka hvønn annan í undirvísingini. - Hetta er so aftur við til at geva børnunum eina góða og fjølbroytta undir- vísing, sigur Gurið. Eitt eymt mál Nógv verður tosað um støð- una og framtíðina hjá teim- um smærru skúlunum. Spurningurin er, um ein skal varðveita teir fyri ein- hvønn prís, ella um tað ikki er meiri skilagott at flyta næmingarnar í ein størri skúla. Hetta tjakið hevur ein eis- ini sett hol á í Sunda komm- unu, og var tað millum ann- að tikið fram á einum fundi í november mánaði í fjør, har skúlaleiðararnir og lim- ir í skúlastýrinum eisini vóru við. Á fundinum vóru viður- skiftini í teimum smærru skúlunum í kommununi umrødd, og tosað varð um, hvussu ein ber seg at í slík- um føri – um tað altso yvir- høvur verður aktuelt eina- ferð í framtíðini. - Her komu fram sera ymiskar hugsanir. Og eing- in ivi er um, at hetta er eitt sera eymt mál hjá okkum at taka støðu til, sigur Gurið. Seinur dagur Sjálv heldur Gurið ikki, at ein eigur at niðurleggja skúlarnar í økinum, so leingi sum tann fakliga síð- an er í lagi. Men, sum hon eisini slær fast: - Tað fakliga skal ikki vera uppá bekostning av tí hyggeliga og tí sosiala! Vansin við teimum smærru skúlunum er sjálv- andi lítla talið av børnum, tí tað kann tykjast trupult at finna javngamlar vinir at spæla við ella at sammeta seg við í skúlanum. - Hinvegin, tann dagin man tekur avgerð um at nið- urleggja ein skúla, so má ein hugsa seg sera sera væl um. - Hevur ein fyrst latið ein bygdarskúla aftur, verður seinur dagur áðrenn hann kann lata upp aftur, staðfest- ir Gurið. Bygdasligt OK Sum mamma, lærari og bygdaráðslimur í Sunda kommunu veit hon alt um tann týdning, tað hevur at varðveita teir smærru skúl- arnar í kommununi. Fyri hana hevur tað sera stóran týdning at hava ein góðan skúla í bygdini – bæði fyri foreldur og næm- ingar. Fyri mong víkarfólk og tjørnuvíkingar er tað so, at foreldrini arbeiða aðrastaðni enn í teimum báðum bygdu- num. Tí hevur tað sín stóra týdning, at børnini ikki eis- ini noyðast at fara av bygd- ini og í annan skúla á so ungum aldri. - Tað er altíð gott at vita, at børnini kunnu ganga í skúla her í bygdini og at tey eru trygg í tí. - At ein á henda hátt er við til at varðveita eina slíka góða og gamla skipan, er í fínasta lagi. Um tað er eitt sindur bygdasligt, - tað er bara eitt pluss í míni verð!, sigur Gurið Fer skúlin so fer alt Børnini í skúlanum í Haldórsvík trívast sera væl her. Her er trygt og gott at vera hjá teimum Best við felags lesiætlan Gurið hevur sjálv arbeitt sum lærari í mong ár, og er tí vitandi um tey krøvini sum verða sett tí einstaka næmingunum. Hon hevur millum annað arbeitt í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, har næmingar úr mongum ymiskum bygdum og skúlum ganga í framhaldsdeildini. Tann stóri spurningurin er, um næmingarnir úr teimum smærru skúlunum eru verri fyri enn teir, ið koma úr teimum størru. - Á einum slíkum felagsskúla við so ymiskum næmingum sær ein rættiliga greitt, um næmingarnir hava havt ein góðan lærara í teimum ymisku lærugreinunum. - Ynskiligt hevði tí verið, at ein felags lesiætlan varð gjørd fyri allar skúlarnar, soleiðis at ein kundi tryggjað sær, at tey lærdu tað sama, óansæð í hvørjum skúla tey ganga í, slær Gurið fast. “Tað er altíð gott at vita, at børnini kunnu ganga í skúla her í bygdini og at tey eru trygg í tí" ” “Børnini í skúlanum í Haldórsvík trívast sera væl her. Her er trygt og gott at vera hjá teimum" ” - Spurningurin um at lata ein skúla aftur er eitt sera eymt mál, sigur Gurið Samuelsen – mamma, lærari og bygdaráðslimur í Sunda kommunu Fyrr var tað fiskurin Fiskur og fiskavørur verða eftir øllum at døma ikki tann virðismesti útflutningurin hjá íslend- ingum í ár, og kemst tað millum annað av teirri skerdu toskakvotuni. Metingar vísa, at í ár fer útflutningurin av aluminium upp um fiskavørur- nar. Roknað verður við, at útflutningsvirðið á aluminium veksur einar sjey mia. danskar krón- ur í ár, so tað kemur upp á góðar 12 mia. krónur og næsta ár upp á einar 14 mia. krónur, skrivar Vísir. Granskarar í Grønlandi Teir næstu dagarnar fara granskarar og embætis- menn úr átta londum kring Norðpólin at halda fundir í Nuuk, har teir fara at umrøða ymsar spurningar í sambandi við veðurlagsbroytingar- nar. Londini kring Norðpólin hava skipað seg í eitt arktiskt ráð. Grønland røkir tey donsku áhugamálini og hevur nú formansskapin í ráð- num. Á fundunum í Nuuk fara granskararnir og embætismenninir serliga at tosa um avleiðingar av broytta veðurlagnum.