Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 • 8. februar 2008 Vikuskifti 9 skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Hvussu ofta? Sum ein kendur maður einaferð altíð segði Útvarpið Ræðuliga myrkt Her eru bara stearinljós at síggja, so vit síggja púrasta einki Útvarpið Hvar vóru tey ? Nú eru øll liðini funnin til hálvfinalurnar Portalurin Nýggjur forsætisráðharri? Obama vann stórsigur í Danmark Portalurin Avvenjing sum vil nakað Deyðadømdur fyri at drekka seg fullan Dimma Har kundu fleiri verið send Beatles-sangur er sendur út í Rúmdina Planet.fo Rudda forsíðuna! Telduspøl eru fyri menn Dimma So plagar at vera Nógvur vindur var í ódnarveðrinum seinasta hósdag Útvarpið Hvat skal ein nevna nýggju samgonguna? Alt millum himmal og jørð? SOS-samgongan: "Sosialisma Og Sjálvstýrið" Um samgongan heldur? Tað veldst um hvønn innstilling ella hvørja null-stilling Heini hevur? Tað er kalt millum Tjóðveldi og Heina. Null gradir! Tað verður antin ein tunnil, ella Heini, sum spreingir samgonguna! Hvørji landsstýrisfólk Tjóðveldi velur? Tað er ein AKADEMISKUR spurningur! Kanska onkur fyrrverandi løgtingsmaður ikki FINNUR seg í, at Kristina Háfoss er vald í Landsstýrið? Leyst og fast um stórt og smátt Føroyskt karneval Í hesum døgum er karneval í Rio de Janeiro. Nógv verður gjørt burtur úr undirhaldin99um, og veitslan er ófør. Hendan partin av karnivalinum, sum vit síggja á myndini, kundu vit saktans endurtikið í Føroyum. Hví ikki hava eitt serligt runu-karneval, har fólk kunnu svimja í evju. Mynd: Polfoto Yvirkroppaball Nei, hendan myndin er ikki tikin kring Norðoyatunlin, har menn hava til vana at ganga í lítlum ella ongum klæðum. Hetta eru marinuhermenn í Suðurkorea, sum skulu gjøgnum eina serliga roynd nakað eystan fyri høvuðsstaðin Seoul. Rotta í pottinum Vatvanarnir eru so ymiskir kring heimin, og vit í Føroyum skulu ikki verða tey fyrstu at finnast at øðrum og teir serstøku rættum. Men alíkavæl. Hendan delikatessan úr Vietnam er ikki akkurát nakað fyri okkum. Her hava fólk í bygdini Dinh Bang koyrt eina rottu í pottin. Sagt verður, at rottur kunnu brúkast í nógvum rættum, og vanligt er at kóka tær ella steinkja tær. Vælgagnist! Mynd: Polfoto