Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 28 - 8. februar 2008 Saman við øðrum góðum fólki ætlar Thomas Juul Askham at skipa fyri regluligum møtum í eydnuni á Oyrarbakka. Fyrstu ferð verður nú sunnukvøldið Møtir Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyrarbakki: Í eina tíð hevur verið arbeitt við hesi ætlanini, og avgerð er nú tikin um, at hava møtir í bygninginum 1. og 3. sunnu­ dag í hvørjum mánaði. Tað eru leikfólk sum koma at hava ábyrgdina fyri hesum møtunum, og hava tey øll verið virkin í karismatisku vekingini sum fór yvir landið fyri 20­30 árum síðani. Heitið á hesum møtum var Kristus er svarið, og sambært stigtakarunum er hann tað framvegis. ­ Møtini í Eydnuni eru ætlað sum eitt tilboð til tey fólkini, sum búgva í Svín­ áum, Norðskála, Oyrar­ bakka og á Oyri. Men onnur eru sjálvandi eisini væl­ komin á møtini, sigur Thomas Juul Askham. Sagt verður, at tey virða tað andaliga arbeiðið sum er á teimum ymisku støðunum, men ynskja bert at bjóða teimum til Guds orð. Fyrsta møtið verður sum nevnt sunnukvøldið kl. 18, og tá verður luttøka av Hjalgrím Davidsen, Valdi­ mar Simonsen og Thomas Juul Askham. Magda og Maibritt fara at syngja við hetta møtið. Ætlanin er sum nevnt at hava hesi møtini 1. og 3. sunnudag í hvørjum mán­ aði. Henda fyrsta mánaðin verða tó møtir hvørt sunnukvøld við luttøku av talarum og sangkreftum kring alt landið. Ein faldari er gjørdur í hesum sambandi, og er býttur út til øll húski í økinum. Møtir verða aftur á Oyrarbakka Eydnan á Oyrarbakka verður nú karmur um andalig tiltøk í framtíðini Í Mykinesi, eins og runt ymsa aðra staðni, merktu tey til nógva vindin seinasta hóskvøld Summar bygdir fingu av at vita, so sum vit hava bæði hoyrt og sæð seinastu vikuna, men fleiri staðni eru skaðar hendir, sum vit ikki hava hoyrt um. Í Mykinesi var eisini nógvur vindur og nakrir skaðar stóðust av hesum. Fyri tað mesta vóru tað úthús sum stóðu fyri skotum, men eisini onkrir aðrir skaðar vóru eisini. Hesar myndirnar av skaðum í Mykinesi hevur Kjell Nattestad tikið. -leo Mykines ikki snikkaleys