fríggjadagur 8. februar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 28 • 8. februar 2008
gista hjá, noyddust vit at fá
bæði Royal Marines og Gordon
Highlanders orkestrini at marsj
era niðan í býin og oman aftur,
har vertirnir stóðu og bíðaðu eftir
teimum við stórum uppsløgum við
antin Royal Marines ella Gordon
Highlanders skriva á við stórum
stavum. Hesin gistingarháttur var
vist eisini tann besti ein kundi
hugsa sær, tí so fingu báðir partar
notið vinarlag og gleði av at vera
saman í nakrar dagar.
Glaður fyri vitjan í
Føroyum
Øll vitjanin var væl eydnað.
Serliga minnilig var minningar
gudstænastan í nýggja kirkju
garði, har bretsku krígsgrøvirnar
eru. Tann dagin "masjeraðu"
orkestrini og um 100 marinarar
av "Brilliant" av kaiuni út í kirkju
garðin, har Bergur Jacobsen,
prestur helt gudstænastuna
á enskum, og kransar vóru
lagdir á gravirnar av øllum teim
luttakandi, bæði bretskum og
føroyskum. Teirra millum var
eisini Sir Frederick.
Hansara 77 ára føðingardagur
var 15. mai, og Tórshavnar Býráð
fyrireikaði ein døgurða til heiður
fyri hann í móttøkuhúsunum
hjá býráðnum í Tróndargøtu.
Aftan á døgurðan opnaði tey
dupulthurðarnar og vakur klassisk
ur kórsangur tók so væl Sir
Frederick sum okkum øll á bóli.
Seinni fekk eg skriv frá honum
dagfest 20. mai 1990.
Hann takkaði fyri alt, sum
tey høvdu upplivað í Føroyum
ta vikuna og fyri blíðskapin, øll
høvdu sýnt teimum. Seinni sendi
eg honum videobondini, sum
Sjónvarp Føroya hevdi tikið av
vitjanini, og hann segði, at tey og
familjan vóru sera glað fyri tey,
og at familjan hevði fingið høvi at
sæð bondini.
Hann nevndi eisini, at grannar
høvdu nevnt við hann, at tey
høvdu sæð brot av føroyavitjan
teirra í bretska sjónvarpinum, og
í hesi sending luttók hann eisini
sjálvur.
Næstu ferð, eg hitti Sir
Frederick og Lady Karen, var á
donsku sendistovuni í London.
Sendiharrin Ole Lønsmann
Poulsen hevði boðið teimum til
ein døgurða, sum hann hevði
fyrireikað í samband við 50 ára
starvsdag mín. Løgmaður Anfinn
Kallsberg og frú vóru eisini boðin
við saman við míni familja og
kenningum innan mítt starvsøki.
Sir Frederick og Lady Karen
vóru sera glað fyri at kunna lut
taka hetta kvøldið. Hann skuldi
koyra heim aftur, um 100 km,
og hann var ikki nakar unglingi.
Seinni havi eg tosað við tey fleiri
ferðir. Vanliga hevur hetta verið
á føðingardegi hansara, og tað
gjørdi eg eisini í fjør. Tá vóru
bæði røsk og ondsfrísk, men ”gett
ing on in years”, sum hann tók til.
Jólakort 2007 vóru send sum
vanligt. Tó skuldi hetta fyri
hansara viðkomandi verða tað
seinasta.
Vil við hesum lýsa frið yvir
minninum um mín góða vinmann
og Føroyavinin Sir Frederick
Mason.
Tað var skjótt, at Mason fann sær gentu, Karen Rorholm úr Holstebro. Sofus Poulsen minnist væl tá ið tey giftust.
Amtmaðurin Hilbert uttast t.h. var forlovari. Hinir báðir á myndini eru f.v. Husted Andersen, sakførari, og Aksel
Jørgensen, stjóri á Balslev
Mason dugdi eisini at hugna sær. Her er hann við í fótbólti. Tað er hann við plástri á pannuni
Her sæst Mason saman við konu síni Karen