Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 28 - 8. februar 2008 Við slagorðinum »Tað er tín avgerð« er Dátueftirlitið nú farið undir upplýsingarferð, har ung í øllum landinum verða kunnað um tær avleiðingar, sum gerðir á netinum kunnu hava við sær Alnetið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Startskotið til átakið varð latið av í Miðlahúsinum mikukvøldið, har Dátueftir­ litið skipaði fyri kunnandi fundi um átakið. ­ Málbólkurin hjá okkum eru her næmingar í fram­ haldsdeildini. Men eg vildi eisini sagt, at hetta er við­ komandi fyri øll, sum ferð­ ast á netinum, sigur Ingunn Eiriksdóttir frá Dátueftir­ litinum. ­ Tað er nevnliga so, at tú ert ikki púrasta anonymur, tá tú ferðast á netinum. Slóðir av ymsum slag liggja altíð eftir, og tí er tað umráð­ andi, at tey, sum er á net­ inum, duga sær hógv. Snøgt sagt, so kanst tú siga, at tað snýr seg um at duga vanlig­ an fólkasið. Á fundinum í Miðlahús­ inum vóru kanska fleiri for­ eldur og fólk annars, sum fáast við ungdóm, men hetta heldur Ingunn ikki merkja, at tey ungu ikki hava áhuga fyri hesum. ­ Tað er eisini so, at vit tær komandi tríggjar vikurn­ ar fara á vitjan hjá teimum 21 skúlunum, sum hava framhaldsdeildir. Og har koma vit so at kunna næm­ ingarnar meira um hetta. Men at nógv foreldur vóru á fundinum vísir væl eisini, at hetta er nakað, sum for­ eldrini hugsa um. ­ Tíbetur hava vit ikki sæð nøkur heilt álvarslig mál um hetta í Føroyum. Men til dømis var eitt mál í Danmark í seinasta mánaði, har ein næmingur nærum varð burturvístur úr skúlan­ um, tí hann á netinum hevði skrivað, at ein av lærarun­ um á skúlanum var pedi­ filur. Ivaleyst hevur næm­ ingurin als ikki hugsað um, hvussu álvarsliga hesi orð kundu takast, og tað er mill­ um annað tað, sum vit vilja varpa ljós á, sigur Ingunn. Umframt kunnandi átak­ ið, fáa allir næmingarnir hesar komandi vikurnar ein bókling, sum ber heitið – Tað er tín avgerð. Í heitinum liggur eisini , at ein og hvør avgerð eisini hevur sínar avleiðingar. ­ Tað er jú eingin, sum hevur beinleiðis eftirlit við tær, tá tú ert á netinum. Tað er eina og aleina brúkarin, sum situr við avgerðini. Og tí er umráðandi, at brúkarin er vitandi um, hvat tað er, sum viðkomandi leggur á netið. Bæði fyri at sína egnu skuld og fyri at verja onnur. Toll- og Skattstova Føroya savnar nú saman allar upplýsingar um inngjalding av eftirløn í Føroyum SkAttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Toll­ og Skattstovan hevur alla tíðina havt heimild til at krevja upplýsingar um inngjaldan av eftirlønum í Føroyum. Henda heimild hevur tó ikki verið nýtt áður, og tað hevur givið nak­ rar reguleringar í skattinum hjá teimum, sum sjálvi rinda sína eftirløn. Eftirløn, sum móttakarin sjálvur hevur inngoldið, kann nevnliga dragast frá í uppgerðini av skattskyld­ ugu inntøkuni. Men tá Toll­ og Skattstovan ikki hevur havt yvirlit yvir inngjalding­ arnar hjá einstøku persónun­ um, hava hesar upplýsingar ikki verið skrásettar á fyri­ bils sjálvuppgávuni hjá lønmóttakarum, uttan so at hesi sjálvi hava latið inn broytingar til fyribilsskrá­ setingina. Og vil illa til, so hevur lønmóttakarin kanska eisini gloymt at seta eftirlønar­ gjaldið á sjálvuppgávuna, og hevur soleiðis mist ein skattligan fyrimun. ­ Tað er fyri at betra um hesa fyribilsskráseting, at vit nú hava nýtt heimildina at fáa upplýsingar um inn­ goldna eftirløn, sigur Arnold Nielsen, stjóri á Toll­ og Skattstovuni. ­ Tað hevur jú givið eina skeiva skatting og tilhoyr­ andi reguleringar, og teim­ um vóna vit at sleppa undan við hesum, sigur hann. Ein onnur avleiðing av broyttu mannagongdini er, at tað ikki fer at bera til hjá fólki at sníkja seg til at rinda meira enn skattliga hámarkið inn í eftirløn. Tann støðan hevur annars verið gjørlig, um løntakari hevur havt eina eftirløn, sum er goldin av arbeiðs­ gevara, og síðani sjálvur hevur aðra eftirlønarskipan hjá øðrum tænastuveitara. Við nýggju skrásetingini sæst nevnliga nágreiniliga, hvat hvør einstøkur fær ella rindar í eftirløn um árið. Arnold Nielsen sigur tó, at tey ikki hava nakran varhuga av, at skattgjaldarar við vilja hava misnýtt skipanina á hendan hátt. Vindskaðar á Flogvøllinum Í tíðindaskrivi, sum leiðslan fyri flogvøllin hevur lagt á heimasíðuna, verður sagt, at harðasta hvirlan kom klokkan 9.50, og at hendan gjørdi nakað av skaða. Vindmegin varð tá máld til 49 m/s. Fólk vórðu tikin av fótum, og ein arbeiðsbilur, sum stóð inni á sjálvum flogvøllinum, varð tikin av vndinum. Eisini fóru onkur vindeygu, eins og portrini til bilhúsini vórðu trýst inn. Hesi eru annars gjørd til at tola 60 m/s. Tvey flogfør stóðu á forplássinum. Hóast nógv stóð á, so kláraðu tey vindin. Kveikingarfundur til løgtingið Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur boðið løgtingslimum til kjakfund um framtíðar útbúgvingarumhvørvið í Føroyum. Fundurin verður týsdagin, komandi, og vil rektarin við hesum tosa víðari um universitetsmálið, sum fleiri ferðir var á lofti í valstríðnum. Ætlaða samanleggingin av Føroya Læraraskúla, Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya og Fróðskaparsetri Føroya gevur høvi til at víðka útbúgvingar­ og granskingarøkini á Fróðskaparsetrinum. Við Náttúruvísindadeildini á odda er Fróðskaparsetrið eisini í einari tilgongd, har ætlanin er at endurskoða og dagføra allar útbúgvingarnar, sigur rektarin millum annað í innbjóðingini. Fólkasiður á netinum Seinnapartin sunnu- dagin, kl. 15, skipa Rithøvundafelag Føroya og Norður- landahúsið fyri upplestrartiltakið við tveimum íslendskum og einum føroyskum høvundi Bókmentir Tíðindaskriv Íslendsku høvundarnir eru Bjarni Bjarnason og Sindri Freysson. Báðir týðandi nøvn í íslendskum samtíðarbókmentum. Bjarni Bjarnason (f. 1965) hevur , síðani hann legði fyri við yrkingasavn­ inum Upphafið (Upprun­ in) í 1989 latið frá sær bæði skaldsøgur, stutt­ søgusøvn og leikrit. Í 2003 fekk hann eitt fram­ brot við skaldsøguni And­ lit. Andlit er eitt slag av uppvakstrarsøgu, høvund­ urin kallar hana skaldævi­ søgu, og hon sigur frá uppvaksttrar árunum hjá einum dreingi, ið fyri ein stóran part elur seg sjálvan upp flakkandi um Ísland og onnur lond m.a. Svøríki og Føroyar (ein kapittil í bókini eitur t.d. Nolsoy). Í fjør, altso 2007, gav Bjarni Bjarnason út bókina Bernharður núll, ið er um eitt rárt og í senn so ósjáldsamt sjáldsamt fyribrigdi sum ein hvønndagsnjósnara, ið útinnir sítt virki á kaffistovum og barrum í Reykjavík. Stílurin hjá Bjarna Bjarnasyni hevur mangan dám av at veru­ leiki og tað ævintýrkenda blandast saman. Sindri Freysson (f. 1970) gav sína fyrstu bók út í 1992, tað var yrkinga­ savnið Fljótið sofandi konur. Síðani hevur hann latið frá sær leikrit, stutt­ søgusøvn og tvær skaldsøgur: Augun í bænum ( Eyguni í býnum) og Flóttinn (Flóttin). Augun í bænum er, hóast hon í støðum hevur eitt yvirbregði av ævintýri, ein lýsing av hvønndagslívi og sleygi á bygd í Íslandi, har tað búskaparliga hamskifti, sum íslendska samfelagið er farið í gjøgnum tey seinnu árini, tíðum als ikki hevur havt framburð og vælferð við sær, men tvørturímóti verið ein baksláttur við húsagangi og arbeiðsloysi. Flóttin, sum kom út í 2004, snýr seg um krígs­ og herset­ ingarárini 1940­1945. Tá ið bretsku hersetingarlið­ ini koma til Reykjavíkar í mai 1940 tekur ein ungur týskari, Thomas Lang, til rýmingar. Í eitt heilt ár er hann á flótta undan bret­ um, hjálptur av íslending­ um, sum av ymsum orsøk­ um halda við týskinum. Flóttinn er ein vælskrivað bók, ið í mongum ger upp við tær hugmyndir, sum íslendska samfelagið hev­ ur knæsett um seg sjálvt og síni viðurskifti við Hitler­Týskland bæði undan og undir øðrum heimsbardaga. Vilja betra um skattaavrokningina Íslendsk rithøvundavitjan í Norðurlandahúsinum Talan var um eina góða byrjan, sum eisini sýndi, at evnið hevur stóran áhuga millum manna, sigur Ingunn Eiriksdóttir á Dátueftirlitinum Mynd: Álvur Haraldsen Føroysku høvundurin, sum fer at lesa saman við íslendsku gestunum, er Carl Jóhan Jensen. Hann fer at lesa úr nýskjaldrum sínum