fríggjadagur 8. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 • 8. februar 2008
Vikuskifti
7
um, at flaggið var ein føroyskur
spurningur.
Valið fall á Merkið
Bretska flotaleiðskan strongdi
á at fáa eina loysn. Hon kundi
ikki liva við Dannebrog, men tók
ikki støðu, hvat flagg tað annars
skuldi vera.
Í fyrsta umfari var talan um
eitt grønt flagg við hvítum krossi.
Hetta førdi til fólkslig krøv um, at
tað skuldi vera Merkið, sum varð
viðurkent sum okkara flagg. Hetta
kom eisini at at vera avgerandi
fyri endaligu støðutakanina.
Ellen Lützen, kona Mogens, sum
í dag er 98 ára gomul, hevur greitt
frá, at teir fýra í konslaliðnum
høvdu annars avtalað sín ámillum,
at tað tilmæli, sum kom frá teim
um í flaggspurninginum, skuldi
vera einmælt. Einki skuldi koma
fram, sum eingin semja var um.
Men kl. 17 tann 25. apríl fekk
amtmaðurin bræv frá Mason
um, at avgerðin varð fallin, og
at Merkið skuldi veitra á øllum
skipum alt samdøgrið.
Bretum dámdu
Merkið
Magni Arge, sonur Niels Juel,
hevur gott innlit í hesi viðurskifti,
og hann sigur:
Sir Frederick Mason hevði
nokk ongan áhuga í føroyska
flagginum. Hann varumboðs
maður fyri politisku skipanina
gjøgnum bretska uttanríkisráðið.
Teir ynsktu bara at finna ein
loysn á flaggstríðnum, sum alllir
partar kundu góðtaka, og donsku
myndugleikarnir vildu yvirhøvur
ikki vita av Merkinum. Hetta visti
og respekteraði Mason.
Men bretska Admirality, flota
leiðslan, kundi ikki liva við, at
málið var drigið út, tí tað bar ikki
til at føroysk skip sigldu undir
danska fíggindaflagginum. Tá ið
teir sóu føroyska flaggið, sum
Thor bar inn til Hetlands ella
Aberdeen, sóu teir, at hetta flagg
var júst tað sama, sum bretska
rescue (bjargingar) flaggið. So
var leyst og liðugt í Admirality.
Teir sendu boðini um allan heim,
atføroyska flaggið var skapað
soleiðis.
Tá vóru menn svakir hjá
donskum umboðum í London og í
bretska diplomatinum, men gjørt
var gjørt. Bretland var í kríggj og
Admirality mátti tí handla.
Stríðið um Thorstein
Petersen
Í 1940 sendir p/F Uvak við Thor
stein Petersen á odda skonn
artina “Sonnu” til Amerika við
føroyskum vørum lýsi, revaskinni
og ullvørum. Fyri sølupeningin
komu teir heim við ymiskum
neyðsynjarvørum, t.d. avíspappír.
Í 1941 var ætlanin aftur at gera
eina líknandi ferð. Men bretsku
myndugleikarnir vóru ímóti. Ein
orsøk var, at bretar høvdu sjálvir
brúk fyri hesi vøru sum t.d. lýsi.
Ein onnur var misálit á Thorstein
Petersen, sum stóð fyri einum
harðligum andstøðupolitikki og
teir óttaðust fyri at hann eisini fór
at gera um seg uttanlands.
Thorstein fór til Amerika í
sambandi við ætlaðu ferðini hjá
Sonnu. Nógvur ivi var um, hvørt
hann skuldi fáa útferðarloyvi
og hevði Mason samskifti við
bretskar myndugleikar um hetta.
Samstundis vóru royndir
gjørdar at fáa Thorstein frá sum
norskan konsul. Her var Mason
eisini ein lyklapersónur. Men
henda royndin eydnaðist so ikki.
Mason og bretar vóru í parti
við amtmannin og politiska
meirilutan í tinginum. Ein orsøk
til illstøðuna við Thorstein og
Fólkaflokkin var, at Mason hevði
garanterað amtmanninum, at tað
hendi eingin broyting í okkara
støðu mótvegis Danmark, so
leingi sum kríggið vardi. Hetta er
nú lætt at skilja í dag.
Eitt annað øki, har Mason
royndi at hjálpa føroyingum,
var at fáa kanónir, so tað bar
til at verja okkum móti týskum
flogálopum. Hetta eydnaðist
eisini sum frá leið.
Tá ið Mason fór úr Føroyum
í 1943 gjørdist Norman Vorley
konsul fyri hann.
Sofus kendi Sir
Frederick Mason
Sofus Poulsen, okkara maður í
Aberdeen í meira enn hálva øld,
kendi Mason, og skrivar soleiðis
um hann:
”Tað fyrsta, eg minnist til
konsul Mason var fyrst undir
seinna heimsbardaga, tá ið eg
gekk á realskúlanum í Tórshavn.
Eg minnist væl, at hesin vakri
ungi maður, 27 ára gamal, var so
fínt ílætin. Hann gekk í Havnar
gøtum eins og teir nógvu bretsku
marinararnir og hermenninir.
Tað, sum eg serliga minnist til,
er tá ið hann og danska Karen
Rørholm, sum var assistentur hjá
Kaaber tannlæknanum, giftust.
Veðrið var ófýsið tann dagin, og
eg minnist eisini, at okkara sera
kenda lærarinna frk. Cohr, sum
eisini var donsk, fór inn í Havnar
kirkju til brúðarvígsluna. Hon
var ílætin einum ljósagrønum
"floating" kjóla. Vit vóru sjálvandi
ikki von við at síggja hana í so
fínum klæðum.
Valdemar Lützen var bretskur
konsul frammanundan. Men nú
seinni heimsbardagi herjaði,
helt bretska stjórnin, at tað var
neyðugt at senda ein av teirra
egnu tænastumonnum frá uttan
ríkisráðnum til Føroyar at taka
sær av øllum tí eyka arbeiðnum,
sum bretska hersetingin av
oyggjum okkara kom at føra við
sær. Eg hugsi, at Mason var rætti
maðurin at senda til Føroyar.
Hann er mest kendur av okkara
landsmonnum sum millummaður
millum okkum og bretsku stjórn
ina og Winston Churchill. Ein
avleiðing var, at okkara skip
skuldu hava okkara egna flagg
"Merkið" á stong, bæði í heima
og millumlandasigling. Henda
avgerð varð tikin 25. apríl 1940.
Konsul Mason dámdi væl
okkum føroyingar. Hann gjørdi alt,
hann kundi fyri at hjálpa okkum í
tí støðuni, vit vóru komin í vegna
týsku hersetingina av Danmark.
Tískil vóru vit noyddir at taka
okkum av øllum, sum oyggjalandi
okkara hevði fyri neyðini. Hetta
merkti eisini samráðingar við
bretsku myndugleikarnar.
Tað, sum okkara fiskiskip og
sjómenn avrikaðu undir seinna
heimsbardaga, og sum kostaði
okkum triðingin av fiskiflota
okkara eins og 200 manns,
vóru bæði Mason konsulur
og forsætisráðharrin Winston
Churchill takksamir fyri.
Hittust í 1982
Tá ið løgmaður Pauli Ellefsen var
boðin til Bretlands á almenna
vitjan í 1982, vóru Árni Olafsson
og eg við honum. Vitjað varð
bæði í Hetlandi, á oljuboripalli og
í Skotlandi og Onglandi.
Í London var vitjað í Parlamenti
num, har vit hoyrdu forsætisráð
harran Margaret Thatcher halda
røðu um Falklandskríggið.
Seinni hevði Uttanríkisráðið
fyrireikað morgunmat fyri løg
manni, har nógvir "fínir" gestir
voru bodnir við. Sjálvur kom eg at
sita undir liðuni av teirra manni
í Uttanríkisráðnum, sum tók sær
av The Scandinavian Desk. Eg
varnaðist, at á gestalistanum
var ein Sir Frederick Mason,
og so vóru nevnd hansara
heiðursmerkir.
Eg spurdi so hendan, um
hann kundi kanna, um hetta
møguliga kundi vera tann sami
Mason, sum var bretskur konsul
í Føroyum undir krígnum. Jú, so
var. Vit fingu so høvi at tosa við
Sir Frederick, og løgmaður Pauli
Ellefsen bjóðaði honum og Lady
Karen at koma til Føroyar á vitjan
summarið aftaná.
Hesa vitjan vóru tey sera fegin
um. Tey komu aftur á vitjan á
13. mai 1990 á bretsku vikuni í
samband við 50 ára hátíðarhaldið
fyri vinarligu bretsku hersetingini
av oyggjum okkara.
Kann nevna, at mær eydnaðist
at fáa Royal Marines orkestrið
frá Rosyth, Gordon Highlanders
sekkjapípuorkestur og mannskór,
50 manns, frá Wales við til
hetta hátíðarhald. Harumframt
komu 50 hermenn, sum høvdu
verið í Føroyum undir seinna
heimsbardaga eins og 15 Royal
Scottish Highland Dancers frá
Perthshire. Smyril gjørdi eina
serferð til Scrabster eftir okkum.
Tað vóru 810.000 fólk vóru á
kaiuni, tá ið vit koma á Havnina
uml. kl 23.30.
Sir Frederick og Lady Karen,
sum vóru komin við flogfari,
løgmaður, borgarstjóri og onnur
vóru har at taka ímóti okkum.
Frammanundan var bretska
fregattin HMS Brilliant komin og
lá við kai.
Fyri at fáa allar hermenninar í
samband við tey, sum teir skuldu
Valdemar og Mogens Lützen vóru við í konslaliðnum
Robert Brockie var eisini varakonsul
Mason, tá ið hann kom til Føroyar
➘