fríggjadagur 8. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 28 - 8. februar 2008
Fyrrverandi varafor
setin hjá Bill Clin
ton, Al Gore, verður
høvuðstalari á einari
havumhvørvisráð
stevnu, sum Bitland
saman við Vinnu
húsinum skipar fyri
8. og 9. apríl
RÁÐSTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vinnuhúsið hugsar stórt. Í
fjør heyst hevði Føroya
Arbeiðarafelag boðið fyrr
verandi amerikanska forset
anum, Bill Clinton, at halda
fyrilestur í Norðurlandahús
inum, og nú er aftur ein
heimskendur
fyrrverandi
politikari boðin til Føroya í
somu ørindum.
Og hóast Vinnuhúsið er
farið eitt stig niður, so er
talan ikki um hvønn sum
helst, ið nú skal halda røðu
um havumhvørvið. Tað er
nevniliga fyrrverandi vara
forsetin hjá Bill Clinton, Al
Gore, sum kemur til Føroya
í apríl.
Al Gore hevur, síðani
hann tapti forsetavalið móti
George Bush í 2000, stríðst
fyri at betra um umhvørvið
í heiminum, og nú Bitland
saman við Vinnuhúsinum
fer at skipa fyri einari hav
umhvørvisráðstevnu, er tað
so upplagt, at bjóða júst
honum at halda røðu.
Hetta passar eisini rætti
liga væl, tí Al Gore er í
Írlandi
beint
framman
undan, og kemur beinleiðis
úr Dublin til Føroya.
Al Gore hevur nýtt nógva
tíð og orku upp á at ávara
móti veðurlagsbroytingum,
sum standast av nógva
útlátinum av CO2, og fyri
hetta arbeiðið fekk hann í
fjør
Nobelfriðarheiðurs
lønina.
Hansara sjónarmið er, at
øll lond og allir einstaklingar
eiga at taka ábyrgd á
økinum, tí jarðarupphitingin
er í ferð við at hava van
lukkuligar avleiðingar við
sær.
Granskingarmiðdepil
Ráðstevnan,
sum
hevur
fingið heitið Trans Atlantic
Climate Conference, verður
hildin týsdagin 8. og miku
dagin 9. Apríl, og fer Al
Gore at halda sína røðu
fyrra dagin.
Endamálið við ráðstevn
uni er, at hon skal gerast
spírin til Trans Atlantic Cli
mate Institute, sum verður
ein altjóða granskingar,
menningar og útbúgving
arstovnur innan havum
hvørvi í Føroyum. Hesin
stovnur
skal
samskipa
arbeiðið á havumhvørvis
økinum millum USA og
Europa.
Í Føroyum er servitan á
altjóða støði um havstreym
ar kring Norðuratlantshav
ið, og Føroyar hava sum
fiskiveiðitjóð nógva vitan
um veður og tilfeingi í hav
inum. Somuleiðis eru fleri
nýskapandi átøk í landinum,
sum miða eftir at minka um
oljudálking, spara orku og
menna varandi orkutøkni,
sigur Ólavur Gregersen,
stjóri hjá Bitland.
Vinnuhúsið sigur, at bara
tað, at ein fyrrverandi for
seti í USA og nú ein fyrr
verandi varaforseti koma
hendanvegin, setur veruliga
Føroyar á heimskortið.
Enn er ikki endaliga
avgjørt, hvussu nógv at
gongumerkini fara at kosta,
men roknað verður við
áleið sama prísi, sum tá
Clinton var á vitjan.
Tað eru Føroya Banki og
Eik Banki, sum verða høv
uðsstuðlar, og luttakararnir
flúgva
til
Føroya
við
Atlantsflogi.
Al Gore til Føroya
Nýggjar teldur til Tofta skúla
Bygdaráðið í Nes kommunu hevur samtykt at keypa nýggjan teldu
útbúnað til Tofta skúla fyri umleið 900.000 krónur. Í hesum keypi er
eisini teldur til lærararnar, soleiðis at teir eisini hava møguleika at nýta
nýggja tøkni í frálæruni, sum serliga kemur til sjóndar við teimum
nýggju elektronisku talvunum, sum verða brúktar ístaðin fyri ta gomlu
svørtu krittalvuna. Um og útbyggingin av Tofta skúla er nú komin so
langt, at komandi mánaðirnar verður seinasta hond lagt á verkið. Skúlin skal vera liðugur tíðliga í summar, og
kostnaðurin er millum 45 og 50 mió. krónur. Hetta er nógvur peningur, men hendan íløgan var alneyðug,
haldi eg persónliga, tí skulu vit menna okkum sum kommuna og fáa fólk at seta búgv her í kommununi, mugu
vit hava ein góðan skúla, sum eisini er ein hornasteinur fyri framburði, sigur Súni í Hjøllum, formaður í
teknisku nevnd hjá Nes kommunu, sum sjálvur er skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.
Albert Arnold Gore, Jr. (føddur 31. marts 1948) er
amerikanskur politikari og vinnulívsmaður. Árini 1993 til
2001 var hann varaforseti nummar 45 Clinton-stjórnini í
USA.
Eftir at Bill Clinton hevði sitið við valdið tvey valskeið,
bjóðaði Al Gore seg fram sum forsetavalevni fyri
demoktarnar. Hetta stríðið tapti hann tepurt til George W.
Bush, hóast hann fekk flestar persónligar atkvøður. Í
hesum sambandi munnu mong minnast hendingina
í Florida, har George W. Bush nápaði sigurin, beint fyri
nøsina á Gore. Eftir fleiri fínteljingar í statinum var endin,
at amerikanski hægstirættur skarð ígjøgnum, og við
atkvøðubýtinum 5-4, lýsti Bush vinnara og harvið eisini
forseta. Og hóast mong høvdu væntað, vónað og roynt at
fáa hann at stilla upp til forsetavalið 2008, hevur hann valt
ikki at bjóða seg fram á hesum sinni.
FAKTA
Al Gore er næsta heimsnavnið, sum Vinnuhúsið er við til at fáa
til Føroya at halda røðu
Ólavur Gregersen, stjóri hjá Bitland, Jóhan Páll Joensen,
formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og Magni Arge,
næstformaður, á tíðindafundi í Vinnuhúsinum í morgun
Mynd: Jens Kristian Vang