fríggjadagur 8. februar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 • 8. februar 2008
Vikuskifti
6
Sir Frederick Mason var diplo
matur alt lívið. Vit kenna nú mest
Frederick Mason frá hansara
virksemi í Føroyum. Men tað var
sjálvsagt bert ein lítlan part av
lívinum, hann var her.
Hann hevur verið blaðungur,
tá ið hann byrjaði sítt virksemi
á hesum økinum. Hann fekk so
eisini ta hægstu viðurkenning,
sum kundi fáast fyri hetta
virksemi. Her skal verða greitt
nakað frá hansara lívsleið.
Abbin hjálpti við
lesnaðinum
Mason var føddur í 1913 í West
Ham, har pápi hansara var fólka
skúlalærari, og mamman var
dóttir ein keypmann. Frederick var
evnagóður í skúlanum, og abbi
hansara hjálpti honum at gjalda
skúlapeningin, tá ið hann fór á
skúla í London. Her fekk hann
játtað eitt stipendinum at fara inn
á europeiska meginlandið at læra
franskt og týskt.
Eitt ár seinni fekk hann aftur
stuðul til at fara at lesa á St
Catharine's College í Cambridge,
og her hjálpti abbin framvegis.
Úrslitið var eitt prógv í nútímans
máli við toppkarakteri.
Hetta eggjaði honum at fara
undir próvtøku í konsulatvirksemi,
og hann koma at starvast
fleri staðir í Europa, USA og
Suðuramerika.
Fyrsta uppgávan var í Belgia.
Í 1935 var ein hampiliga
stór samfelag av bretskum
forrætningsfólki í Antverpen í
Belgia. Mason umboðaði her
bretskar sjóvinnumyndugleikar
í Belgia. Hann virkaði eisini fyri
vælferðina hjá bretskum sjófólki.
Eisini var hann varakonsul, bert
21 ára gamal.
Síðan var hann sendur til Paris,
og aftaná tað til Belgiskt Congo.
Í Leopoldville, nú Kinshasa, vóru
tveir stovnar, sum tóku sær av
sosiala lívinum hjá europearum.
Annar av teimumum var bretski
golfklubbuirn. Við at gerast
heiðurskrivari hjá klubbanum kom
Mason at kenna tey flestu fólk av
týdningi á hesum leiðum.
Í 1939 varð hann fluttur til
Elizabethville í Katanga í Congo
at gerast konsul. Hetta var
ein spennandi tíð við nógvum
týskarum, sum komu inn í Congo
úr Norður Rhodesia.
Í 194043 var hann í Føroyum
og verður greitt serskilt frá
hesum.
Bardi uppreistur
niður
Í 1943 varð Mason sendur to
Colón í Panama sum konsul. Her
var eisini nóg mikið at gera. Her
búðu 20.000 bretskir vestindarar
við nógvum trupulleikum.
Á einum sinni mátti hann
berja niður eitt múttarí á einum
canadiskum fraktskipi við at
fáa sett ta uppreistrarsinnaðu
manningina í geglið.
Vegna bardagatíðina var megin
parturin av almenna virkseminum
hjá bretum uttanfyri Europa
samskipað í eina eind. Sum eitt
úrslit av hesum gjørdist Mason
ein partur av ”Foreign Service” og
virkaði sum 1. skrivari á bretsku
sendistovunum fyrst í Santiago,
síðan í Oslo.
Í 1953, eftir at hann eina tíð
hevði arbeitt í uttanríkisráðnum,
varð hann sendur til Bonn, Athen
and Teheran. Aftaná tað skrivaði
hann búskaparligar lýsingar av
Vesturtýsklandi (1955), Grikka
landi (1956) og av Iran (1957).
Hesar lýsingar vóru sera virðis
miklar fyri tey, sum vildu gera
forrætningar og íløgur í hesum
londum.
Mason arbeiddi í Teheran sum
fíggjarligur ráðgevi from 1957
60 í eini tíð, tá ið Iran menti seg
nógv.
Í 1960 kom Mason aftur til
uttanríkisráðið í fýra ár sum
leiðari av deildini fyri fíggjarligt
samband við onnur lond. Hetta
var ein nýskapan innan bretska
uttanríkisráðið.
Heiðraður sum Sir
Chile er eitt land, sum Bretland
altíð hevur havt gott samband
við. Tey fýra væleydnaðu árini
hjá Mason sum sendimaður
endaðaðu við eini minniligari
og væleydnaðari statsvitjan hjá
drotningini Elisabeth og Philip
prinsi í 1970.
Mason varð heiðraður við
Sir heitið í 1968, eins og hann
fekk hægsta ordan frá chilensku
stjórnini.
Hansara seinasti postur sum
sendiharri var, tá ið hann árini
197173 var fasti sendimaðurin
hjá Bretlandi hjá ST og øðrum
millumtjóða felagsskapum í
Geneve.
Eftir at hann hevði lagt frá
sær, var Mason sera íðin limur í
Altjóða Narkotaeftirltisnevndini í
Geneve, eins og hann hevði onnur
álitisstørv.
Hann og kona hansara flutti
til Ropley í Hampshire, har hann
gjørdist virkin í lokalu søgu
skrivingini.
Eftir liva kona hansara Karen,
tveir synir og ein dóttir.
Nýtt flagg til
føroyingar
Tað er sjálvsagt nógv, ið kundi
verið skrivað um tíðina hjá Mason
í Føroyum.
Her skal so bert verða nevnt
okkurt høvuðsmál, og keldan er
Niels Juel Arge.
Tað var tann 12. apríl 1940,
at millum onnur skip krússarin
Suffolk kom á Havnina sum lið í
hersetingini av Føroyum.
Stutt eftir, at skipini komu á
Havnina, fór sjefurin fyri enska
hermannaliðnum Sandall oberstur
saman við útsendinginum
frá enska uttanríkisráðnum,
Frederick Cecil Mason, niðan
til amtmannin. Hann var av
ensku stjórnini settur at vera
konsul í Føroyum, so leingi
bretsku hermenninir vóru her á
landi. Hann kom tískil at vera
konsul saman við Valdemar
Lützen, sum hevði verið konsul
frammanundan. Her skal verða
skoytt uppí, at sum varakonslar
vóru útnevndir Mogens Lützen,
sonur Valdemar, og Robert
Brockie, breti sum búði í Føroyum.
Mason boðaði frá, at teir vildu
leggja seg eftir, at hersetingin
ikki skuldi hava so stóra ávirkan
á landsins dagliga lív og stýri, og
hann vónaði eitt gott samstarv
við Føroya Løgting.
Her var nóg mikið at taka sær
av. Eitt mál var umlegging av
búskapinum, so hann var meira
í samsvar við tann bretska.
Her var jú eisini talan um
peningaviðurskifti.
Eitt tað fyrsta mál, sum Mason
rendi seg í var flaggspurningurin
á føroyskum skipum. Tey sigldu jú
framvegis undir Dannebrog, sum
nú veruliga var eitt fíggindaflagg.
Hetta helt bretska flotaleiðslan
als ikki kundi bera til. Men
amtmaðurin saman við bretsku
politisku skipanini hildu fast við
Dannebrog.
Mason gav í fyrsta umfari boð
Mason hjálpti
føroyingum undir
krígnum
Tann 18. januar andaðist Sir Frederick Mason, 94 ára gamal. Hann var ein
lyklapersónur sum bretskur konsul tey fyrstu trý árini av bretsku hersetingini
av Føroyum í 1940. Óli Jacobsen lýsir her mannin, sum var dyggur stuðul hjá
føroyingum undir krígnum
Sir Mason
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Frederic Mason
Mason kom við Suffolk 13. apríl 1940