fríggjadagur 8. februar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 28 - 8. februar 2008
Saman við Eik
Grunninum fer eitt
felag undir Nordisk
Film í holtur við
ætlanina »Føroyskar
Søgur«, sum skal lýsa
tey seinastu 100 árini
í føroysku søguni.
Gerandisupplivingar
hjá føroyingum skulu
nú savnast saman og
gerast til film
Søga
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
- Far upp á ovastaloftið ella
út undir væðingina at leita
eftir gomlum filmsklippum.
Og boða so okkum frá!
Soleiðis ljóðar áheitanin
frá Eik Grunninum, sum
hevur sett sær hesa stóru
ætlanina fyri, og sum fer at
enda við eini fløguútgávu í
summar.
Tí sum teir siga: - Allir
føroyingar elska tær góðu
og gomlu søgurnar. Spurn-
ingurin er bara um høvið at
geva øðrum møguleika at
fáa kunnleika til tær.
Tey vita longu um, at
fleiri føroyingar eru áhug-
aðir í hesi ætlanini – og ikki
minst, at hópurin av tilfari
liggur burturgoymt á ymisk-
um støðum. Nú ynskja tey
at fáa alt hetta søguliga
tilfarið í ljósmála.
Her kann talan verða um
upptøkur av køksarbeiði,
føðingardøgum, umborð á
báti, í skúla, í kirkju, barna-
spæl og ungdómslív. Ætlan-
in er at knýta alt hetta sam-
an við brotum úr dagbókum
og bløðum, soleiðis at ein
samstundis kann lýsa tær
hugsanir og tær kenslur,
sum fólk hava havt hesi
seinastu 100 árini.
Tíðarætlanin fyri fram-
leiðsluni er ikki avgerandi.
Tey ynskja fyrst og fremst
at seta dygdina í hásætið,
og tí kann hugsast at ein
avgerð at útseta dagin fyri
útgávuna eitt sindur.
- Hetta skal verða ein
aktuell fløga í dag, og skal
eisini verða tað um 100 ár,
sigur Per Højgaard, sam-
skiftisráðgevi hjá Eik.
Væl umtókt
At geva slíkar fløgur út er
ikki ókent fyribrigdi í
grannalondum okkara og
heldur ikki í so stórum
landi sum USA.
Henda føroyska verkætl-
anin er gjørd við íblástri úr
»Danskernes egen Histo-
rie«, sum fevnir um eina
røð við 32 fløgum, og sum
eru seld í út ímóti 400.000
eintøkum. Bara Matador-
røðin er seld í fleiri ein-
tøkum.
- Vit hava stóran áhuga í
at fólk greiða okkum frá,
hvørjar upptøkur tey liggja
inni við. Vit ímynda okkum
at vit koma at brúka einar
100 ymiskar filmar.
- Hetta verður helst nóg
mikið til eina einstaka
fløgu.
Men
sjálvandi,
kemur munandi meiri inn
av góðum tilfari, so fáa vit
at síggja um tær ikki gerast
fleiri, sigur Troels Uhrbrand
Rasmussen, sum er stovnari
og
leiðari
á
Substanz
Nordisk Film, ið stendur
fyri tekniska partinum av
verkætlanini.
Allar upptøkurnar verða
savnaðar saman og kliptar,
og síðani verður eitt handrit
skrivað
av
søgukønum
fólkum.
Stjórin í Eik Banka,
Bjarni Olsen er somuleiðis
fegin um henda háttin at
lýsa søgu okkara. Hann
sigur soleiðis:
- Í eini tíð, har mentanar-
felagsskapurin gerst støð-
ugt meiri samansettur og
miðlavanarnir broytast, er
brúk fyri innliti í felags
fortíð okkara. Í hesi verk-
ætlanini verður greitt frá
fortíðini á ein lættan, trúver-
dugan og lætt atkomiligan
hátt.
- Fyri okkum er tað ein
stór gleði at vera við til at
miðla søguna og mentunar-
arvin, sigur Bjarni Olsen.
Verkætlanin fer at kosta
umleið 1 mió krónur. Av
hesum fer Eik Grunnurin at
lata sín part.
Nógv er skrivað um føroyska søgu. Nú er ætlanin at savna hesa søguna saman á eini fløgu, sum kemur út í summar. Á myndini Ólavur Jensen frá Eik Grunninum
(vinstrumegin) og Troels Uhrbrand Rasmussen, sum er stovnari og leiðari á Substanz Nordisk Film, ið skal standa fyri tekniska partinum av verkætlanini Føroyskar
Søgur
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroysk troyggja í Peoples Magazine
Danska topmodellin, Helena Christensen, sæst shoppa í føroyskum vármóta á
heimasíðuni, www.people.com. Á heimasíðuni stendur at lesa um myndina, at hon varð
tikin tann 6. februar. Altso dagin eftir, at Guðrun & Guðru høvdu drigið altjóða
mótaheimin heim í hangarin hjá Atlantic Airways. Saman við Josh Hartnett er Helena
farin at shoppa í góða várveðrinum. Og skrivað verður, at nú veðrið er somikið gott, hava
tey bæði latið vetrarklæðini liggja eftir heima, fyri heldur at fara í vármótan.
-mørk
Myndin, sum nú er at síggja á
www.people.com
Øll kunnu skriva
Føroya Søgu