fríggjadagur 8. februar 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 28 • 8. februar 2008
góvu hollendsku meistaraliðnum
góða mótstøðu.
- Ein kann siga, at Evropa Cup
er ein avbjóðing, sum manglar.
Men hinvegin so krevur tað, at
ein venur nógv um summarið, og
at liðið toppar í august. Ein slík
avbjóðing krevur eisini nógvar
menniskjaligar og fíggjarligar
ressursir. Nógv bingo og nógvir
lutaseðlir skulu til. Í hondbólti
er tað ikki, sum í fótbólti, at tú
ert tryggjaður ein fíggjarligan
minstavinning í samband við
Evropa Cup-luttøku.
Lærurík tíð í Slagelse
Frá august til desember í 2000
vóru Katrin á Neystabø og Jacklin
niðri í Slagelse. Hesa tíðina
vandu og leiktu tær við Slagelse,
sum tá hevði sett legendarisku
Anju Andersen í starv, sum
venjara. Talan bleiv um eina
ótrúliga strævna og læruríka tíð,
hóast Jacklin ikki fekk nógva
spælitíð á besta liðnum hjá
Slagelse.
- Vit vandu fýra ferðir um
vikuna. Vit vandu 2 tímar í høll,
og so ein tíma styrkisvenjing.
Umframt, at vit súkklaðu til og
frá venjing. Tað var ein ótrúlig
avbjóðing. Allir hinar vóru betri,
og tí mátti ein geva 120% fyri at
kunna fylgja við venjingunum.
Katrin hevði ikki mót uppá
meira, og Jacklin tímdi ikki at
verða einsamallur føroyingur, og
tí settu báðar nøsina heim aftur.
Eina stóra uppliving ríkari. Jacklin
saknar, at landsliðsarbeiðið hjá
kvinnunum er regluligari.
- Tað blívur ov langt ímillum
uppgávurnar. Tað er alt ov ofta,
at landsliðsleikarnir mugu byrja
alt av nýggjum, tá tað blívur ov
langt ímillum uppgávurnar. Men
nú hevur HSF lovað eitt meiri
regluligt landsliðsarbeiðið. Men
sjálvandi, tað krevur nógvan
pening.
Jacklin hevur upplivað nógv,
sum hondbóltsleikari, og vónar at
gerast enn eina stóra uppliving
ríkari í morgin. Tað hevur nógv at
siga fyri vestmenningar at vinna í
hondbólti. Eisini um ein leikar fyri
Kyndil!
- Vit hava ein møguleika ímóti Stjørnuni. Men tað krevur, at vit allar hava ein góðan dag, og at tær í Stjørnuni hava ein minni góðan dag, sigur Jacklin Durhuus
Mynd: Álvur Haraldsen
... um Challenge Trophy
Kappingin er bæði ring og góð. Dystir ímóti Italia, Finnlandi
og Bosnia við góðari mótstøðu geva meining. Men at vinna
81-1 á Albania er meiningsleyst. Tó kunnu mótstøðulið í
undankappingum, sum Danmark ella Noregi verða ov sterk.
Eitt millumting má verða best.
... um Anju Andersen
Anja er framúr. Hon er besti tekniski hondbóltsleikari í
søguni, hjá bæði monnum og kvinnum. Tað var keðiligt,
at hon mátti gevast alt ov tíðliga orsaka av hjartanum.
Sinnarlagið kundi verið frægari. Men hon var fitt ímóti
okkum í Slagelse. Eg síggi veruliga upp til hana.