Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 8. februar 2008 19 John (Jonn) Andreasen í Havn andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum týsdag­ in, 56 ára gamal. Anders A. Andersen, ættaður úr Lopra búsit­ andi á Strondum, andað­ ist á Landsjúkrahúsinum týsdagin 79 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum fríggjadagin kl. 18. Jarð­ arferðin verður úr Sjóv­ ar Kirkju leygardagin kl. 14. Sungið verður úr Sálmabókini. Svanhilda Poulsen við Neyst, Hvalba, andaðist á Suðuroyar Sjúkrshúsi mikukvøldið, 87 ára gomul. Farið verður úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygardagin klokkan 18. Jarðaferðin verður úr Vitninum sunnudagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Svanhildu kunnu lata Vitinum eina peninga­ gávu. Konta í Eik. Trygvi Vestergaard, ættaður úr Lopra búsit­ andi í Tórshavn, andað­ ist týsdagin, 60 ára gam­ al. Nikael Tomsen í Hoy­ dølum andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum týsdag­ in, 91 ára gamal. Bønar­ hald verður í Lands­ sjúkrahúskapellinum fríggjadagin kl. 16. Jarð­ arferðin verður úr Hoy­ víkar Kirkju leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minn­ ast Nikael, kunnu lata Hoyvíkar kirkju eina peningagávu. Andlát og jarðarferðir Dagurin 9. februar. Appolonia, deyð umleið ár 250. Ein kona í Aleksandriu, sum fyri trúar sakir varð pínd og dripin. Halgisøgan sigur, at hon fekk allar tenninar trektar út og varð síðani brend á báli. Hon er verndarhalgimenni hjá tannlæknum. Navnið er eftir grikska gudinum Apollon, hin ljómandi. 10. februar. Scholastica, deyð umleið ár 542. Tví­ burasystir Sankta Bænadikt, sum stovnaði eina munka­ skipan, sum skjótt kom víða um lond. 11. februar. Kongadagur. Ta náttina í 1659 søktu svensk herlið at Keypmannahavn, men atsóknin mis­ eydnaðist. Navnið kongadagur sipar til báðar kong­ arnar, sum stóðu á odda í stríðnum, tann danska Fríðrik III og tann svenska Karl X Gustav. Sagt varð, at versta tíðin til veður var millum konganna, tað er frá trettanda (teir tríggir heilagu kongarnir) og til kongadagin. Fyri trúar sakir varð pínd og dripin. Halgisøgan sigur, at hon fekk allar tenninar trektar út og varð síðani brend á báli. Hon er verndarhalgimenni hjá tannlæknum. Navnið er eftir grikska gudinum Apollon, hin ljóm­ andi. 50 ár Mikudagin 23. januar 2008 fylti Karl Vidtfeldt á Sandi 50 ár. Føðingardagurin verður hildin í Virkinum á Sandi leygarkvøldið 9. februar frá kl. 19, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tak Tak for alle blomsterne og den opmærksomhed, der var ved Regin Havn Rasmussens begravelse. Kærlig hilsen Birte Rasmussen med familie Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri sonur, bróðir, pápi og verfaðir John Andreassen andaðist á Landssjúkrahúsinum týsmorgun 5. februar 2008, 56 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum leygardagin 9. februar kl. 15.30. Jarðarferðinr verður úr Vesturkirkjuni sunnudagin 10.februar kl. 14.30. Fyri tey avvarðandi Ragnhild, Martin og synirnir Ímund og Áslak Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum, at okkara góði pápi, verfaðir, abbi og langabbi Nikael S. Thomsen andaðist á Landssjúkrahúsinum týskvøldið 5. februar 2008, 91 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Hoyvíkar kirkju leygardagin 9. februar kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Súsanna, Anna, Sølva og Ólavur Í staðin fyri blómur ella krans, kann ein gáva latast Hoyvíkar kirkju. Mikudagin 23. januar 2008 fylti Karl Vidtfeldt á Sandi 50 ár. Karl er kendur sum bæði ítróttar­ og vinnulívsmaður. Hann er útbúgvin bilmekan­ ikari, og dagliga rekur hann saman við konuni Bil­ & Maskinverkstaðin, og Stat­ oil støðina á Sandi, sum hann eigur saman við beiggja sínum Rólanti Vidt­ feldt. Saman hava teir eisini mjólkabilin og fleiri bussar, sum røkja rutuna í Sand­ oynni. Karl starvast eisini sum hjálparløgreglumaður. Hann hevur verið ein av B71 undangongumonnu­ num og varð longu sum 15 ára gamal formaður felag­ sins. Sum ótroyttiligur B71­ ari hevur hann havt stóran týdning fyri felagið og Sand­ oynna sum heild. Í nógv ár taldist hann eisini millum teir leikarar, ið vunnu felag­ num heiður. Hann var við tá teir vunnu við 3. deild­ arliðnum í 1986, við 2. deildarliðnum í 1988, og tá teir gjørdust føroyameistar­ ar í 1.deild í 1989. Innan ítróttin hevur Karl havt mong álitisstørv. Síðan miðskeiðis í 90­unum hevur hann verið partur av nevnd­ ini í FSF. Har fekk hann møguleikan at gera sína ávirkan galdandi í Fótbólts­ sambandinum. Hansara ídni og førleiki á nógvum ymiskum økjum hevur havt stóran týdning fyri før­ oyskan fótbólt. Eitt sereyð­ kenni við Karl er hansara lætta sinni og førleikin at síggja møguleikar heldur enn trupulleikar. Hóast rímiliga høgan fótbóltsaldur er Karl enn virkin í old boys fótbólti. Í fjør var hann partur av lið­ num, ið vann FM­heitið fyri fyrstu ferð. Karl er giftur við Annu Sofíu, f. Poulsen, úr Skop­ un, og eiga tey saman fýra børn: Eyðnu, Kristoffur, Jóhannu Mathildu og Elsu­ bet. Barnabørnini eru Mark­ us og Edit Simona. Føðingardagurin verður hildin í Virkinum á Sandi leygarkvøldið 9. februar frá kl. 19, har øll eru væl­ komin. Karl Vidtfeldt 50 ár Diamantbrúdleyp 14. februar 2008 kunnu Mathilda og FríðrikPoulsen Klaksvík halda 60 ára brúdleypsdag Dagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómansheimi frá kl. 18-23. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tíðin rennur sum streymur í á ... Karl Vidtfeldt við HM-steypinum hjá Italia. Myndin er tikin í Modena í Italia í fjør nøvn