Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 • 8. februar 2008 Vikuskifti 19 Frálíku húsini standa miðskeiðis í bygdini í fríum umhvørvi, við útsyni yvir bygdina, við Selatrað og Reyðafellstindi í baksýni. Fyrsta fatanin Fyrsta fatanin, tá íð tú koyrir niðan til húsini eftir hugnaliga bygdarvegnum, er at her er talan um eini snøgg hús, har alt er liðugt og væl hildið. Húsini Húsini eru sera væl hildin og í góðum standi. Meginparturin av miðhæddini er gjørd av nýggjum – niðasta hædd er øll innrættað – møguleiki er fyri at gera køk – og kann hon so nýtast sum sjálvstøðug íbúð. Ljós og luft Húsini standa frítt og væl fyri, í friðar­ ligum umhvørvi. Har er veðurgott og tú hevur útsýni yvir bygdina og Sunda­ lagið. Og stórsligið er útsýni yvur á Eysturoynna. Stílur og snið Rúmini eru snøgg, og alt er gjørt úr góðum tilfari. Tær nýtist einki stórvegis at gera, eitt sindur av máling kann gera undurverkir. Urtagarður og umhvørvi Húsini eru umgyrd av sera vøkrum og vælhildnum urtagarði við grasvølli, alskyns blómum og runnum, so ein fær eina kenslu at verða komin í ein annan aldingarð. Í urtagarðinum er snotiligur sólkrókur, har tú í friði og náðum kanst njóta løturnar við góðum veðri. Har er eisini eitt vakstrarhús við alskyns møguleikum. Næstu grannarnir eru vakra brúsandi áin og sparkivøllurin. Í nærumhvørvinum er eisini barnaskúli – dagstovnur og handil. Frálík hús í Hósvík, við góðum útsýni Fakta Húsini eru í 2 hæddum – samlað búvídd 202 fermetrar. Grundin er stoypt og ovara hæddin er klødd við timbur og takið er tjørupapp. Í ovaru hæddini eru, gongd, wc, baðirúm, 2 kømur, hjúnarúm, køkur, stova og hjallur. Í niðaru hædd er stórur durur, gongd, kamar, vaskirúm/kjallarúm, fýrrúm/goymslurúm, kamar/stova og baðirúm. Byggiár: 1979 Grundøkið er 1110 fermetrar til víddar