Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 28 - 8. februar 2008 tíðindi Nýggjastu ísfiskatrol­ ararnir í føroyska fiski­ skipaflotanum, Heyk­ ur og Falkur, loystu týsnáttina. Nú eru skjótt tveir mánaðir, síðan nýbygningarnir komu úr Spaniu Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu dagarnar hava ikki tær nógvu upsalandingarnar verið kring um landið. Fiskiskapurin hjá partrol­ arunum hevur ikki vignast so væl, og haraftrat hava lík­ indini verið óstøðug. Hinveg­ in hava fleiri línuskip verið inni og lagt veiðina upp, og í Klaksvík hava einir seks línubátar landað í gjár og í dag. Smáar nøgdir Á Faroe Seafood veit Jan Øregaard, sum stendur fyri innkeypi av fiski, at siga, at Rókur og Lerkur landaðu í Saltangará í gjár. Skipini høvdu stívliga 150.000 pund tilsamans, meginparturin upsi. ­ Rókur og Lerkur høvdu stuttan túr. Rókur og Lerkur fóru út seinasta leygardag og vóru longu inni aftur í gjár. Í dag landar djúpvatnstrol­ arin Eydna góð 100.000 pund í Havn. Eydna er fyrr­ verandi Vesturvarði. Jan sigur, at í løtuni eru øll skipini úti, og hann vænt­ ar, at Bakur og Stelkur landa í Saltangará mánamorgunin og Vesturbúgvin í Vest­ manna. ­ Vit vænta eisini Grøna­ nes og Vesturtúgvuna týsdag­ in. Annar landar vanliga í Vestmanna og hin í Havn, sigur hann. Heykur og Falkur Endiliga hava nýggjastu ísfiskatrolararnir í føroyska fiskiskipaflotanum loyst. ­ Heykur og Falkur fóru út týsnáttina, og hetta er soleið­ is fyrsti veruligi túrurin hjá hesum báðum skipum, síðan tey komu til landið úr Spaniu 11. desember í fjør. Jan Øregaard sigur, at tey nú vóna, at skipunum fer at gangast væl eftir ymiskar barnasjúkur og óhapp. ­ Nú skuldi alt verið í lagi, leggur hann aftrat. Óstøðugt veður og smáligur fiskiskapur Tey ætlaðu sær bara út at avmynda villar hestar, tá ið herviligt kavarok kom á tey vetur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hjúnini Thomas og Tamitha Garner í Utah í USA vóru farin ein túr í bili sínum saman við hundinum, Med­ usa. Ætlanin við ferðini, sum kom at vara í heili níggju samdøgur, var at avmynda villar hestar. Herviligt kavarok kom yvir tey, og bilurin stóð fast­ ur í kavanum. Tá ið fólk varnaðust, at tey ikki fingu fatur á hjúnunum, varð umfatandi leiting sett í verk. Men eingin visti, hvar hjúnini vóru. Seinast, nakar hevði sæð tey, keyptu tey bensin á bilin á eini bensin­ støð í lítla býnum Panaca. Nógvastaðni var ógjørligt hjá leitingarliðnum at náa fram í bili og ein av teimum, sum leitaði við kavaskutara, doyði undir leitingini, tá skutarin gjørdist fastur í kavanum. Hjúnini vórðu verandi í bili sínum, men tá ið dagar­ nir gingu og maturin, tey høvdu við sær, gekk undan, fóru tey úr bilinum og til gongu. Sambært AP­tíðind­ astovuni vóru tey bert í buksum og tunnum jakkum. Kortini yvirlivdu tey við at røra seg og kynda bál á leið­ ini. Tá ið tey høvdu gingið einar 25­30 kilometrar, fann ein maður, sum luttók í leitingini við traktori, tey burturblivnu, sum eingin hevði frætt frá í samfull níggju samdøgur. Hjúnini vórðu flutt á Val­ ley View Medical Center í býnum Cedar til viðgerðar og hava tað eftir umstøðu­ num gott. Hundurin Medusa, sum eisini var við á hesi ferðini, hevði tað eisini gott, skrivar AP. Funnin á lívi eftir 9 samdøgur í stórkava Týsnáttina loystu Heykur og Falkur. – Nú skuldi alt verið í lagi, sigur Jan Øregaard hjá Faroe Seafood Mynd: Jens Kr. Vang