fríggjadagur 8. februar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 8. februar 2008
21
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Vit hølva teir av
Alexandur Johansen
Strandingar hava
tey seinastu mongu
árini verið nærum
einaráðandi í steypa
kappingini hjá
monnum. Teir hava
verið eitt steypalið
burturav. Um viku
skiftið spæla teir
finalu móti Kyndli,
ið er mest vinnandi
liðið í føroyskari
hondbóltssøgu
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Um tað nakrantíð hevur
verið ein favorittur í einari
finalu, so er tað StÍF, tá teir
leygardagin fara at spæla
steypafinalu í Høllini á
Hálsi. Gamaní er Kyndil
mótstøðuliðið, og teir hava
vunnið kappingina oftast,
men fleiri ferðir í inni
verandi kappingarári hevur
StÍF víst hvussu man skal
vinna á Kyndli.
StÍF í serflokki
Gamaní er Kyndil mest
vinnandi liðið í føroyskari
søgu, men besta liðið í ár er
StÍF. Teir hava satt at siga
víst eina ræðandi styrki í
bæði landskappingini og í
steypakappingini. At teir eru
komnir
langt
í
steypa
kappingini, munnu nokk tey
fægstu
undrast
yvir,
tí
seinastu nýggju árini hava
teir verið í átta finalum. Í ár
verður tað tann níggjunda
innan tíggju ár. Hendan
sannroynd er ikki at vika, og
sigur tað ikki heilt so lítið
um, hvat vit kunnu vænta
okkum um vikuskiftið.
Styrkur til finaluna
StÍF hevur nógvar streingir
at spæla við, og júst hendan
breiddin í hópinum hevur
verið teimum til gagns í
mongum dystum. Skuldi
ein verið troyttur, er altíð
ein klárur at traðka til, og
tað er sera týdningarmikið
fyri liðið.
Í ár hevur liðið fingið
styrk í bakketuni við tveim
um dønum. Tað er høgri
bakkurin David Edvardsen
og Danni Syhler, ið er mitt
fyri. Júst hesir, saman við
Sveini
Justinussen
og
Borgari Danielsen, og ikki
at gloyma Marian Cirloga
nescu í málinum, staðið
sera stinnir í verjupartinum,
og tá so Danni Syhler hevur
víst seg at vera ein sera
dugnaligan
bóltfordeilari
eisini, hevur verið laga
manni hjá stórskjúttum,
sum Sveinur Justinussen og
David Edvardsen, at hótta
mótstøðuverjurnar.
Umframt styrkin úr Dan
mark, hevur venjarin hjá
StÍF, Claus Rasmussen valt
at taka tveir gamlar kenn
ingar við til finaluna. Talan
er um Alexandur Johansen
og Paula G. Hansen. Í
báðum førum er talan um
menn, ið hava spælt fótbólt
í summar og haðani hava
fingið skaðar at drigist við.
Men hesir tykjast at vera
klárir aftur nú. Báðir hava
teir drúgvar royndir innan
hondbólt á hægsta støði.
Fyrsta finalan
var í 1999
Vit hava fingið orðið á Alex
andur Johansen, og fingu
hann at meta um vónirnar
undan finaludegnum um
vikuskiftið.
Eg meti at vit fara til
Havnar
leygardagin
og
hølva Kyndil av. Vit hava
tað besta liðið í Føroyum í
ár, og tað sigur stigatalvan í
landskappingini eisini, sig
ur ein avgjørdur Alexandur
av Skála hóskvøldið. Alex
andur metir ikki at tað
Kyndil hevur nakran møgu
leika móti sterka StÍF
liðnum, og at tað tí bert
kann gerast ein vinnari.
Alexandur
Johansen
spældi sítt fyrsta kapping
arár afturi í 199798, sum
17ára gamal, og hann
minnist aftur á steypafinal
una í 1999, ið var hansara
fyrsta.
Eg brendi í einari avger
andi løtu, og so taptu vit
við einum máli 2423 móti
vestmenningum. Tað føldist
ræðuligt tá, men síðani havi
eg megnað at skora, sigur
Alexandur skemtandi.
Vónar at hann
ikki skal spæla
Alexandur sigur seg vóna,
at hann og Pauli, ikki fáa
nakað serligt av spælitíð í
finaluni, tí, sum hann sigur;
So merkir tað, at alt
gongur sum ætlað. Vit báðir
eru bara við fyri at geva
venjaranum meiri streingir
at spæla við. Um stígur
kemur í, ella okkurt tílíkt,
og tí vóni eg ikki, at vit
koma at hava ein stóra
leiklut. Tað er altíð deiligt
at spæla eina finalu tó, men
at liðið vinnur, hevur størri
týdning fyri meg, enn at eg
sjálvur sleppi at spæla,
sigur ein avgjørdur Alex
andur Johansen, ið mangan
hevur verið við til at avgjørt
finalur til fyrimuns fyri
StÍF.
Hvussu fer at ganga leyg
ardagin, fer bert tíðin at
vísa. Og sum skilst, verður
tað ikki á áskoðarapláss
unum, at strandingar fara at
tapa. Teir hava skipað fyri
bussferðum til finaluna, og
vænta sær eina rúgvu av
bæði sjónligum og mælsk
um StÍF fjepparum.
Góðan dyst.
StÍF vil hevna seg
StÍF eru rættuliga stórir favorittar til finaluna leygardagin, og tað dylur Alexandur heldur
ikki fyri. Hann ætlar sær at hølva Kyndil av. StÍF og Kyndil hava møtt hvørjum øðrum í
steypakappingini tvær ferðir áður, í 1995 og 2003, og báðar ferðirnar hevur Kyndil vunnið. So
strandingar vilja helst broyta hesa gongdina, ongantíð ov skjótt
MÓTTØKA
Í sambandi við stjóraskiftið á
P/F
Tórshavnar
Skipasmiðju
1.
februar
verður
almenn
móttøka
fríggjadagin
tann
00
00
15. februar 2008 kl. 15
- 17
í
nýggja
smiðjubygninginum
niðri á bryggjuni.