fríggjadagur 8. februar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 21
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað hevur stóran
týdning fyri føroyska
málið at veruliga
góðar bøkur verða
týddar til føroyskt,
heldur Ása H.
Ellefsen, ið nú hevur
týtt Die Nacht von
Lissabon eftir heims
kenda høvundan
Erich Maria
Remarque til
føroyskt
Týðing
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Føroyskar týðingar av heimskend
um rithøvundum er ikki nakað,
vit síggja á hvørjum degi. Tí var
tað serliga forkunnugt, tá bókin
Náttin í Lissabon, ið er týðing
av Die Nacht von Lissabon eftir
mæta týska høvundan Erich
Maria Remarque var at finna
millum mongu útgávurnar, sum
komu út undan jólum.
Tað er Ása H. Ellefsen, lærari
og sálarfrøðingur, ið gjørdist
so hugtikin av filosofiska tanka
heiminum í bókini, at hon gjørdi
av at týða hana til føroyskt.
Heilt serlig søga
Die Nacht von Lissabon er ikki
ein av mest kendu bókunum hjá
Erich Maria Remarque, sum tey
flestu munnu seta í samband
við klassikaran, Intet nyt fra
Vestfronten. Sjálv hevði Ása H.
Ellefsen eisini lisið meginpartin
av ritverkinum hjá Remarque,
áðrenn hon fekk Die Nacht von
Lissabon upp í hondina fyri
nøkrum árum síðani.
Onkursvegna talaði bókin til
mín alt fyri eitt. Ikki bara tí sjálv
søgan er spennandi, men kanska
serliga tí hon nemir við nakrar
sera áhugaverdar sálarfrøðiligar
og filosofiskar spurningar, sigur
Ása H. Ellefsen.
Søgan byrjar eitt myrkt kvøld
í 1942. Á eini kei í Lissabon
stendur ein maður og starir at
einum skipi. Maðurin er týskur
emigrantur, og mál hansara er
Amerika, men hann hevur hvørki
innferðarloyvi ella pening.
Við eitt kemur ein fremmandur
og bjóðar honum tveir
ferðaseðlar. Hann skal eiga teir,
men við eini treyt. Hin fremmandi
vil ikki vera einsamallur hesa
náttina, og hann vil sleppa at siga
sína søgu fyri onkrum – søguna
sum byrjar, tá hann flýggjar úr
Osnabrück í 1933, og endar hetta
kvøldið í Lissabon – seinasta
vónin hjá øllum europeiskum
flóttafólki.
Konuna, sum hann elskaði,
og sum skuldi koma við honum,
hevur hann mist, og skipið skuldi
havt verið teirra bjarging.
Einsamalla
menniskjað
Náttin í Lissabon manir fram
ta hugsan, at sum menniskju
standa vit altíð einsamøll í
síðsta enda. Menniskju kunnu
elska hvørtannað, men ongantíð
eiga eitt annað menniskja. Tí
ber heldur ikki til at missa eitt
menniskja, sjálvt um tað kennist
so, greiðir Ása H. Ellefsen.
Tann fremmandi heldur sína
kærleikssøgu vera so vakra, at
hann má siga hana fyri onkrum,
so hon ikki doyr við honum. Men
sjálvt um maðurin, hann ætlar
at siga sína søgu fyri, sjálvur
hevur upplivað ræðuleikarnar og
vónloysið í krígnum, standa báðir
sum einstaklingar, tá saman um
kemur. Og so leingi, hann bara
sigur sína søgu fyri hesum eina
persóninum, hvørvir hansara søga
jú kortini, tá hesin einaferð doyr,
hugleiðir týðarin, sum kortini ikki
lýsir bókina sum dapra. Heldur
er hon tankavekjandi í mátanum,
hon lýsir menniskju, teirra gleði
og sorg og kærleikan millum tvey.
Traðka varisliga
Arbeiðið við at týða Die Nacht
von Lissabon hevur mest verið
eitt ítriv hjá Ásu H. Ellefsen, sum
ikki hevur týtt skaldsøgur fyrr. Nú
týðingin var komin so væl ávegis,
helt hon, at hon skuldi royna at
geva hana út.
Eg havi altíð havt stóran
áhuga fyri máli og eri ikki í iva
um, at tað hevur stóran týdning
fyri føroyska málið, at veruliga
góðar bøkur verða týddar til
føroyskt. Ikki tí, vit eiga avgjørt
góðar føroyskar høvundar, men vit
eru so fá, at vit kunnu ikki vænta,
at bøkur á klassikarastøði stinga
seg upp við jøvnum millumbilum,
sigur Ása H. Ellefsen, sum valdi
at týða bókina beinleiðis úr
týskum.
Vandin fyri, at okkurt hvørvir,
ella tú ikki rakar rætta stílin er ov
stórur, um tú týðir umvegis eitt
annað mál, heldur hon.
Hóast Ása H. Ellefsen er
sannførd um, at tað ber til at siga
alt á føroyskum, um vit kenna
málið nóg væl, mást tú altíð vera
varin, tá týtt verður úr einum
fremmandum máli.
Tað ber til at siga hvat sum
helst á føroyskum, tá tú sigur
tað út frá tær sjálvari. Men tað
verður beinanvegin truplari, tá
tú skalt siga nakað á føroyskum,
sum onkur annar upprunaliga
hevur hugsað og sagt á einum
øðrum máli. Tá mást tú traðka
sera varisliga, sigur Ása H.
Ellefsen.
Náttin í Lissabon
á føroyskum
Erich Paul Remark varð føddur
í Osnabrück í Týsklandi í
1898. 18 ára gamal varð hann
innskrivaður í herin, og 19
ára gamal var hann sendur til
vestara krígsmótið, har hann
varð særdur. Hann varð sendur á
sjúkrahús í Týsklandi, og har var
hann restina av krígnum.
Eftir kríggið broytti hann
eftirnavnið til Remarque, sum
hevði verið familjunavn, til abbin
varð noyddur at broyta tað vegna
týska fremmandaræðslu.
Í 1929 gav hann út sína
kendastu bók, Am Western nicht
neues, undir navninum Erich
Maria Remarque – Maria eftir
mammuni.
Í 1933 brendu nasistarnir
bøkur hansara og førdu fram, at
hann var ættaður frá fronskum
jødum við navninum Kramer
(Remark stavað aftanífrá).
Erich Maria Remaque hevur
skrivað fleiri bøkur um báðar
veraldarbardagarnar. Millum
tær seinastu var Die Nacht von
Lissabon, ið kom út í 1963.
Erich Maria Remarque doyði
í 1970.
- Føroyska málið røkkur til at siga alt, bara vit kenna málið nóg væl,
heldur Ása H. Ellefsen, lærari og sálarfrøðingur, sum júst hevur týtt týsku
skaldsøguna ”Die Nacht von Lissabon” til føroyskt
Mynd: Jens K. Vang
Nr. 28 • 8. februar 2008