fríggjadagur 8. februar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 28 - 8. februar 2008 ]
Gunnar aftur í EB/Streymi
Eftir eitt ár á Toftum hevur Gunnar á Steig aftu gjørt sáttmála við
EB/Streym. Gunnar, sum annars er klaksvíkingur, var í seks ár
knýttur at EB/Streymi. Tey fyrstu knøppu fýra árini sum fyrstimál
verji, men tá hann sleit hælsinuna fekk EB/Streymur fatur á René
Tórgarð, og hann hevur so verið fyrsta val síðani. Gunnar vardi í
fjør málið hjá B68, sum vann kappingina í 1. deild, men nú er hann
so aftur í EB/Streymi.
Stjørnu-bussar
Eins og hjá StÍF, so eru tey í Stjørnuni eisini hampuliga von
við at skipa fyri útferð og upphiting til steypafinalu. Tað
gera tey eisini hesaferð, og á Norðlýsinum verðu sagt frá, at
bussar koyra úr KÍ høllini klokkan 11 leygardagin. Meldast
skal tó til ferðina, og eigur hetta at verða gjørt í seinasta lagi
fríggjakvøldið.
Um vikuskiftið verða
steypafinalurnar í
hondbólti spældar,
og hjá monnunum
eru tað Kyndil
og StÍF, ið bresta
saman. Kyndil hevur
vunnið kappingina
flest ferðir, við átta
sigrum, men seinastu
nógvu árini hava
StÍF hála seg upp
á seks finalusigrar.
Bæði liðini eru von
at vinna, og hava
royndir á hesum
støði, so tað verður
eitt brak
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Fyri triðju ferð bresta tey
bæði mest vinnandi liðini í
føroyskari steypasøgu sam
an, og báðar tær undanfarnu
ferðirnar hava havnamenn
drigið longra stráðið (í
1995 og 2003), men í ár
mugu strandingar metast
sum stórir favorittar.
Greiður favorittur
Sambært Janusi Einar Sør
ensen hjá Kyndli, er ongin
ivi um at gestirnar av Strond
um eru favorittar í steypa
finaluni um vikuskiftið.
Teir hava hølvað okkum
av í fleiri dystum, fyrr í ár,
og tískil mugu teir av røttum,
metast sum favorittar, sigur
Janus Einar Sørensen, ið er
ein av royndu leikarunum á
Kyndlaliðnum.
Gjøgnumbrotið
hjá Janusi
Janus Einar er vorðin 27
ára gamal, og hann hevur
nógvar royndir á besta
Kyndlaliðnum.
Mangan
hevur hann bart og tikið tey
tungu tøkini, men soleiðis
er at vera strikuspælari.
Í kappingarárinum 1999
2000 hevði Janus Einar sítt
stóra
gjøgnumbrot,
og
serliga
í
steypafinaluni
móti grannunum úr Neist
anum minnist hann aftur á
við stórari gleði.
Kyndil vann finaluna við
tveimum málum 2220,
men tað sá ikki ov væl út
hjá teimum grønlittu allan
dystin. Janus minnist aftur,
at venjarin Sofus tók time
out, tá 16 minuttir vóru
spældir av øðrum hálvleiki,
tí tá vóru Kyndil aftanfyri
Neistan við átta málum.
Eftir hetta byrjaðu kyndils
menn at skora, meðan
neistamenn hinvegin byrj
aðu at brenna, og heilt
skjótt vendist eitt hóttandi
tap, til gleðisróm av teimum
heilt stóru, og sjampanju
propparnar poppaðu upp úr
øllum heraðshornum.
Tað var ein fantastisk
løta, og heilt víst nakað, eg
altíð fari at minnast aftur á,
sigur Janus Einar, og leggur
afturat, at hann onki hevur
ímóti at endurtaka hetta
bragd móti StÍF.
Nervarnir hanga
uttaná
Janus Einar ásannar, at nerv
ar eru millum leikararnar,
og tað skulu tað helst eisini
vera, sigur hann. Hann
sigur eisini at leikararnar
gleða seg, til nokk størstu
einstøku føroysku ítróttar
hendingina,
og
at
um
sigurin skal hálast heim, so
skulu teir standa sterkir í
verjuni, tí tað er oftast
haðani,
at
grundarlagið
verður lagt fyri einum sigri.
Hann vil ikki útnevna
nakran serligan leikara á
liðnum sum profil, men vil
heldur siga, at teir hava
nakrar spennandi streingir
at spæla á.
Viðvíkjandi
mótstøðu
liðnum, metir Janus Einar,
at teir skulu hugsa seg væl
um, og vera kaldir í
avgerandi løtunum, um teir
skulu kunnu koma gjøgnum
sterku bakketuna hjá StÍF.
Janus Einar er sannførdur
um, at tá dysturin er liðugur
leygardagin, tá eru tað
kyndlamenn, ið fegnast um
enn ein finalusigur. Livst
so spyrst.
Triðja finala móti StÍF
Finalur frá 1984-2006
Ár
Dystur
Úrslit
1985
VÍFKyndil
3224
1986
KyndilKÍF
2423
1987
KyndilNeistin
2114
1988
VÍFKyndil
1615
1989
VÍFKyndil
2119
1990
KyndilVÍF
1918
1991
KyndilNeistin
2217
1992
NeistinKyndil 1514
1993
VÍFNeistin
2218
1994
NeistinVÍF
2524
1995
KyndilStÍF
3224
1996
KyndilVÍF
2918
1997
VÍFKyndil
2521
1998
H71Kyndil
2320
1999
VÍFStÍF
2423
2000
KyndilNeistin
2220
2001
StÍFVÍF
3229
2002
StÍFNeistin
3028
2003
KyndilStÍF
2625
2004
StÍFH71
3430
2005
StÍFVÍF
2823
2006
StÍFVÍF
2422
2007
StÍFVÍF
2625
Vinnarar 1984-2006
Kyndil
8
VÍF
6
StÍF
6
Neistin
2
H71
1
Janus Einar Sørensen metir at
StÍF eru stór favorittar, men
hann og liðfelagar hansara ætla
sær at vinna