fríggjadagur 8. februar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 • 8. februar 2008
Vikuskifti
22
Hóast ikki øll arabisk skúlabørn
hava verið ígjøgnum nakra
PISA-kanning (Tunis, Qatar og
Jordan eru undantikin), verður tað
kannað í útbúgvingarskipanum
í Miðeystri og Norður Afrika.
Heimsbankin hevur jú veitt
fleiri londum har lán til stórar
ætlanir, eisini innan skúlaverk. Í
ljósinum av hesum samstarvinum
hevur Heimsbankin savna
kanningarúrslit saman og
kunngjørt tey. Frágreiðingin ber
heitið »The Road not Traveled«
ella »Hin ógingna leiðin«. Har
verður staðfest, at nógv er eftir at
gera fyri at útbúgving kann gerast
mennandi fyri samfelagsbúskapin
í ymsu arabisku londunum,
og á somu tíð peikar mann
á at útbúgvingarskipanirnar
ikki hava framleitt tað, sum
arbeiðsmarknaðurin tørvar, og
at arbeiðsmarknaðurin ikki er
nóg útviklaður til at taka ímóti
útbúnu arbeiðskraftini. Í mun til
heimspartar sum Asia og Latín
Amerika, so haltar arabiski
heimurin aftaná. Dentur verður
lagdur á, at manglar, sum
hava tilknýti til motivatión hjá
næminginum (virknari luttøku
eisini við foreldrum og størri
samsýning við loknan lestur
við fleiri arbeiðsmøguleikum)
einu megin og hinumegin, skulu
myndugleikunum ábyrgdast fyri
almenninginum (og ikki umvent),
hesar eru útbreiddar forðingar.
Døpur útlit
Mannatilfeingi hevur serliga
nógv at siga fyri framburð og
búskap í tí arabiska heiminum.
Tí burtursæð frá tí nógvu oljuni,
nærum 70 % av heimsins
oljukeldum, so hava londini lítið
annað virðismikið náttúrutilfeingi.
Og afturat hesum kemur tað, ið
helst hevur størri og ein meiri
bráðfeingis týdning, nevniliga
arbeiðsloysi.
Í 60% av øllum fólkatalinum í
økinum er undir ein 30 ára aldur
– og yvir tey komandi 10 – 15
árini verður tað ein tørvur á upp
ímóti 100 milliónir størvum, sigur
Marwan Muasher, ein talsmaður
hjá Heimsbankanum, við BBC.
Og hann leggur afturat við einum
setningi, ið ikki so sjálvdan hevur
verið frammi í føroyska almenna
kjakinum: - Um vit skulu skapa
hesi arbeiðsplássini, so skulu vit
byrja við útbúgving!
Hesi turru hagtøl, kunnu væl
boða frá politiskum ófriði og
fólkaflyting, ið hevur uppruna í
arbeiðsloysi millum tað yngra
ættarliðið, ið er á veg. T.d. eru
summar forsøgnir, ið siga, at
oljan hjá einum landið sum Sýria
fer at renna út uml. 15-20 ár. Tá
ið hetta hendir er ilt at siga, hvat
kann henda. Útlitini eru ikki bjørt.
Seinastu 50 árini
Miðskeiðis í 20 øld varð av álvara
Miðeystur &
útbúgving
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Rættarmál í Danmark
um yvirgang
Í rættarmálinum har ein dani eru undir illgruna fyri at hava ætlað at fremja
fyrireikingar til yvirgangsatsókn verður væntað at nýggjar upplýsingar koma
fram í næstum. Hin frammanundan svenskt/bosniski dømdi »Maximus«
hevur játta seg til at blíva avhoyrdan fyri rættinum. Undir ákæru í hesum
málinum, kallað »Glostrup málið«, situr EH. Hesin hevur sambært ákærunum
samstarva við Maximus í fyrireikingum til yvirgang. Verjin hjá EH sigur
hinvegin, at nýggjar upplýsingar fara at hava stóran týdning fyri málið.
Ein arabisk
PISA
Heimsbankin gav í vikuni út eina umfatandi
frágreiðing um útbúgving í arabiska heiminum. Har
sagt verður, at arabiski heimurin fellur afturút, tá ið
tað snýr seg um dygd. Ávarað verður um framtíðina
og stórar avbjóðingar, ið koma at standast av
arbeiðsloysi. Arbeiðsmarknaðurin verður settur í
sentrum. Eitt alt meira sjónligt glopp er nevniliga
framkomið gjøgnum síðstu árini millum útbúgving og
arbeiðsmarknaðin
Jordan og Kuvait liggja ovast í metingum hjá
Heimsbankanum sum lond í økinum við góðum úrslitum, sum
fylgja av broytingum innan skúlaverkið. Djibouti, Yemen,
Irak og Marokko liggja niðast – hetta er í mun til atgongd til
skúla, effektivitet og dygd í útbúgvingini.
Fakta