leygardagur 9. juni 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 108 - 9. mai 2001
Nr. 108 - 9. mai 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Um fólk ongastaðni
hava at fara, ber til at
leiga seg inn í
smátturnar, sum
standa oman fyri
Kvívík
ÍBÚÐARNEYÐ
Eirikur Lindenskov
Kári Thomsen, arkitektur í
Havn, sum eigur smáttur-
nar, sum standa oman fyri
Kvívík, hevur tikið til
eftirtektar trupulleikarnar
hjá teimum, sum einki stað
hava at búgva í – serliga í
Havn.
– Um fólk standa á
gøtuni, so kunnu tey sleppa
at búgva í smáttunum fyri-
bils. Har eru góðar umstøð-
ur, allir hentleikur, enn tá
vaskimaskina, sigur Kári
Thomsen.
Hann sigur, at smátturnar
vanliga
verða
leigaðar
fremmandum ferðafólki,
men enn er ikki so nógv
trýst á.
– Um onkur ynskir at
búgva her fyribils, so
kunnu vit altíð tosa um tað,
sigur hann.
Smátturnar
eru
ikki
stórar, 27 fermetrar, men
har er alt, og eitt lítið húski
kann saktans klára seg har
nakrar dagar, sigur Kári
Thomsen.
Hann sigur, at fólk longu
hava sett seg í samband við
seg – og at hann fegin hýsir
fólki, sum eru í neyð, um
enn ikki fyri sama prís, sum
ferðafólk gjalda – men tað
kunnu vit altíð tosa um.
Tey, ið hava áhuga,
kunnu ringja til Kára
Thomsen
á
telefon
311319.
Bjóðar fólki í íbúðarneyð
fyribils innivist
KUNNINGARTØKNI
Eirikur Lindenskov
Nýggja telefelagið Kall og
Postverk Føroya hava gjørt
avtalu um samstarv um
teldupost.
Avtalan millum Postverk
Føroya og Kall hevur við
sær, at kundar hjá Kall fáa
teldubústað sín røktan av
Postverki Føroya.
Í
tíðindaskrivi,
sum
Bergur í Garði, postverks-
stjóri og Bjarni Askham
Bjarnason, stóri í Kall hava
undirskrivað, verður sagt,
at Postverk Føroya hevur
góðar royndir í at umsita
posthús, bæði vanlig og
teldutøk.
– Kallfelagar fáa nú
boðið ókeypis teldupostbú-
staðir, sum liggja á post-
húsinum Kall.net, sum
Postverk Føroyar røkir. Av-
talan, sum er gjørd, fær
gildi frá 1. juni 2001, siga
teir báðir.
Við hesum hevur Post-
verk Føroya eisini traðkað
inn í fjarskiftisheimin, og
Postverkið væntar, at sam-
starvið við Kall fer at hava
við sær aðrar møguleikar
fyri samstarvi, t. d. sølu av
kalltænastum, umsitan av
alnetshandilshúsum o. s. fr.
verður sagt í tíðindaskrivi
frá stjórunum báðum.
Kall og Postverkið
samstarv um teldupost
Bátafelagið í Havn
skipar í kvøld fyri
»dans på brygga«
framman fyri
felagshølunum undir
Bryggjubakka
DANSUR Á
BRYGGJUNI
Eirikur Lindenskov
Nú næturnar eru styttur
burtur í nærum einki, fer
Bátafelagið í Havn aftur at
skipa fyri dansitiltakinum,
»Dans på bryggen«, har til
ber hjá fólki í øllum aldir at
fáa sær ein svingom á
bryggjuni í Vágsbotni í
Havn.
Tiltakið byrjar í kvøld,
leygarkvøldið, klokkan 21,
og verður dansurin bæði
góður og fjølbroyttur, siga
fyrireikararnir. Tað verða
Jentoft og vinmenn,s um
fara at spæla, og Tøkum
Lætt skipar nakrar lættar
vísur og kanska okkurt
kvæði.
Men ikki nóg mikið við
tí.
– Hóast vit fara at brúka
nogva orku til at sveima
runt dansigólvið, so nýtist
ongum at óttast fyri makt-
arloys. Tí umborð á Tinga-
nesi, sum liggur beint undir
bátafelagshúsinum, verður
møguleiki at keypa sær
vælsmakkandi búffar at
styrkja seg við, siga fyri-
reikararnir.
Eisini fæst kaffi, te,
sodavatn, vaflur o. a. til
matna.
Umframt
tað
verður
møguleiki at vinna eina
ferð fyri tvey til Bergen og
aftur.
Í fjør vóru ávísir trupul-
leikar við toilettviðurskift-
unum, men í ár nýtist
ongum at stýra fyri tí – nú
verða tey viðurskiftini í
lagi.
So um veðrið er gott, og
fólk í góðum dansihýri, so
verður »dansurin á bryggj-
uni« hesaferð sum seinast:
Avbera
hugnaligur
og
skemtiligur, siga fyrireik-
ararnir.
Bryggjudansur í Vágsbotni í kvøld
Í Igloo’unum hjá Kára
Thomsen, arkitekti, oman
fyri Kvívík, ber til hjá fólki í
íbúðarneyð at fáa fyribils
innivist
Dansurin gekk so lystiliga til
dansitiltakið í fjør, og vóna
fyrireikararnir at hetta
endurtaka fer at endurtaka
seg
Tøkk
Vit takka øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi,
tá kæra móðir okkara
Lovisa Nielsen
varð sjúk, doyði og varð jarðað
Tøkk til Ellisheimið fyri tíðina har.
Tøkk til bilførarar og onnur, ið steðgaðu á
og sýndu virðing á tann hátt.
Gunvør, Øssur, Olaf, Rodmundur
C
M
Y
K
3
2