leygardagur 9. juni 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 108 - 9. mai 2001
Nr. 108 - 9. mai 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Hann hevur fingið
400 talv hjá føroysku
landsliðnum
sendandi, so hann
kann verða væl
fyrireikaður til
talvdystin
sunnudagin
KONGURIN
Eyðun Klakstein
Í gjár kom kongurin til
landið.
Talan er ikki um bók-
staviliga kongalig vitjan,
men hinvegin um heimsins
mætasta telvara, Garry
Kasparov.
Maðurin, sum er telvarin
fram um allar aðrar í
heiminum, vitjar í Føroyum
um
vikuskiftið,
og
á
skránni eru tveir dystir.
Kasparov hevur fyrireik-
að seg væl til Føroya-
ferðina, tí fyri nøkrum vik-
um síðani bað hann for-
mannin í talvsambandinum
um at fáa sendandi so nógv
talv sum gjørligt hjá teim-
um, sum telva á føroyska
landsliðnum.
Orsøkin til hetta er, at
Kasparov
telvar
ímóti
landsliðnum
í
Norður-
landahúsinum, og hann ætl-
ar sær at verða væl fyri-
reikaður til hesa uppgáv-
una.
– Eg var eitt sindur
kløkkur, tá hann bað um at
fáa tey mongu talvini hjá
landsliðnum, men í grund-
ini er hetta ikki so løgið.
Kasparov er kendur fyri at
verða væl fyrireikaður, og
tað er eisini tí, at hann er
heimsins besti telvari, sigur
Rani Nolsøe, formaður í
Talvsambandi Føroya.
Tvær stórar uppgávur
Kasparov fer at halda norð-
oyastevnu
leygardagin.
Hann vitjar í Klaksvík, og á
skránni er eisini simul-
tantalv ímóti 25 telvarum.
Um tað viðrar, verður
hetta tiltakið í Vágstúni.
Verður veðrið ikki til vild-
ar, verður tað flutt í Skálan.
Sunnudagin er dysturin
ímóti sterkastu føroysku
telvarunum
á
skránni.
Hesin dysturin verður í
Norðurlandahúsinum
í
Havn.
Kasparov fær 90 minuttir
tilsamans til øll talvini,
meðan telvararnir á før-
oyska landsliðnum fáa 60
minuttir hvør.
– Hetta verður ein spenn-
andi dystur, tí um øll talvini
gerast drúgv, so kann tað
verða ringt hjá Kasparov at
halda skil á so mongum
talvum í senn, sigur Rani
Nolsøe.
Flentu at
hugskotinum
Ferðin hjá Kasparov kom í
lag, eftir at formaðurin í
Talvsambandinum
hitti
Kasparov í Íslandi í fjør.
– Nakað áðrenn høvdu
vit sitið í Talvsambandinum
og tosa eitt sindur, um tað
ikki hevði borið til at gjørt
okkurt stórt talvtilak í
Føroyum. Tá nevndi onkur,
at tað hevði verið stutligt at
fingið Kasparov til Føroya.
So flentu vit eitt sindur og
hildu tað verða fínt hug-
skot, greiðir Rani Nolsøe
frá.
Men tað sum tóktist
veruleikafjart fyri mong
kom nærri veruleikanum,
eftir at Rani Nolsøe fekk
samband við Kasparov og
umboðsmann hansara undir
eini talvkapping í Íslandi.
Alt endaði við, at Kaspa-
rov segði seg vilja koma til
Føroya.
– Tá eg tosaði við hann í
Íslandi, og eg segði, at eg
var úr Føroyum, hugsaði
hann seg eitt sindur um og
svaraði: Føroyar, liggja tær
ikki
eystanfyri
Ísland.
Hann er ein sera upp-
merksamur persónur, sigur
Rani Nolsøe.
– Vit hava fingið eitt sera
gott samstarv við vinnu-
lívið, og tað hevur gjørt
hetta tiltakið gjørligt. Ikki
minst at Føroya Sparikassi
vildi verða høvuðsstuðul
fyri vitjanini.
Fekk bilbukt vil
Kramnik
Hóast Kasparov ikki í
løtuni er heimsmeistari, er
tað eingin, sum ivast í, at
hann er heimsins sterkasti
telvari. Hann hevur júst
luttikið í eini sera sterkari
kapping í Kasakstan, og her
telvaði hann ímóti heims-
meistaranum, Kramnik, í
avgerandi talvinum í kapp-
ingini.
Kramnik hevur gjørt sær
eina tiltikna sterka verju-
skipan, sum Kasparov ikk
hevur klárað at brotið – fyrr
enn nú. Í einum framúr
talvi eydnaðist tað Kaspa-
rov at bróta sterku verjuna
hjá Kramnik og harvið
vinna bæði talvið og kapp-
ingina.
– Kasparov er tí helst í
sera góðum lag, nú hann
kemur til Føroya beint eftir
hesa kappingina, sigur Rani
Nolsøe.
Talvkongurin fer av land-
inum aftur týsdagin.
Kasparov fyrireikað seg væl
Kasparov er heimsins sterkasti telvari, og hann hevur júst
vunnið talv ímóti heimsmeistaranum. Í Føroyum er millum
annað dystur ímóti talvlandsliðnum á skránni
Trygdarmiðstøðin í
Klaksvík hevur
ovmikið at gera, og
um eina viku hava
teir fyrsta skeiðið fyri
fólk í alivinnuni
TRYGD
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Trygdarmið-
støðin í Klaksvík hevur
higartil í ár havt eins nógv
fólk á skeiði, sum teir
høvdu alt árið í fjør.
Nógv sjófólk eru til van-
ligu trygdarskeiðini, men
Trygdarmiðstøðin
hevur
eisini fleiri onnur skeið á
skránni.
Nýggjasta skeiðið er eitt
fyri fólk í alivinnuni. Hetta
skeiðið verður fyrstu ferð
hildið um eina viku, og
kann fara at gerast eitt
afturvendandi skeið.
Skeiðið fyri fólk í ali-
vinnuni er lutvíst eitt van-
ligt trygdarskeið, men dent-
ur verður lagdur á viður-
skifti, sum serliga eru gald-
andi í alvinnuni. Skeiðið er
gjørt í samstarvi við SIN-
TEF í Noregi.
Trygdarmiðstøðin um-
hugsar at skipa fyri øðrum
skeiðum eisini, og møgu-
liga verður í framtíðini
skipað fyri skeiðum fyri
fólk, sum arbeiða í ávísum
vinnum á landi.
Trý fólk eru í føstum
starvi á Trygdarmiðstøðini,
men harafturat undirvísa
eisini aðrir tímalærarar á
skeiðunum.
Trygdarmiðstøðin í Klaksvík
hevur úr at gera við at skipa
fyri trygdarskeiðum av
ymsum slagi
REPORTASJA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Hendan greinin skuldi ver-
ið skrivað fyrr í vár, tá
myndin varð tikin, tí er kavi
uttanfyri, men hon fer
kanska allíkavæl at rigga,
tí í skrivandi løtu sveipa
tjúk hvít kavaæl yvir Norð-
oyggjar og nú er bara eitt
samdøgur til Norðoyar-
stevnan byrjar.
Vit eru staddir í ølneyst-
inum í Klaksvík, journalist-
ur og myndamaður. Vit
standa innanfyri neysta-
dyrnar, ið við sínum rimum
geva vánni uttanfyri dæmi
at einum málningi, málaður
av
leitandi
listamanni.
Uttanfyri svimja æðurnar í
góðveðrinum og bryggj-
urnar eru tómar. Skip og
bátar eru úti, tað er fagrasta
vártíð.
Tað er fyrrapartur, kalt og
er tú ikki beinleiðis hund-
sjúkur, so eru hetta ikki
rættuliga
líkindini
at
sløkkja tostan við ísakøld-
um gullprýddum Føroya-
bjór.
– Vit eru ikki so nógvir í
morgun, bara tann fasti
staburin, men tá línubátarn-
ir eru inni, tá er lív í gauli.
Tá kann neystið næstan
verða fult og nógvar góðar
eru at hoyra, onkur mor-
reyð eisini, sigur ein maður
um miðjan aldur. Hann er í
einari »ylpø«, sum er held-
ur tronglig um miðjuna.
Eyguni eru blonk og reyð-
sprongd, tú hómar æðrarnar
í tí hvíta. Smáar sveittaperl-
ur hanga fastar á enninum.
– Vit gera ikki hønu halta
her inni. Koma bert saman
fyri at práta og fáa okkum
eina øl. Konufólk eru ikki
væl komin sum so og børn
sleppa slett ikki inn í neyst-
ið, sigur hann.
Og so leggur ein eldri
maður upp í. Hann er ikki
úr Klaksvík, men er trúgvur
gestur í neystinum, tá hann
er her um leiðir.
– Eg fati ikki hvat fólk
hava í móti hesum neyst-
inum. Kundi eg ikki sita her
og drekka mær eina kenn-
ing, so sat eg onkra aðra-
staðni og høgligt liggur
neystið fyri, beint við síð-
una av Føroya Bjór, sigur
hann.
Og nú leggur so ein heilt
annar upp í.
– Eg havi fanin gali meg
rinda skatt alt mítt lív, bæði
av tí eg havi fortjent á sjón-
um og sanniliga eisini at tí
eg havi drukkið, og tað er
slett ikki so lítið millum ár
og dag. Landskassin ger tað
súrt hjá okkum, sum dáma
ein lítlan. Ølið er alt ov dýrt
av ølskattinum. Tann sum
hevur størst interessu í at
fólk drekka nógv í Føroy-
um, er júst landskassin. Tað
hevði verið tómligt í hon-
um, var ongin rúsdrekka-
skattur. Tá má vera nakað í
tí, sum tikið verður til, at
dupultmoralur er dupult so
góður. Tí tey, sum hava
mest í móti okkum sum
drekka, eru júst fólk, sum
eru grammast til at kráma
pengar til sín úr landskass-
anum, sigur hesin eini.
Hann hevur rættuliga tosað
seg heitan, tónalagið er
høgt, nú setningurin endar.
Ein hómar eitt sindur av
beiskleika móti tí heila.
Hansara bláreyða nøs næst-
an hvørvur í hvíta andan-
um.
Søtur landroykur
Ein á rennir oman gjøgnum
neystið, um summarið lukt-
ar hendan illa, siga teir. Inni
er skýmligt. Lotið liggur
niðan í neystið og ein súr-
søtligur angi av gomlum
landi hongur í luftini,
blandaður saman við royki
av ballaðum svørtum og
Samson. Sigarettglóðirnar
blunka títt. Fram eftir gólv-
inum, í ovara parti av neyst-
inum, flýtur við hvítum
plastberiposum frá Føroya
Bjór. Teir eru allir sjálvsagt
tómir, tí tómar ølfløskur
kunnu aftur umsetast til øl
inni hjá Føroya Bjór, og tað
er ølið íð savnar menninar í
neystinum.
Ølneystið, sum Føroya
Bjór eigur, er ikki serliga
væl umtókt í Klaksvík av
øðrum enn teimum sum
brúka hetta, og teimum sum
vinna pening uppá hetta.
Fyri mong í Klaksvík er
hetta tað reinasta blasfemi,
at neystið verður nýtt til
brennivínsbørnini, verður
hugsað um hvat virksemi
neystið varð nýtt til fyri eini
50 árum síðan. Tá stóð
navnframi trúboðarabáturin
»Sendebudet« í neystinum,
tá hann ikki var á manna-
veiðu í bygdunum kring
Klaksvíkina og í eystara
parti av Eysturoynni.
Andaliga
støðan
var
vánaligt fyri fimti árum
síðan, í hesum mangan
stokkkonservativu kirkju-
bygdum,
var
andslívið
sovnað av gomlum vana.
Kappar við lúnningina á
Betestha, menn sum Jógv-
an Gerðalíð og Páll á Dul,
andans stríðsmenn av Guds
náði, og aðrir, ferðaðust
runt við »Sendebudet« og
sáddu og fleiri staðni gav
ávøkst. Fleiri eru sam-
komunar, sum stava bein-
leiðis frá virkseminum hjá
»Sendebudet«.
Í dag er »Sendebudet«
burtur úr neystinum, ein-
asta leivd frá hesum tíðar-
skeiði er spælið, sum stend-
ur rustað og tært innast í
neystinum, næstan undir í
ølposum.
Forrestin, tað er vanliga
ikki so óruddiligt í neystin-
um. Men seinastu tíðina
hevur Jørgen, grønlendari,
ein raskur maður, sum hev-
ur búð og siglt ein stóran
part av ævini úr Klaksvík,
verið í øðrum ørindum í
Havn. Og menninir í neyst-
inum sakna hann. Tað er
Jørgen sum hugnar um í
neystinum.
Vit práta leingi um alt
millum himmal og jørð, um
fisk, um hundasjúku, um
samfelagið og kjerligheit
og missa kjerligheit. Um
gyltar farnar dagar og um
vónloysi fyri framman.
Menn koma alsamt í neyst-
ið og aðrir fara til hús.
Teir flestu av fasta stabin-
um eru einsamallir. Drekk-
ur tú dagliga, so hevur tú
líkasum ikki stundir til ann-
að enn at drekka og heldur
ikki familjulív. Tú hómar
tár í eygunum, tá tosað
verður um syndraðar fam-
iljur og børn, og svikt og
sorg og alt sum ein ikki
megnaði,
tí
kenningin
hevði fingið valdi á einum.
Men sorgarleikurin og
vanlagnan hvørvur í næstu
løtuni, tá næsta ølin er
komin niður um og so
hoyra vit fleiri søgur frá
ungum sorgleysum døgum,
tá ein kundi drekka tað ein
vildi, tá konufólk linkaðu í
knøunum bara ein vísti seg,
og brøgdini á skipsdekki
søgdu frá monnum.
Teir flestu av fasta stabin-
um í ølneystinum Klaksvík
verða vaktir á hálvari nátt
av berum tosta og nívandi
ótta. Føroya Bjór letir ikki
upp fyrr aðrir haldlar og tað
er
hart,
í
herviligum
sveittaherindum, at bíða
eftir at løtan er komin, tá øl
í neystinum kann bjarga
einum eina løtu burtur úr
allari neyðini.
Sjálvt um neystið veðrur
brúkt av øðrum, so er tað
fyrst og frest eitt friðskjól
fyri rúsdrekkabundnum í
Klaksvík, ið enn ikki duga
at síggja sær annan veg
burtur úr elendigheitini.
Sætt í ljósinum á hesum,
so er enn nytta í gamla
neystinum hjá »Sendebu-
det« og tað fortjenar eitt
sindur størri viðurkenning
millum manna.
Nýtt skeið til alivinnuna
Ølneystið er opið so leingi øl er
Ølneystið í Klaksvík
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4
Við tí leiðandi fíggjarliga leikluti, sum bankin
hevur í tí føroyska samfelagnum, setur tað sera
stór krøv til menning og marknaðarføring av
bankanum.
Tí verður søkt eftir enn einum skapandi
starvsfólki til Menningardeildina.
Starvið
Menningardeildin hevur m.a. dagligu
ábyrgdina av marknaðarføring - bæði
innanhýsis og uttanhýsis - herundir menning av
deildum, produktum, tænastum og heimasíðu
bankans.
Høvuðsuppgávan hjá tær verður at menna og
marknaðarføra produktir og tænastur eins og at
arbeiða við grafiskum skipanum.
Førleikakrøvini
Tað er ein fyritreyt, at tú:
• hevur útbúgving innan marknaðarføring
• ert opin fyri nýggjum avbjóðingum
• hevur góð samstarvsevni
• kanst starvast sjálvstøðugt
Tað er ein fyrimunur, um tú dugir grafiskar
skipanir og dugir væl at málbera teg í skrift
og talu.
Treytirnar
Setanartreytirnar verða avtalaðar eftir
royndum og førleika.
Hevur tú hugflogið...
...so hava vit møguleikarnar
Starvið skal setast skjótast gjørligt, men vit
bíða gjarna eftir rætta starvsfólkinum.
Umsóknin
Hevur starvið tín áhuga, so send eina skrivliga
umsókn saman við viðkomandi skjølum í
seinasta lagi 18. juni 2001 til:
P/F FØROYA BANKA, Starvsfólkadeildin,
Húsagøta 3, FO-100 Tórshavn.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá
Joan Stampe, menningarleiðara, á telefon
31 13 50.