leygardagur 9. juni 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 108 - 9. mai 2001
Nr. 108 - 9. mai 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
–Tað, sum ósemjan
um Teistan er um,
er so lítið í peng-
um, at eg skilji ikki,
hví málið ikki er
loyst, sigur for-
maðurin í Skipara-
og Navigatør-
felagnum. Í Fíggj-
armálastýrinum
eru tey ikki samd
ÓSEMJA
Áki Bertholdsen
Formaðurin í Skipara-
og Navigatørfelagnum ,
Ellintur
Abrahamsen,
skilir ikki, hví ósemjan
ikki er loyst enn.
– Tað, sum vit eru
ósamd um, er so lítið í
pengum, at eg skilji ikki,
hví málið ikki er loyst
enn, sigur hann.
Hann sigur, at orsøkin
til ósemjuna er, at kravt
verður, at tað skulu vera
tveir
stýrimenn
við
Teistanum, men á hinum
bátunum er bara ein.
– Tað er hesin eini
stýrimaðurin, sum skal
umborð eyka, sum skal
bólkast í ein lønarflokk.
Í løtuni er skiparin í
lønarflokki 6 og skiparin
í flokki 8.
Men skal ein stýri-
maður afturat umborð,
skal hann í ein lønar-
flokk. Vit hava tí skotið
upp, at at yvirstýrimað-
urin fer í lønarflokk 8 og
skiparin í flokk 9.
Í løtuni er byrjunar-
lønin í 6. flokki 18.942
krónur um mánaðin og
endalønin er 20.533
krónur. Í Lønarflokki 8
er byrjunarlønin 20.334
krónur og endalønin
21.614 krónur. Og í
lønarflokki 9. er byrjun-
arlønin 22.101 krónur
og endalønin 23.193
krónur um mánaðin.
Sostatt sæst, at tað,
sum skilir partarnar,
hevur lítlan og ongan,
fíggjarligan
týdning,
men hetta vil Fíggjar-
málastýrið ikki góðtaka.
Hjá maskinmeistarun-
um er trupulleikin ein
annar. Hjá teimum er ein
orsøk til ósemjuna, at
Teistin hevur diesel-
elekriska
útgerð
og
krevur tí størri førleika
av maskinmeistaranum.
Í Fíggjarmálastýrinum
eru tey ikki heilt samd.
Har siga tey, at Teistin
er bólkaður saman við
Dúgvuni og, men at
Skipara- og Navigatør-
felagið vil hava hann
flokkaðan hægri enn
Dúgvan, hóast Teistin er
minni og tað hevur eisini
ein fíggjarligan týdning.
Tað er ongin sáttmáli
á økinum og tí hava
Skipara- og
Navigatørfelagið
fullan rætt til at
leggja nýggja
Strandfaraskipið,
Teistan, sigur
Fútarætturin
ÓSEMJA
Áki Bertholdsen
Enn røkist onki fyri, at
nýggja
sandoyarferjan,
Teistin, sleppur í sigling.
Nú Fútarætturin hevur
gjørt av, at Skipara- og
Navigatørfelagið hava full-
an rætt at nokta sínum
limum at mynstra umborð á
Teistanum, er onki til at
taka, uttan at taka samráð-
ingarnar upp aftur beinan-
vegin.
Tað var Fíggjarmálastýr-
ið, sum heitti á Fútarættin
um, at døma tiltøkini hjá
Skipara- og Navigatørfe-
lagnum og Maskinmeist-
arafelagnum at vera ólóg-
ligt.
Tey bæði feløgini hava
noktað limum sínum at
mynstra við nýggja strand-
faraskipinum tó ósemja er
um lønina hjás yvirmonn-
unum.
Men Fútarætturin kom til
ta niðurstøðu, at tað hava
feløgini fullan rætt til.
Tað er nú hálvur annar
mánaði síðani, at Teistin
var klárur at seta í sigling.
Men higartil hevur ósemja
ímillum
Skipara-
og
Navigatørfelagið
og
Maskinmeistarafelagið
øðrumegin
og
Fíggjar-
málastýrið hinumegin um
lønina hjá yvirmonnum
forða fyri, at hann sleppur í
sigling og hetta fer meiri og
meiri at líkjast eini endur-
tøku av søguni um nýggja
vaktarskipið, Brimil, sum
lá við kei í fleiri mánaðir av
somu orsøk.
Byrja umaftur
Leiðarin á Lønardeildini í
Fíggjarmálastýrinum,
Tummas Magnussen, hevur
ongar
viðmerkingar
til
málið og tað eydnaðist ikki
at fáa fatur á lands-
stýrismanninum sjálvum,
Karsten Hansen.
Men við sjónvarpið hós-
kvøldið segði hann, at hann
nú fór at kalla partarnar
saman aftur at vita um tað
ber til at finna eina loysn.
Tað skiltist kortini á hon-
um, at bjartskygnið var ikki
stórt, tí tað hava longu
verið nógvir samráðingar-
fundir, uttan at nakað var
komið burturúr.
Men seint í gjáramorg-
unin, hevði Skipara- og
Navigatørfelagið
ikki
fingið fundarborð.
Men Ellintur Abraham-
sen, formaður í Skipara- og
Navigatørfelagið, sigur, at
niðurstøðan hjá Fútarætt-
inum kann býtast sundur í
tvey.
– Fútarætturin sigur í
fyrstu atløgu, at Fíggjar-
málastýrið er ikki partur í
málinum, tí tað er ikki
arbeiðsgevari
hjá
yvir-
monnunum á Teistanum. Tí
vísti rætturin kæruni frá
Fíggjarmálastýrinum frá
sær. Arbeiðsgevarin hjá
manningini er Strandferðsl-
an, men talan er ikki um
eina rættarósemju og tí vit
hava ikki brotið nakra lóg.
Talan er um eina áhuga-
ósemju, tí ongin sáttmáli er
á økinum og sostatt hava vit
fullan rætt at nokta okkara
limum at mynstra við
Teistanum, sigur Ellintur
Abrahamsen.
Fútarætturin vísti sostatt
málið frá sær, tí talan var
um eina áhugaósemju og
ikki eina rættarósemju. Og
Fútarætturin kann bara taka
støðu til eina rættarósemju.
Sostatt halda tiltøkini hjá
Skipara- og Navigatørfe-
lagnum og Maskinmeist-
arafelagnum, fram.
Ósemjan um Teistan:
Ongir pengar
á muni
Tað skulu tveir stýrimenn vera við Teistanum, og tað er
trupulleikin, tí hann skal setast í ein lønarflokk, sigur
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og
Navigatørfelagnum
Hava fullan rætt
at leggja Teistan
Tað var eitt álvarsligt bakkast fyri fíggjarmálastýrið og Strandferðsluna, at fútarætturin ikki vildi ganga teimum á møti og enn
røkist onki fyri, at nýggja sandoyarferjan, Teistin, sleppur at loysa
Sambært búskapar-
ligum útrokningum,
ið Javnaðarflokkurin
kallar bjartskygdar,
kollsiglir føroyski bú-
skapurin eftir fáum
árum, um ríkisveit-
ingin verður minkað
eftir leisti landsstýris-
sins. Tí mælir flokk-
urin til, at farið verð-
ur varligari fram
RÍKISVEITINGIN
John Johannessen
Tað er einans ráðiligt at
skerja ríkisstuðulin við 100
milliónum á komandi sam-
ráðingum við danir. Verður
ríkisstuðulin
minkaður
burtur eftir leistinum hjá
landsstýrinum, kollsiglir
føroyska samfelagið eftir
fáum árum.
Hetta er niðurstøðan hjá
Javnaðarflokkinum, eftir at
hann hevur latið ein bú-
skaparfrøðing rokna uppá
sjálvstýrisætlanina
hjá
samgonguni. Og Javnaðar-
flokkurin skýrir harafturat
útrokningarnar
at
vera
bjartskygdar.
– Vit hava við vilja latið
vera við at mála ein ávísan
á veggin, men kortini endar
tað so galið, sum vit síggja
her, segði Jóannes Eides-
gaard, tá hann legði rokni-
stykkið fram.
Galið í 2005
Sambært útrokningunum
hjá
Javnaðarflokkinum
verður gjaldførið hjá lands-
kassnum negativt longu í
2005, um blokkurin verður
skorin burtur eftir leistinum
hjá landsstýrinum.
Landsstýrið ætlar, at rík-
isstuðulin skal minkast
burtur eftir fýra árum, frá
600 milliónum í 2002 til
150 milliónir í 2005, og
síðani skal hann vera burtur
í 2006.
Og sambært útrokningin-
um hjá Javnaðarflokkinum
førir hetta til, at føroyski
landskassin
hevur
ein
gjaldføristørv, ið er oman
fyri 6 milliardir í 2013.
Skulu hava
sjálvberandi búskap
Javnaðarflokkurin sigur seg
ikki vera ímóti, at føroying-
ar miðja eftir at fáa ein
sjálvberandi búskap, men
hann vil ikki, at hetta skal
kosta vælferðina hjá ein-
staka borgaranum.
– Vit prioritera búskapar-
ligt frælsi. Ætlanin hjá
landsstýrinum
forkemur
bæði vælferðini og búskap-
inum, segði formaður Javn-
aðarfloksins, tá hann í gjár
legði roknistykkið um av-
leiðingarnar av ætlanini hjá
landsstýrinum fram fyri
fjølmiðlunum.
Men Jóannes Eidesgaard
heldur ikki, at tað forkemur
vælferðini og búskapinum,
um ríkisveitingin verður
skorin við 100 milliónum
krónum komandi ár. Tí
mælir hann til, at lands-
stýrið fer til samráðingar
um at skerja rískisveiting-
ina við 100 milliónum í
staðin fyri við 300 til 400
milliónum, eins og lands-
stýrið ætlar.
Eitt ár í senn
Harafturat heldur Javnaðar-
flokkurin tað ikki vera ráði-
ligt at legga sær eina fasta
ætlan fyri, hvussu blokkur-
in skal minka, eins og
landsstýrið hevur gjørt.
– Vit skulu taka eitt ár í
senn, og síðani hyggja at
tjóðarframleiðsluni
og
minka blokkin eftir tí lut-
falli, hon veksur, sigur
Jóannes Eidesgaard.
– Tað er ikki ábyrgdarfult
at leggja út í kortið fyri
næstu tólv árini. Vit mugu
ásanna, at vit liva í einum
fiskivinnusamfelag, og at
føroyski búskapurin gongur
upp og niður, segði Jóannes
Eidesgaard á tíðindafund-
inum og vísti á tíðindini, vit
júst hava hoyrt um, hvussu
illa tað stendur til við svart-
kjaftinum.
Í sama sambandi vísti
formaður Javnaðarfloksins
á kreppuna í nítiárunum, tá
toskurin hvarv og fiskaprís-
irnir samstundis fóru í
botn.
Og júst av hesum orsøk-
um skjýtur Javnaðarflokk-
urin upp, at lutfall skal
verða sett ímillum vøkst-
urin í føroysku tjóðarfram-
leiðsluni og einari minking
í ríkisveitingini, soleiðis, at
ríkisveitingin minkar, so
hvørt
tjóðarframleiðslan
økist.
Signar á Brúnni fekk
heldur ikki hesaferð
tilboð um at koma
aftur í landsstýris-
sessin, sum hann
upprunaliga ætlaði.
Hetta hevur fingið
hann at skriva hvass-
orðaða viðmerking í
Sosialin móti flokki
sínum
LANDSSTÝRISSESSUR
John Johannessen
»Hevur hann ikki gjørt
nakað skeivt, so eigur støð-
an at verða nullstillað og
Signar á Brúnni settur í
landsstýrisstarvið«.
Soleiðis segði Høgni
Hoydal við Sosialin, tá
Signar á Brúnni valdi at
fara frá sum landsstýris-
maður, orsakað av, at ivi var
sáddur um embætisførslu
hansara, tá hann játtaði
Sjónvarpinum pening.
Hetta brotið velur Signar
á Brúnni at endurgeva í
hvassari viðmerking, hann
hevur sent Sosialinum um
flokk sín.
Svikin
Viðmerkingin frá Signari á
Brúnni, sum er prentað
aðrastaðni í blaðnum, sýnir
heilt greitt, at hann kennir
seg sviknan av floksfeløg-
um sínum, og at hart stríð
er innanhýsis í Tjóðveldis-
flokkinum.
»Nú nýggjur landsstýris-
maður í mentamálum er
valdur, eru tað mong, ið
hava spurt meg, hví eg ikki
tók av tilboðnum um at fara
í landsstýrið aftur, um or-
søkin var hon, at eg ynskti
ikki, at nú fráfarni lands-
stýrismaðurin ikki skuldi
gerast tingmaður í mítt
stað. Til hetta er at siga, at
eg ikki havi fingið tilboðið,
soleiðis sum mær varð lov-
að tann 28. mars ár 2000, tá
eg segði meg frá sum
landsstýrismann, orsakað
av sjónvarpsmálinum«
»Tað eru eisini tey, ið
spyrja, um eg nú veruliga
fekk hetta lyftið, ið eg havi
nevnt fleiri ferðir. Eg skal
enn einaferð taka uppaftur,
at tað var mær lovað, og at
tað var nógv frammi í fjøl-
miðlunum tá. Áhugavert er
at lesa ymiskt av tí, ið tá
varð sagt av m.ø. tjóðveld-
ismonnum«, skrivar Signar
á Brúnni.
Hetja
Svikni fyrrverandi lands-
stýrismaðurin
vísir
á
ymiskt brot úr føroysku
bløðunum og eina røðu hjá
Óla Holm á landsfundi frá
tíðini beint eftir, at hann fór
frá. Hesi brot skýra hann at
vera hetju, tí hann valdi at
fara frá fyri at reinsa flokk-
in. Ein teirra, ið tá skýrdi
Signar á Brúnni at vera
hetju, var Tórbjørn Jacob-
sen, nú fyrrverandi lands-
stýrismaður.
Hetta sýnist alt rættiliga
undarligt fyri Signar á
Brúnni í dag. Tí í dag er
hann alt annað enn hetja í
Tjóðveldisflokkinum.
»Tað, sum undrar meg og
onnur tjóðveldisfólk er,
hvussu tað ber til, at hend-
an hetjan Signar, ið tit tá
gjørdu hann til, ikki verður
eftirspurdur, nú ið boð vóru
eftir tí fjóðra landsstýris-
manninum í mentamálum
undir sitandi samgongu.
Málsøkið kennir hann. Tað,
ið er hent síðani Høgni út-
talaði seg fyri Sosialinum,
Óli helt formansfrágreið-
ingina og Tobbi skrivaði
um sjónvarpsmálið er, at
Signar á Brúnni er reinsað-
ur fyri tær skuldsetingar,
settar vóru ímóti honum«.
»Hetta má væl merkja
tað, at tann stóra hetjan, ið
tit gjørdu Signar til á vári
2000, má vera uppaftur
størri, eftir at verða reins-
aður. Hvussu ber tað nú til,
at Høgni og Óli leypa frá tí
avtalu, ið gjørd varð tann
28. mars ár 2000, væl stuðl-
aðir av Tórbirni?«, spyr
Signar á Brúnni í viðmerk-
ing í Sosialinum í dag.
Signar á Brúnni sigur seg
hava skrivað viðmerkingina
eftir, at hann hevur fingið
fleiri fyrispurningar frá
fólki, um hví hann ikki
gjørdist landsstýrismaður
aftur.
Javnaðarflokkurin
sigur seg við vilja
hava nýtt bjart-
skygdar fyritreytir
í búskaparligu
framrokningunum
av ætlanum lands-
stýrissins
RÍKISVEITINGIN
John Johannessen
Við einum búskapar-
vøkstri á 2 prosent árliga
og útreiðslum á 1,5 pro-
sent verður gjaldføri
landskassans
negativt
longu í 2005.
Hetta er úrlslitið av
búskaparligu framrokn-
ingunum hjá Javnaðar-
flokkinum av sjálvstýr-
isætlanini, og Javnaðar-
flokkurin kallar tær í so
bjartskygdar.
– Vit valdu við vilja at
gera fortreytirnar bjart-
skygdar fyri at geva út-
rokningunum eitt betri
trúvirði, sigur Jóannes
Eidesgaard,
formaður
Javnaðarfloksins.
Vøkstur verður
hægst 2 prosent
Javnaðarflokkurin held-
ur, at tað er í hægra lagi
at rokna við einum árlig-
um inntøkuvøkstri á 2
prosent
realt.
Hetta
grundgevur hann við
millum annað at sam-
meta við ES lond, sum í
miðal hava havt ein inn-
tøkuvøkstur á 1,74 pro-
sent síðani 1990.
Samstundis vísir Javn-
aðarflokkurin á, at Før-
oyar í veruleikanum ikki
hava havt nakran inn-
tøkuvøkstur
síðani
1990. Hetta ger hann
greitt við at vísa á, at
føroyski búskapurin síð-
ani kreppuna nú er kom-
in upp á sama stig, sum
hann var í 1990. Orsøkin
til, at vit kortini hava
merkt
ein
øgiligan
vøkstur seinastu árini er,
at vit hava merkt ein
vøkstur síðani kreppuna.
Men vit hava ikki merkt
ein vøkstur síðani 1990,
greiðir Javnaðarflokkur-
in frá.
Landsstýrið
hevur
fleiri ferðir víst á, at Før-
oyar hava havt ein søgu-
ligan búskaparvøkstur á
3,7 prosent síðani 1962.
Men Javnaðarflokkur-
in vísir á, at hetta er or-
sakað av, at seksti árini
vóru serlig ár fyri før-
oyska búskapin. Tað var
tá, at føroyski búskapur-
in tók seg upp á ein ídn-
aðarligt menningarstig,
og tá øktiskt virksemið
nógv saman við útbygg-
ingini
av
almanna-,
heilsu- og útbúgvingar-
verkinum, eins og pri-
vatu tænastuvinnurnar
øktist. Harafturat vísir
Javnaðarflokkurin á, at
tað var í hesum tíðar-
skeiðnum, at kvinnurnar
fóru út á arbeiðsmarkn-
aðin.
– Slík menningarstig
kunnu sambært búskap-
arfrøðini bert henda
einaferð, sigur Javnaðar-
flokkurin.
Javnaðarflokkurin vís-
ir á, at búskaparvøkstur-
in í Føroyum seinastu 20
árini hevur verið 2 pro-
sent árliga.
Útreiðsluvøksturin
er høgur
Í útrokningum sínum
hevur Javnaðarflokkurin
valt at seta útreiðslu-
vøksturin at vera 1,5
prosent um árið kom-
andi árini, hóast hann
heldur hetta vera í so
lítið.
Samgongan hevur í
sínum útrokningum sett
útreiðsluvøksturin
at
vera 0,8 prosent.
Men
hetta
heldur
Javnaðarflokkurin vera
heilt burturvið.
»Hetta er púra óreal-
istiskt, tá hugsað verður
um, hvussu tað hevur
eydnast landsstýrinum
at tálma útreiðslunum
tær tríggjar fíggjarlóg-
irnar, tað hevur havt
ábyrgdina av. Hesi trý
árini eru útreiðslurnar
øktar við umleið 600
milliónum, svarandi til
heili fimm prosent um
árið«, sigur Javnaðar-
flokkurin.
Og Javnaðarflokkurin
vísir eisini á onnur
dømi:
»Eitt annað dømi um,
hvussu órealistiskt tað er
at rokna við einum út-
reiðsluvøkstri undir eitt
prosent er, at skulu vit
veita tí veksandi tali av
okkara gomlu borgarum
bert nøkulunda mann-
sømilig kor á dagsins
støði, vil hetta einsamalt
økja um landskassans
útreiðslur árliga við um-
leið hálvum prosenti ár-
liga«, sigur flokkurin.
Eisini vísir Javnaðar-
flokkurin á, at tað ikki
ber til at rokna við, at út-
reiðslunar ikki skulu
økjast meira enn 0,8
prosent, tá landsstýrið
hevur ætlanir um stórar
íløgur í skip og tunlar,
eins og lønarsáttmálar
eru gjørdir, ið geva ein
mettan realan lønar-
vøkstur á í mista lagi 3
prosent komandi árini.
Javnaðarflokkurin:
Útrokningarnar eru
bjartskygdar
Javnaðarflokkurin:
Minkið blokkin 100 milliónir
Signar á Brúnni:
Tjóðveldisflokkurin sveik
Signar á Brúnni heldur, at
Tjóðveldisflokkurin
hevur
svikið seg
C
M
Y
K
7
6