Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 28 - 8. februar 2008 um ævintýrkvinnu Sjónleikaveteranarnir, Gulla Øregaard og Edda Ósa, høvdu eisini leitað sær í Leikalund í gjárkvøldið hava ein sjónleikara, sum dugir sítt kynstur. Við bert fáum frábrigdum leggur Eyð Matras skjótt og ómakaleyst rødd og kropp til alt frá illgrunasomum skrásikrum skiparum til stúrandi gamlar konir. Hóast pallmyndin er óvanliga einføld, eydnast tað leikaranum sera væl taka áskoðarin við sær á ferðina. Eftir bert lítlari løtu eru vit við uppá, at tunga gamla kumpassin á gólvinum ímyndar bátin, at sjókortið á vegginum ímyndar opna havið og so framvegis. Hartil fáa ljóð- og ljósfólkini hegnisliga manað fram einsemiskensluna hjá Ainu, fangað millum rapandi ísfjøll og ógvusligar sjógvar. Frálíkur eygleiðari Hóast Sjóvevur er væl spældur og ikki gongur uppá kompromis við søguna um Ainu Cederblom, saknaði eg okkurt slag av fokus ella tematiskum tráði í søguni. Hvat var tað, sum dreiv Ainu Cederblom? Hví var tað so umráðandi fyri hana at fara einsamøll yvir um hav? Eisini undraði tað meg, at so lítið varð gjørt burturúr dreyminum hjá Ainu at byggja ein vevskúla í Klaksvík. Tað er vist ikki nøkur loyna, at lokalfólk ikki hildu tað vera so lætt at arbeiða saman við hesi sermerktu kvinnu. Sostatt kundi tann parturin av søguni verið ein upplagdur spegil av okkum sjálvum í søguni um Ainu Cederblom. Tá eg kortini fyrigevi leikinum fyri hetta gloppið í søguni, hongur tað saman við frálíku lýsingini av Ainu sum eygleiðara av sínum umhvørvi. Mest væleydnaðu brotini í leikinum eru eftir mínum tykki samspælið millum Ainu og manningina umborð á Stellu Mariu. Teir tankar, hon ger sær um hesar menninar, mátin, hon vinsæl men ferð eftir ferð snarar teir um sín lítlafingur verða so væl dramatiserað, at tað er ein fragd at síggja. Víst var hon treisk og óivað eisini ráðarík, men at hjarta hjá Ainu Cederblom altíð bankaði fyri sínum medmenniskjum, lata hesi brotini ongan iva vera um. Sum tikin úr einum dreymi, stendur lítli báturin hjá Ainu Cederblom, Rospiggen II, nú beint niðanfyri Leikalund »Sjóvevur« verður sýndur í Leikalund fram til 3. mars hesar dagar: Hósdag klokkan 19:00 Fríggjadag klokkan 19:00 Leygardag klokkan 17:00 Sunnudag klokkan 17:00 Brádliga umskapast Aina/Eyð til eina tíðindafróða konu úr Norðdepli