Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 • 8. februar 2008 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Bjóða teim lesandi á KFS-legu Kvívík: Vikuskiftið 22. til 23. feb­ruar b­jóðar Kristiligt Felag fyri Skúlaungdóm og Studentar til legu fyri næmingar í miðnámsskúlunum í Kvívík. Á leguni verða tríggir áhugaverdir fyrilestrar, har sam­ komuleiðarin Jógvan Zachariasen tosar um trúarverju, b­iskupurin Jógvan Fríðriksson um sálarrøkt og Føroya Tele­stjórin Kristian R. Davidsen um yrkisleið. Samskipari í KFS er Heini S. Kristiansen. Stuðla pastori í Indien Evangeliihúsið: Í fleiri ár hava limir í samkomuni stuðlað einum pastori, sum arb­eiðir í Norður­ Indien. Herfyri sendi hesin, pastor Scariah eina heilsan heim til samkomuna í Evangeliihúsinum, har hann greiddi frá nøkrum av tí sum hann og samkoma hansara høvdu gjørt í farna árinum. 2. jóladag vitjaðu tey millum annað í einum øki, har fólk við spitalsku sjúkuni b­úðu. Tey sungu jólasálmar og góvu teimum eina góða máltíð og teppir í jólagávu, eins og gjørt hevur verið í fleiri. 3,5 mió krónur frá deyðsbúgvi Noreg: Tvær systrar í Stavanger testamenteraðu herfyri ognir sínar til norska missiónsfelagsskapin Misjonssamb­andet. ­ Hetta er ein av allar størstu gávunum sum vit nakrantíð hava fingið, sigur Hans Kristoffer Goa, sum tekur sær av arvamálum í felagsskapinum. Peningurin fer til missiónsarb­eiðið kring heimin. Systrarnar hava sum trúfastar missiónskvinnur gingið til tiltøk hjá Misjonssamb­andet, og vildu nú stuðla við hesi ovurhonds stóru gávuni. Ynskja arbeiði í Hoyvík Heimamissiónin: Í næstum er ætlanin at seta ein arb­eiðsb­ólk, sum skal kanna møguleikarnar fyri einum missiónsarb­eiði í Hoyvík. Umhugsaður verður møguleikin fyri at hava sunnu­ dagsskúla, b­íb­liub­ólkar og onnur tiltøk í hesum skjóttvaksandi b­ýarpartinum. Arb­eiðið verður eftir ætlan skipað saman við lands­ arb­eiðinum hjá Heimamissiónini og Meinigheitshúsinum í Havn. Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið (Matt. 18,3) Ørindið minnir meg á kensluríka hending í lívi Dostojevskis tey árini, hann sat fangi í sib­iriskum fongsli. Hann sigur: Tað var eitt lív, sum ikki var nakað lív, men ein rotin tilvera við neyð og líðingum, ­ stutt sagt: eitt lív í "Deyðans húsi". Men ein páskamorgun sluppu fyri eina ferð skyld allir fangarnir í kirkju ­ undir strongum eftirliti. "Vit vóru, sigur hann, krøktir saman við leinkjum, og merktir við tekni skendsilsins. Vit stóðu allir stúgvaðir saman í ein b­ólk niðri við kirkjudyrnar. Fólkini, sum komu framvið hildu frástøðu frá okkum, og tú sá ótta og vanvirðing í andliti teirra. Men nærum allir fangarnir b­óðu við djúpari virðing; og eftir prædik­ una tóku vit allir móti altarins sakramenti. Men tá ið presturin við kal­ ikinum í hondini, segði orðini: "Harri, so tak tá eisini móti mær, sum tú í Paradís tók móti hinum iðrandi illgerðamanninum", tá kastaðu allir fangarnir, mestsum av sær sjálvum, seg sum ein maður niður á gólvið, so at glintini frá leinkjunum góvu hvøll afturljóð í halgidóminum: Hvør einstakur í flokkinum tók orðini um ill­ gerðarmannin sum sipandi til sín. Her var nakað av ektaðum b­arnasinni, tað sum er ríkisgi­ msteinurin í sinnalagi heimsins: hetta eyðmjúka sinnalagið, ið treytaleyst gongur inn undir dómin og dómsins mannminkan, men sum eisini, júst tí, eigur hetta lyfti frá Jesusi: at tann, sum setur seg sjálvan lágt eins og eitt b­arn, hann er størstur í himmiríki. Tað er helst lættari fyri "fangar í leinkjum" ­ í heila tikið fyri tollarar og syndarar, enn tað er fyri heiðursmenn og teir b­estu b­orgarar í samfelagnum, at gerast ein av hesum smáu! orðið Hesa vikuna: John S. Myllhamar Í hesum døgum eru fýra mans frá Heimamissiónini á vitjan í asiatiska landi- num Cambodia. Óhugsandi er ikki, at føroyskir trúboðarar verða sendir hagar um nøkur ár Høvuðsstýrið í Heimamissiónini hevur í longri tíð arb­eitt við spurn­ inginum um, hvussu arb­eiðið við útimissiónini skal skipast í framtíðini. Tann tíðin, tá trúb­oðarar vórðu sendir til ymisk lond og til ymisk arb­eiði er farin. Ætlanin er nú ístaðin at velja út eitt einstakt land ella eitt einstakt øki í einum landi, og síðani senda trúb­oðarar hagar. ­ Vit vilja fegin seta ljóskastarin á eitt ávíst land, sigur Øssur Kjølb­ro, sum er missiónsskrivari hjá Heimamissiónini við b­laðið Trúb­oðin. Við hesum nýggja leistinum vónar hann, at tey kunnu gera eitt langtíðararb­eiði í einum missiónslandi, og at arb­eiðið ikki dettur niðurfyri, um eitt trúb­oðarapar gevst í tænastuni. Hevur ein fleiri pør ella einstaklingar í einum og sama landi, skuldi tað ført við sær nógv størri kunnleika til hetta landið. ­ Hetta kundi so eisini skapt eina samleikakenslu til landið, sum missiónshúsini í Føroyum eisini kundu tikið til sín, sigur missiónsskrivarin. Væntað verður, at ein avgerð verður tikin í hesum málinum í ár. Andaligt søkjandi Í framtíðini fer Heimamissiónin sostatt at miða eftir, at hava færri øki, har ein skal útinna missiónsarb­eiðið í. Leygardagin fóru fýra mans frá Heimamissiónini á eina kanning­ arferð til Camb­odia. Hesir fýra eru umframt Øssur, aðalskrivarin Vagn Foldb­o, formaðurin í høvuðsstýrinum Thomas Dam og høvuðsstýrislimurin Alfred Petersen. Ein av orsøkunum til, at ein júst hevur valt at kanna umstøðurnar í hesum landinum, er tann toymisferðin, sum varð gjørd til landið á sumri í fjør. Her vóru umb­oð fyri Heima­ missiónina og vitjaðu, og sóu tá ein stóran tørv á missiónsarb­eiði í hesum landinum, hvørs høvuðs­ átrúnaður er b­uddhisma. Formaðurin í høvuðsstýrinum, Thomas Dam var sjálvur við á ferðini. Hann greiddi soleiðis frá fyri Trúb­oðanum: ­ Eg havi ongatíð áður upplivað menniskju, sum vóru so opin fyri gleðib­oðskapinum. Tað vóru fleiri, sum b­óðu saman við okkum til frelsu. Prestarnir søgdu, at teir høvdu upplivað eina stóra b­royting seinastu tvey árini, við at tað at fleiri og fleiri gjørdust andaliga søkjandi. ­ Eg minnist serliga, hvussu Gud virkaði millum okkum við undrum og við tað, at fleiri vórðu grødd. Í dag fær ein ikki innferðarloyvi sum trúb­oðari til Camb­odia, og tí senda missiónsfelagsskapir fólk hagar at gera ymisk sløg av hjálpararb­eiðum. Nevnast kann, at Luthersk Mission í Danmark og Normisjon í Noregi eru b­yrjað í smáum at arb­eiða her. Byrja helst missiónsarbeiði í Cambodia Fólk í Cambodia gerast alt meiri og meiri andaliga søkjandi. Um fá ár fara kanska føroyingar at byrja missiónsarbeiði í landinum Cambodia Íbúgvar: 13,8 mió fólk Høvuðsstaður: Ohnom Penh Átrúnaður: Síðani 1986 er b­uddhisman statsreligión. Ein islamskur minniluti finst í landinum. Stjórn: Parlamentariskt kongadømi síðani 1993. Kongur er Norodom Sihamoni. Forsætisráðharri er Hun Sen, sum er valdur fyri lívstíð. Fakta