Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 28 - 8. februar 2008 Ummæli Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Dávur Winther Við frumsýningini av nýskrivaða leikinum ”Sjóvevur” í Leikalund í gjárkvøldi varð 100 ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar Kommunu skotið í gongd. Tí kundi tað illa hóskað betri, at søgan í leikinum endar júst í Klaksvík eftir longu ferðina hjá høvuðspersóninum, Ainu Cedeblom, tvørtur um Atlantshavið til Klaksvíkar, har hon lat vevskúlan byggja. Fortíð og nútíð Tað verður nokk eisini sum livandi íkast til lokalsøguna, at ”Sjóvevur” setur síni mest minniligu spor. Longu við pallsetingini renna fortíð og nútíð so gyklandi saman, at tú uttan himpr letur teg flyta við. Við gamla kongaliga handlinum á keiuni í Klaksvík sum karmi verður tú frá byrjan heilt ítøkiliga flutt aftur í tíðina. Og kagar tú gjøgnum smáu sprossavindeyguni liggur hann har - sjálvur Rospiggen II, lítli báturin, sum svenska ævintýrkvinnan lat byggja og kom til Klaksvíkar við í 1933. Og skuldi nakar kortini verið í iva, um søgan nú eisini er ’sonn’, rungar áminnandi røddin hjá Ainu Cederblom í leikinum enn í oyrunum: ”Tað vóru tykkara abbar og langabbar, sum hjálptu mær at byggja vevskúlan har úti í Grøv. Og tað vóru tykkara ommur og langommur, eg har lærdi at veva nýggj mynstur og pløgg.” Eina løtu kendi tú næstan á tær, hvussu fleiri av teirra eftirkomararum millum áskoðararnar sótu og nikkaðu stillisliga. Bakka ikki Tað er týðiligt, at leikritahøvundurin, Sigrún Valbergdóttir, hevur hildið seg neyvt til forleggið, bókina hjá Ainu Cederblom Som Sjøluffere på Atlanten. Eftir mínum tykki verður hetta eisini stóra styrkin og veikleikin í ”Sjóvevur”. Neyva endurgevingin av ferðini hjá Ainu Cederblom um Atlantshavið gera frásøgninga í so drúgva í løtum. Hinvegin hevði tað neyvan verið í andanum hjá kompromisleysu ævintýrkvinnuni at pynta um søguna. Eins og Aina Cederblom aldrin bakkaði fyri nøkrum, bakka leikarin og leikstjórin ikki fyri møguliga kravinum hjá nútíðar áskoðarum um lætt undirhald. ”Sjóvevur” krevur, at áskoðaðin livir seg inn í leikin av fullum huga í sama anda sum Aina, ið ongantíð gjørdi nakað hálvhjart. Vit mugu øll ofra nakað – eins og í einum av mest hugtakandi brotunum í leikinum, tá Aina letur sítt vakra hár klippa, so hon líkist einum drongi fyri at sleppa í land í Grønlandi. Løtt skifti Afturfyri fáa vit ein leikara, Eyð Matras, sum gevur alt, hon hevur í sær, í út við tveir tímar. Einsamøll á palli skiftir hon ótroyttiliga millum dramatisering og frásøgn, fortíð og nútíð umframt eina ørgrynnu av leiklutum. Serliga mongu skiftini millum leiklutir prógva, at vit her Krevjandi leikur u Leikalund var stúgvandi fult av fólki, tá nýskrivaði leikurin ”Sjóvevur” varð fumsýndur í gjárkvøldið Eward Fuglø, pallsmiður, Eyð Matras, leikari og Sigrún Valbergsdóttir, leikstjóri. Magni Husgaard og Árni Baldvinsson hava staðið fyri ávikavist ljóð og ljósarbeiðinum í ”Sjóvevur” Sjónleikurin ”Sjóvevur” krevur ikki so lítið av áskoðararnum. Afturfyri fáa vit eitt livandi íkast til Klaksvíkar søgu og eina dramatiska lýsing av eini kvinnu, ið ikki bakkaði fyri nøkrum