Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 28 • 8. februar 2008 Vikuskifti Ísraelska luftálopið á Sýria Kendi blaðmaðurin Seymour Hersh hyggur í seinastu útgávuni av vikublaðnum The New Yorker eftir tí heldur gátuføra og nógv umtalaða ísraelska bumbuálopinum innarliga í Sýria hin 6. septembur í fjør. Hansara niðurstøða er, at álopið ikki var miðja eftir eini kjarnorkustøð, eins og ísraelar og eisini amerikanskir fjølmiðlar vildu vera við (Undir liðini er fylgissveinamynd, ið skal vísa staðið áðrenn og eftir álopið). Heldur var bumbumálið ein radarstøð, skrivar Hersh. Hendan støðin, metir Hersh, er partur av einum samstarvi millum Sýria og Iran. Og tískil var álopið á Sýria lutvíst miðjað eftir Iran. farið undir at betra, ella kanska heldur, útbreiða skúlaskap og lesiførleika í arabiska heiminum. Men hetta hendi rættiliga bráddliga. Og tilgongdin hevði við sær, at dygdin í frálæruni bleiv lág. Í teimum flestu londunum (undantikið Libanon) hevur ein sterkur miðsavnandi statur stýrt tí mesta, sjálvsagt eisini útbúgvingarskipanini. Ein partur av frágreiðingini hjá Heimsbankanum snýr seg um, hvat og hvussu mann hevur útbygt skúlaskipanin í ymisku londunum og eisini, hvat er gjørt fyri at bøta um støðuna. Tá ið flestu arabisku statirnir gjørdust frælsir og sjálvstýrandi í 50unum, var ein tann størsta avbjóðing teirra at skipa fyri eini útbúgvingarskipan fyri øllum fólkinum. Hetta var raðfest fyri at skapa eitt nútíðar samfelag og ikki minst fyri at skapa borgarar við felagstilknýti, mentan og politiskum samleika. Statar fóru beinanvegin til verka á hesum økinum. Frí útbúgving var boðin út til allar borgarar, hetta er lógarfest í flest grundlógum og lógarverkum hjá øllum arabisku statunum. Frá byrjan av varð hetta stóra tiltak ein verkætlan hjá statinum, sum miðsavnaði, tók tær politisku avgerðirnar, fíggjaði og bjóðaði tænastuna. Her var talan um eina sterka stýring við eftirlitsmonnum, sum tryggjaðu samsvar millum vegleiðandi lesiætlanirnar o.a.. Í 1950unum og 60unum manglaðu fleiri av londunum lærarar, hetta var ein bráðfengis mangul, ið gjørdi seg galdandi á øllum útbúgvingarstigum, serliga á teimum hægstu. Av somu grund kom ein stór ófaklærd, lutvíst fremmand, arbeiðskraft framat lærarastarvinum. Fyri øll tey arabisku londini var hetta ikki ein lítil verkætlan, men eitt stórt stig, ið kravdi nógv. Sera nógv bygging fór fram, nýtt frálærutilfar varð framleitt og stovnan av einum stórum skara av lærarum, skuldi tryggjast. Frágreiðingin staðfestir, at eftir eitt umleið 40-ára skeið við hesi tilgongd, kom fokus yvir á effektivitet og dygd í útbúgvingarskipanini. Men, tó er mann ikki komin á mál við at geva næmingum eina munagóða útbúgving. »Ógingna leiðin«, sum heitið á frágreiðingini sipar til, ber boð um at skúlapolitikkurin nú í nógv størri mun skal flyta fokus yvir á motivatión – næmingurin skal kunnu fáa okkurt burturúr síni útbúgving – og uppíblanding av bæði foreldrum og næmingum: skúlamyndugleikar skulu standa alment fram við sínum úrslitum, heldur enn, at næmingar skulu standa við allari ábyrgdini. Privatir skúlar ein loysn? Tað hevur verið leingi greitt, at mann í skúlafrálæruni hevur saknað frálæru, sum miðjar eftir at læra næmingin at skilja og greina lutir og uppgávur. Í ov stóran mun hevur tað at duga og læra uttanat verið ein eginleiki og afturvendandi háttur í skúlum. Hetta er partur av tí gingnu leiðini, har mest varð hugsað um at byggja skúlar og fáa lærarar til vega. Men hetta er uttan iva tungt at fáa vent. Men hóast hetta, so hava myndugleikarnir ásannað, at annað og nýggj átøk skulu til fyri fremja fíggjarligan vøkstur. T.d. í Sýria hevur dygdin í almennu útbúgvingarskipanini verið lág, merkt av vánaligari stýring og ovurfyltum skúlastovum kring alt landið, eisini á tí, sum skal eitast at vera á høgum útbúgvingarstigi. Men síðan 2000 eru privatir skúlar og fróðskaparsetur opnaði, eftir at lógin varð broytt. Tað eina fróðskaparsetrið er t.d. stovnað við evropeiskum pengum, og ber einfalda heitið »Arab European University«. Slíkar privatar lærustovnar sleppur hann inn, sum kann gjalda. Og her í fleiri av lærugreinunum verður undirvíst á enskum máli. Hvussu støðið og dygdin er, veit mann ikki við vissu. Men tað er avgjørt, at slíkir skúlar, óiva kunnu bjóða næmingum meiri enn tann niðurslitnu og ovurfyltu almennu skúlaskipanina. Uttanfyri hesar privatskúlar stendur meirilutin av teimum ungu úr tí stóru lágu miðstættini. Í komandi tíðum fer mann uttan iva at hoyra meiri til hendan politiska trupulleikan við høgum arbeiðsloysi millum ungar arabarar við høgari útbúgving. Hesir fimm fittu kúllarnir hava skjótt fyrsta skúladag. Teir búgva allir í lítlu fátøku bygdini Fah, ið liggur nakað uttanfyri stórbýin Aleppo, Sýria. Sambært frágreiðingini hjá Heimsbankanum skulu broytingar gerast á skúlapolitiska økinum í arabiska heiminum, um fíggjarligur vøkstur skal skapast Mynd: Nina A. Arge. Av 300 milliónum arabarum hava 30 % lítlan og ongan lesiførleika sambært eini kanning hjá arabisku liguni.