fríggjadagur 8. februar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 28 - 8. februar 2008
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Avloysari fyri kunningarfólk
Arbeiðsuppgávur
Starvið fevnir í høvuðsheitum um, í sam
starvi við stjóran og leiðsluna og umvegis
ymiskar miðlar, at skapa opinleika og
vitan um dagliga virksemi hjá Landsverki,
soleiðis at fólk fáa møguleikan at fylgja við
og samstundis fáa eina greiða mynd av
Landsverki.
Kunningarráðgevin arbeiðir somuleiðis fyri
einum „konstruktivum“ samstarvi við
fjølmiðlarnar og syrgir fyri, at Landsverk
altíð er til reiðar at veita fjølmiðlunum teir
upplýsingar og tað tilfar, teimum tørvar.
At enda er kunningarráðgevin ein tæn
astuveitari til allar deildir hjá Landsverki,
t.d. tá ið kunnandi tilfar skal framleiðast í
sambandi við framløgur, ráðstevnur,
lýsingarátøk o.a. Kunningarráðgevin
tryggjar, at alt kunnandi tilfar frá Lands
verki er umboðandi fyri stovnin – bæði í
formi og innihaldi.
Talan er um eitt starv við spennandi
avbjóðingum, og sum gevur góðar møgu
leikar fyri persónligari og fakligari
menning.
Kunningarráðgevin vísir beinleiðis
til stjóran.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava viðkomandi útbúgv
ing og royndir, helst innan omanfyri
nevndu øki, og duga væl at málbera seg
skrivliga, serliga á føroyskum.
Tað er umráðandi, at tann, ið settur
verður, hevur góð samstarvsevnir, hug
flog, dugir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt
og ábyrgdarfult og er til reiðar at royna
nýggjar avbjóðingar, um tað skal verða.
Góður ktkunnleiki er ein treyt.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir annars vera sam
bært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og lívsgongdar
lýsing (cv) verða at senda Landsverki,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn ella til
lv@lv.fo og skulu verða skrivstovuni í
hendi í seinasta lagi 18. februar 2008.
Merkið umsóknina „Kunningarfólk“ og
viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð
lýsingina.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast
frá Oyvindi Brimnes, stjóra, á fartel. 540
801 ella umvegis teldupostin ob@lv.fo.
Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega-, byggi- og havna-
myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir,
havnir, bygningar og tyrlupallar.
STARVSLÝSING
Fyri kunningarráðgeva okkara í barsilsfarloyvi verður søkt eftir avloysara
at byrja 1. mai og eitt ár fram.
Verkførari til MVH
Verkførari okkara á maskinverkstaðnum
á Hjalla ynskir at royna nýggjar av
bjóðingar. Tí verður sókt eftir nýggjum
verkførara til maskinverkstaðið.
Arbeiðsøkið
Sum verkførari hevur tú ábyrgdina av at
tilrættaleggja arbeiðið á maskinverkstað
num. Ein onnur týðandi uppgáva er at
samskifta við viðskiftafólk, veitarar og
goymslustarvsfólk. Eisini hevur tú ábyrgd
ina av, at arbeiðsog papírsgongdin er so
skjót og smidlig sum tilber.
Í løtuni eru 6 starvsfólk á verkstaðnum.
Tín førleiki
Vit søknast eftir einum persóni við út
búgving og royndum innan maskinøkið.
Hevur tú, umframt hendan førleika, vunnið
tær annan ástøðiligan førleika, sum t.d.
maskinmeistaraútbúgving ella líknandi,
er tað ein fyrimunur.
Tað er umráðandi, at tað fellur tær lætt at
samskifta við viðurskiftafólk og starvsfólk,
og at tú ert fyrikomandi.
Løn
Lønin verður ásett sambært nærri avtalu.
Hevur tú áhuga í hesum starvi, er tú
vælkomin at ringja til Klæmint Weihe, á
216644 ella senda teldupost til kw@mvh.
fo
UM OKKUM
MVH er nýstovnað felag, sum hevur til endamáls at umboða stórar og kendar fyritøkur innan
entreprenørmaskinur m.a. Komatzu og Hydrema og Volvo bussar og lastbilar umframt at
reka eitt dygdargott verkstað.
Vit hava sett okkum sum mál at gerast førandi innan verkstaðstøkni til vinnuna bæði á sjógvi
og landi. Fyri at náa hesum endamáli, er neyðugt við dugnaligum starvsfólki og góðum
hølisviðurskiftum. Tað er tí avgerð tikin um, at byggja nýtt verkstað á Hjalla, soleiðis at
fyritøkan eisini kann verða savnað á einum stað seinni í summar.
M V H P / F | Á H j a l l a 1 5 | T e l e F o n 3 6 3 8 0 0