Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 8. februar 2008 31 Vilt tú slóða vegin og skapa framtíðina saman við okkum, so er tað júst tær, vit sóknast eftir FT Samskifti leitar eftir nýggjum deildarleiðara til Rakstrardepilin. FT Samskifti er eitt livandi og fj ølbroytt arbeiðspláss í støðugum vøkstri, har góðir møguleikar eru fyri persónligum og fakligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. FT Samskifti mennir, marknaðarførir og selur tænasturnar, sum Føroya Tele veitir fyritøkum og einstaklingum. Rakstrardepilin hevur ábyrgdina av øllum tekniskum loysnum, sum FT Samskifti bjóðar. Rakstrardepilin er settur saman av eindunum Teletøkni, Datatøkni og Vinnutøkni, sum hava tilsamans 20 starvsfólk. Ein bólkaleiðari er í hvørjari eind, og hann hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum, starvsfólkaviðurskiftum og fíggjarligu stýringini í eindini. Avbjóðingin Tú skalt sum leiðari tryggja miðvísan framburð í Rakstrardeplinum. Slóða fyri og seta í verk tøkniligar framkomnar tænastur við tryggum rakstri og høgum tænastustøði. Tú hevur yvirskipaðu leiðsluna - alt frá strategiskum málum til rakstrar- og fi ggjarstýring. Vangamyndin Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi, hægri útbúgving, royndir í starvsfólkaleiðslu og royndir í at leiða verkætlanir. Framskygni og virkisfýsni eru dygdir, ið rakstararleiðarin hevur, og sum eggja starvsfólkum og bólkaleiðarum at arbeiða undir frælsi og ábyrgd. Rakstrarleiðarin hevur evnir at standa á odda fyri tøkniligari menning uttan at drukna í tekniskum smálutum. Umsókn og starvsviðurskifti Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn og starvstreytir eftir avtalu. Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Jan Mortensen, stjóra í FT Samskifti, á tel. 243301 ella á telduposti jmo@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til starvsfólkadeildina á tel. 303030. Umsóknir við CV og prógvum skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi 22. februar 2008. Viðmerk á brævbjálvan ”Deildarleiðari til Rakstrardepilin”. Føroya Tele Starvsfólkadeildin Postsmoga 27 FO-110 Tórshavn Føroya Tele er ein fyritøka í stórum vøkstri, sum eftir fáum árum hevur ment seg til eina eff ektiva og nútímans fyritøku, ið er kappingarfør á øllum økjum. Vit hava sett okkum fyri at menna nýggjar tænastur og bjóða føroyska marknaðinum bestu tænastuna og nýggjastu tøknina. FT Samskifti er dótturfelag í samtakinum Føroya Tele. Í FT Samskifti starvast 100 fólk, og fyritøkan tekur sær av marknaðarføring, sølu, tænastu, kundarøkt og samskifti við privat- og vinnukundar hjá Føroya Tele. Vilt tú slóða vegin og skapa vørjari eind og hann hevur ábyrgdina av daglig bólkaleiðari er í hv ga Umsókn og starvsviðurskifti DEILDARLEIÐARI TIL RAKSTRARDEPILIN Í FT SAMSKIFTI sansir.fo Ministry of Fisheries and Maritime Affairs FISKIMÁLARÁÐIÐ DEILDARLEIÐARI TIL MRCC TÓRSHAVN Tilbúgvingarstovnur Føroya søkir eftir deildarleiðara til virkisøkið MRCC Tórshavn. Deildar leiðarin fær dagligu leiðsluábyrgdina av virkisøkinum, sum fevnir um neyð- og trygdarradiotænastu, leiting og bjarging á sjónum og sjótilbúgving í breiðari merking. Høvuðsuppgávur Leiða og samskipa arbeiðið á MRCC Tórshavn, herundir • tryggja at leiti- og bjargingarátøk lúka fyrisett mát og betrast • tryggja fullgóða neyð- og trygdarradiotænastu • seta í verk menningartiltøk fyri starvsfólk og samstarvspartar í sjótilbúgvingini • samstarva um tvørgangandi uppgávur á stovninum • virka fyri og tryggja gott samstarv við MRCC-støðir í grannalondunum • umboða stovnin í føroyskum sum útlendskum samstarvsfora • skiftast við varaleiðaran um at røkja uppgávuna sum bakvakt • tryggja fullgóða umsiting av ISO 9001- góðskustýrisskipanini Almenn førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava hægstu nautisku útbúgving og minst 5 ára siglingstíð sum yvirstýrimaður ella skipari við handilsskipi ella aðra hægri ástøðiliga útbúgving og royndir innan eitt nú frálandavinnu. Drúgvar royndir við heilsu-, trygdar- og umhvørvisarbeiði ella royndir við leiti- og bjargingararbeiði eru ein treyt fyri at kunna røkja starvið. Innlit í góðskustýrisskipanir eru somuleiðis ein treyt. Umsøkjarar skulu hava viðkomandi leiðsluroyndir, góð evni at fyriskipa og samstarva umframt duga at arbeiða sjálvstøðugt. Neyðugt er at hava hollan telduførleika og málkunnleika til føroyskt, danskt og enskt. Setanarviðurskifti Starvið er tænastumannastarv og lønt í 35. lønarflokki í lønartalvu millum Tænastumannafelag landsins og Fíggjarmálaráðið. Lønin pr. 1. oktober 2006 er tilsamans 34.859,86. Afturat lønini verður viðbót fyri bakvakt sum er kr. 2.986,47 um mánaðin. Starvsheitið er deildarleiðari og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til stjóran á Tilbúgvingarstovninum. Setanar-økið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin verður Tilbúgvingarstovnur Føroya. Umsóknir Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig tilmæli skulu sendast Tilbúgvingarstovni Føroya Tinghúsvegur 64 110 Tórshavn í seinasta lagi 25. februar 2008. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til MRCC, á telefon 351302 www.fisk.fo Tilbúgvingarstovnurin fevnir um Sjóbjargingarstøðina (MRCC-Tórshavn), Neyð- og Trygdartænastuna, Tilbúgvingarsamskipanina og Brunaumsjón Landsins. Í løtuni starvast tilsamans 21 fólk á stovninum.