fríggjadagur 8. februar 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 8. februar 2008
tíðindi
Leygardagin 19. januar fór 105
ára gamli Jóhannes Tauser til
gravar í Helsingør. Hevði Skaparin
bert givið honum 42 dagar aftur
at, so hevði hann rundað tey 106
árini, sum vit ikki vita um, at nak
ar annar føroyingur hevur fingið.
Hann gjørdist kortini elsti føroy
ingur við sínum knapt 106 árum.
Hann gjørdist eldri enn higartil
elsta fólk í Føroyum, Drikka á
Fløtti við Gjógv, sum náddi 4
mánaðir yvir 105. Drikka doyði í
1980.
Jóhannes var mettur av døgum,
nú hann legði frá sær. At hann
legði frá sær, kunnu vit av sonnum
siga, tí millum jól og nýggjár
knoðaði hann deiggj, sum dótturin
skuldi nýta til bakstur, og miku
dagin sæt hann í songini og ripp
aði húkar, og fríggjadagin hjálpti
hann dótturini at leggja klæðir
saman, og seinni, sama kvøldið,
hugdi hann eftir einum sjónbandi
av barndómsbygdini Eiði. Dótt
urin sigur, at hann var so ómetaliga
væl fyri hetta kvøldið og at hann
livdi við í tí, sum hann sá og hevði
viðmerkingar til okkurt av ti hann
sá, og vit prátaðu saman um
ymiskt frá gomlum døgum – men
morgunin eftir legði hann stillis
liga árarnar inn eftir ein langan og
drúgvan lívsróður og kundi seta
“bátin” á Himna strond.
Tað var ein heiðurlig jarðarferð,
ið henda aldurskempan fekk
henda vakra sólskinsdagin í
Helsingør Kirkegård á Mølle
bakken 5. Kistan var prýdd við
Føroyska flagginum, ið lá sum
ein dúkur yvir kistuni. Á kistuni
lá eisini uniformhúgvan hjá
Jóhannesi við áskriftini “Frelses
armeen.” Um tú hugdi nærri
kundi væl síggjast, at húgvan
hevði verið nógv brúkt – hann var
jú “hermaður” í frelsunarherinum
í meira enn 60 ár.
Frammanfyri
kistuna
stóðu
tveir offiserar, annar við “blóð
ogeldflagginum” hjá Frelsunar
herinum og hin við Dannebrog.
Teir stóðu alla tíðina meðni and
aktin var og tá kistan varð borin
út gingu teir undan út á grøvina
við báðum fløggunum. Eitt tað
seinasta, sum var gjørt á grøvini,
var at lora fløggini niður yvir kist
una tríggjar ferðir og veitra við
teimum. Saman við báðum fløgg
unum hekk ein hvítur silkistrimm
ul, sum avmyndar Himmalin.
Tað vóru hjúnini, Ellen og Krist
ian Ramild Jørgensen, offiserar
innan frelsunarherin í Templet í
Keypmannahavn og góð vinfólk
hjá Jóhannesi, sum skipaðu fyri
jarðarferðini.
Høvuðsrøðuna
hevði Kristian og tók hann m.a.
soleiðis til: “Johannes lange liv
har været et vidnesbyrd om den
frelse han fandt i Jesu blod.”
Tá fólk innan frelsunarherin
doyggja brúka tey eitt ávíst
útrykk: “Forfremmet til Herlig
heden.” Bæði jarðarferðin og
ervið var ein talandi vitnisburður
um, at her var ein trúðarinnar “her
maður,” sum av sonnum var
“Forfremmet til Herligheden.” Í
ervinum vóru fleiri, sum ynsktu
at bera eina heilsu fram um Jó
hannes, m.a. segði núverandi leið
ari í frelsunarherinum í Helsingør,
Magdalena, ein ung kvinna úr
Svøríki, soleiðis: – “Tá vit góvust
at hava reglulig útimøtir á gongu
gøtuni, varð Jóhannes so harmur
um hetta, at hann fór einsamallur
oman í gongugøtuna við har
monikuni og setti seg at syngja og
vitna fyri teimum, sum gingu
framvið.” “Vit í Frelsunarherinum
fingu, líka til tað seinasta,
franskbreyð og bollar oman í sal
in, sum Jóhannes hevði elt deiggi
til.” Báðar døturnar, Aspa og
Jenny, høvdu eisini eina heilsu til
heiðurs fyri pápan: “Líkamikið
hvussu gomul foreldrini verða, so
er saknurin og tómleikin har
kortini, tá tey eru farin.” “Pápi
segði mangan: “Vi skal holde fast
i friheden.”
Beint eftir, at hann hevði fylt
104 ár, hevði undirritaði tað gleði
at vitja Jóhannes Tauser og dótt
urina Jenny í heimi hansara í Hel
singør. Tá hevði eg eina samrøðu
við hann og dótturina um lívið hjá
honum. Serliga var tað hansara
andaligi vitnisburður, sum eg var
áhugaður í at hoyra. Eg skrivaði
nakað niður av tí, sum vit prátaðu
um hesa løtuna, við tí í hyggju, at
onnur skuldu fáa lisið hetta. Tað
eydnaðist mær ikki at fáa greinina
í nakað blað tá, men nú havi eg
fingið sosialin at endurgeva grein
ina í óbroyttum líki, hóast maðurin
ikki longur er ímillum okkara. Eg
fari at biða lesaran bera yvir við
mær, men nú kann greinin eisini
verða
minningarorð
um
Jó
hannes.
Eg eri sera glaður um, at eg
kom at kenna Jóhannes, áðrenn
hann fór her frá, og tað var í evstu
løtu, tí eg meti, at ein slíkur maður
hevur so nógv at læra okkum
yngru. Sjálvur kenni eg tað so
leiðis, at hansara vitnisburður
hevur verið mær ein persónligur
íblástur. Eg ynski, at vitnisburðurin
hjá hesum aldrandi trúgvandi
manni má vera til gleði og signing
fyri teg, sum lesur.
105 ára gamal eiðismaður
búsitandi í Helsingør
“Eg hoyri fótafetini av Jesusi úti í
gongini”
Í 1902 var tað neyvan nakar
norðuri á Eiði, sum ímyndaði sær
hvussu heimurin fór at síggja út í
endanum av 20 øld, og enn minni
hvussu tey fyrstu 7 árini av 21 øld
fóru at verða. Hetta árið, 23. febr
uar, varð eitt dreingjabarn borið í
heim norðuri á Eiði, sum kom at
uppliva 20 øld á tamb upp á gott
og ónt, og í dag er hann farin um
tey fyrstu 7 árini av 21 øld. Í 1902
búðu gott 15.000 fólk í Føroyum.
Í hansara livitíð er fólkatalið meiri
enn trý faldað í Føroyum.
Maðurin er Jóhannes Tauser av
Eiði. Hann hevur búleikast í Hel
singør síðani 1959. Undirritaði
hevði tað stóru gleði at vitja hann
og dótturina, Jenny, í mars mánaða
í 2006 Hevði sjálvandi boðað frá,
at eg fór at koma, og tá eg kom
innar í hugnaligu stovuna kendi
ein angan av nýbakaðum bollum,
tí ”hesin fremmandi maðurin má
fáa ein góðan drekkamunn við ný
bakaðum bollum, tá hann kemur,”
hevði aldrandi pápin sagt við
dótturina. Dótturin segði mær, til
mína stóru undran, at pápin hevði
sjálvur knoða deiggið. Undirritaði
kann leggja afturat, at drekkamuð
urin og bollarnir gagnaðust ómeta
liga væl.
Tað var áhugavert at sita hendan
seinnapartin og tosa við Jóhannes,
sum hóast sín høga aldur, er klárur
og minnist væl frá gomlum døg
um, og dugir væl at greiða frá.
Jóhannes hoyrir ikki væl longur,
og tí kann tað vera torført hjá
fremmanda fólki at samskifta við
hann, men so skjótt sum hann
fangar hvat tað er tú sigur, er hann
skjótur at svara, og tað, sum hon
um allarbest dámar at tosa um er
um Frelsara sín og tænastuna inn
an Frelsunarherin, sum blivu til
mong rík ár. Tí kemur hendan lívs
søgan at snúgva seg mest um tann
andaliga partin av hansara lívi.
Nógv forvitnisligt
í lívsskjáttuni
Jóhannes upplivdi fyrra heimsbar
daga sum tannáringur, og seinna
heimsbardaga upplivdi hann í
sínum bestu manndómsárum, tá
hann m.a. sigldi sum kokkur við
einum skipi, sum kallaðist Marité.
Tað eru ikki smálutir, ið slík fólk
hava fingið í lívsskjáttina, og tí er
tað umráðandi, at tey ikki sleppa
um sýnuna uttan fyrst at hava
loyvt okkum yngru at kaga niður
í skjáttina; og tað var tað, sum eg
gjørdi hendan hósdagin, í mars
mánaða í fjørð, í heimi hansara í
Helsingør, sum bæði hann og
dótturin, Jenny, skulu hava stóra
tøkk fyri.
Úr ódnarveðri inn
í stillan sjógv
Jóhannes vaks upp undir vanligum
korum norðuri á Eiði. Foreldrini
vóru Maria og Jákup Poulsen.
Maria var ættað úr Sørvági og
Jákup var Eiðismaður. Tey fingu
átta børn, fimm gentur og tríggjar
dreingir, har Jóhannes var næst
elstur í systkinaflokkinum.
Tá hann var 15 ára gamal fór
hann til skips. Meðni hermótini
bardust á Europeiska meginlandi
num, sigldi Jóhannes í Norðurat
lantshavinum við sluppuni Gal
way. Hann greiðir frá einum
ódnardegi, sum hann mangan
hevur hugsað um ígjøgnum sítt
langa lív: ”Eg minnist serliga
páskini 1917. Vit komu í eina
øgiliga kavaódn og vit skuldu inn
um eina smala innsigling, sum vit
ikki funnu orsaka av kavaódnini,
men tá vit so til endans sóu inn
siglingina og Galway kom innum,
tá varð deyða stilli. Hetta gjørdi
stórt inntrykk á okkum allar, og
hesar páskirnar tosaðu vit mangan
um eftir tað.”
Hendan tilburðin hevur Jóhann
es, seinni í lívinum, mangan sam
anborið við, tá hann í bestu mann
dómsárum leitaði inn í tað einastu
tryggu havnina og tað gjørdist
stilt í hansara sál. Eisini tá ”sigldi”
hann inn í eina havn har innsigl
ingin var smøl og torfør at koma
ígjøgnum, men innum kom hann,
og tá gjørdist stilt og friðfult, og
tað hevur tað verið til dagin í dag,
tí í dag, 105 ára gamal, situr Jó
hannes friðfullur og stillur og bíð
ar eftir, at Jesus skal koma og
flyta sál og anda hansara heim í
Himmalin til sín.
Hetta var tað djúpa inntrykkið,
sum eg fekk av hesum manni,
hesa løtuna eg sæt og tosaði við
hann og dótturina Jenny. Eg segði
við hann, at tá ein er vorðin so
gamal sum tygum eru, so veit ein,
at Jesus er ógvuliga nær. Tá svar
aði hann mær: ”Eg hoyri fótafetini
av Jesusi úti í gongini.”
Saman við foreldrum sínum
kom Jóhannes í kirkjuna á Eiði,
har hann hoyrdi orð Guds verða
lisið og prædikað, men hann kom
eisini, bæði sum barn og sum
ungur, til møtir, sum menn hildu,
ið komu ferðandi til bygdina.
Hesi møtini vórðu ofta hildin í
dansistovuni á Eiði. ”Eg minnist
tá Andrew Sloan, Jens Klæmint
Isaksen og Victor Danielsen komu
at hava møtir norðuri á Eiði. Eg
minnist so væl, tá Jens Klæmint
segði hesi orðini á einum av hes
um møtunum: ”Hygg upp á
Jesus.”
Tá Jóhannes, meiri enn 90 ár
seinni, kann minnast hesi orðini
so klárt, so er tað tí, at tey hava
gjørt stórt árin á hann, og einki at
ivast í hava hesi orðini verið við
virkandi til, at hann fleiri ár eftir
hetta persónliga hugdi á Jesus og
sá tað æviga lívið.
Frá Poulsen til Tauser
Sum 19 ára gamal kom hann at
sigla við einum Suðuroyarskipi
og var tí nógv á landi á Suðuroynni.
Har var ein Havnagenta, sum var
komin suður at tæna á Tvøroyri.
Gentan kallaðist Alexandra. Tey
blivu trúlovað og seinni giftust
tey, og búsettust í Havnini. Tey
fingu synirnar Jákup Martin,
»Forfremmet til herligheden«
Tað, sum hugtekur
Jóhannes mest av
øllum er at tosa
um fullkomna
endurloysingarverk
Kristusar á Golgata.
”Eg hoyri fótafetini
av Jesusi úti í gongini.”
34
Jóhannes Tauser gjørdist næstan 106 ára gamal