fríggjadagur 8. februar 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 8. februar 2008
Jóhan og Gunnar. Jóhan er 80 ára
gamal í dag og er búsitandi í
Havn, meðni hinir báðir beiggj
arnir eru báðir deyðir. Alexandra
var ættað av Skála, men kom at
vaksa upp í Havnini hjá Jóhannu
og Óla Tauser, sum komu at vera
eins og foreldur fyri Alexandru.
Tey vóru barnleys. Jóhanna var
ættað úr Hovi og Óli var úr Havn
ini. Mamma Óla var úr Havn með
an pápin var týskari, har navnið
Tauser kemur frá.
Jóhannes
kallaðist
Poulsen,
men av tí, at tað vóru fleiri, sum
kallaðust Jóhannes Poulsen, og
nøvn og postur kom mangan í
bland, so vórðu tey bæði samd
um, av praktiskum orsøkum, at
tey skuldu taka familjunavnið hjá
fosturforeldrunum hjá Alexandru.
Tí komu tey at eita Tauser. Navnið
Tauser kemur upprunaliga úr
Týskalandi til Føroyar í seinna
partinum av 19. øld, tað var pápi
Óla, sum kom við navninum
hendavegin.
Sjómaður
Sum flestu av hansara javnaldrum,
tá í tíðini, so kom hansara arbeiðs
pláss at verða tað nógva á sjónum,
og onkrar túrar kundi hann verða
rættuliga leingi burtur frá heimi
og familju. Hann sigldi við skip
um sum Galway, Lítlu Emmu og
Slatrinum. Tíðrnar í Føroyum
vórðu ringar í fimtiárunum og tí
kundi eisini vera torført at fáa
skipskjans, tí keypti hann sær, í
1954, egnan bát, sum hann róð út
við út frá Havnini og sum varð
hansara livibreyð inntil hann og
familjn flutti til Danmarkar at
búgva fimm ár seinni. Hann var
ein av útróðrarmonnunum í Havn,
sum setti ein serstakan dám á
Kongabrúnna í Havn, tá hann
kom við veiðuni og kastaði smáar
og stórar toskar upp á bryggjuna,
soleiðis, at Havnakonur kundu
keypa feskan fisk og borðreiða
við nýgjørdum knettum ella frika
dellum fyri manninum, tá hann
kom til døgurða. Tá vóru Havnar
konurnar
heimagangandi,
og
menninir og skúlabørnini komu
heim til døgurða á miðdegi.
Gongur regluliga á møti
Alexandra gekk á møti í Frelsunar
herinum í Havn, og tað hendi av
og til, at hon fekk hann at koma
við sær á møti. ”Eg gekk leingi og
ynskti mær at vita hvussu eg
kundi koma inn í Guds ríki, men
Djevulin royndi á ymiskan hátt at
fáa meg at hugsa, at tað var við
egnum gerningum, at ein mátti
arbeiða seg verdugan til Guds
ríki,” sigur Jóhannes.
Ein dagin stóðu hann og Palle
Egholm og veltu á trønni hjá ein
um, sum kallaðist Tummas í Fjósi.
Palle var ein trúgvandi maður og
savnaðist við pinsunum í Havn.
Teir komu í prát, og Palle spyr,
um hann er frelstur. Tá svaraði
Jóhannes ógvuliga avgjørdur: ”Eg
eri ikki frelstur, men tað vil eg
bestemt verða!” Um hetta mundið
er Jóhannes 32 ára gamal.
Palle bjóðaði honum heim til
sín, har hann og konan greiddu
honum frá frelsuni, bóðu fyri hon
um og lósu m.a. úr Rómbrævinum
kapitul 8. Jóhannes sigur, at hann
minnist serliga ørindi 1 í hesum
kapituli: ”So er nú eingin fordøm
ing fyri tey, sum í Kristi Jesusi
eru.” ”Eg bleiv ikki frelstur um
hetta mundi, men aftaná hetta
fekk eg rættuligan hug til at koma
til møtir.”
Aftaná samtaluna við Palla Eg
holm og konuna kom vend í hjá
Jóhannesi viðvíkjandi møtum.
Tey næstu tvey árini var hann ofta
at síggja til møtir bæði í Pinsa
meinigheitini,
meinigheitshúsi
num (gamla meinigheitshúsið) og
í Ebenezer, (gamla Ebenezer)
men av náttúrligum orsøkum kom
hann mest til møtir í Frelsunar
herinum, tí har kom kona hansara,
Alexandra. ”Eg var nú av sonnum
farin at leingjast eftir friði við
Gud, eg var ein leitandi syndari,
sum vildi hava vissu fyri hvussu
ein kann koma inn í Guds ríki,”
sigur Jóhannes.
Hóast hann longdist eftir friði
við Gud, so fór hann aftur og aftur
av møtunum uttan at hava fingið
frið. Hann fortelur, at undir einum
eftirmøti í Frelsunarherinum kom
Addaba til hansara fyri at tosa við
hann um frelsuna, ”men eisini
hetta kvøldið fór eg av møtinum
ófrelstur.”
Ein leitandi syndari og
ein leitandi frelsari
Jóhannes var 32 ára gamal, tá
Palle spurdi hann, um hann var
frelstur, men ikki fyrr enn 2 ár
seinni, 34 ára gamal, í 1936, upp
livdi hann eina persónliga freslu.
Hetta var ein mikudag og hann
var farin ein túr oman á Konga
brúnna. Har møtir hann tveimum
offiserum úr Frelsunarherinum,
Nicolai Gundersen og Kronberg
Hansen. Teir koma allir tríggir í
prát, og tá teir spyrja Jóhannes,
hvussu hann hevur tað, svarar
hann, at hann hevði tað ikki gott.
Tað, sum leikaði á hjá Jóhannesi
var frelsuspurningurin, og nú var
tað av álvara vorðið ódnarveður í
sál hansara, júst soleiðis sum
hann og skipsfelagar hansara upp
livdu ódnina á páskum í 1917 tá
teir sigldu inn í eina stilla vík. Nú
longdist Jóhannes eftir at sál hans
ara kundi leggja inn í eina stilla
havn.
Tá ein leitandi frelsari søkir eft
ir einum leitandi syndara, so finna
teir hvønn annan, og júst tí var
tað, at Harrin hevði sent hesar
tveir menninar á hansara leið
niðri á Kongabrúnni í Havn. Tá
teir skiltu, at hann ikki hevði tað
so gott, so bjóðaðu teir honum at
koma á soldátarmøti hetta sama
kvøldi.
Hetta kvøldið, tá Jóhannes fór á
soldátarmøti í frelsunarherinum,
hendi nakað í lívi hansara, sum
broytti hann fullkomiliga. Ein
kvinna fór upp á pallin at syngja,
og sangurin, sum hon sang var á
donskum og tað eina ørindi ljóð
aði soleiðis:
”Jeg gav mit liv for dig,
mit hjerteblod udflød,
at frelst du skulle bli`
og vakt til liv fra død”.
Sangurin er skrivaður av bretanum
Frances R. Havergal. Týddur til
føroyskt av V. Danielsen og er nr.
636 í Songbók Guds Fólks: ”Títt
lív, tað gavst tú mær…..” Sangurin
hevur fýra ørindi.
Tað var Amy Andreassen, sum
sang hetta kvøldið. Sangur henn
ara kom frá hjartanum og fór bein
leiðis í hansara hjarta. Jóhannes
fall í grát, har hann sæt í salinum.
Hann reisti seg og fór fram til
bodsbonkin har hann legði seg á
knæ og kallaði á navn Harrans á
donskum: ”Himmelske far, tag
mig som jeg er!!”
Jóhannes sigur, at tað var ikki
fyrrenn hann reisti seg uppaftur
frá bodsbonkium, at hann upplivdi
frelsugleðina. Vit lata Jóhannes
sjálvan greiða frá hvat hendi hesa
løtuna: ”Tá eg reisti meg, var eg
sum eitt nýtt menniskja eg sá
Jesus líðandi fyri meg og at hann
við sínum líðilsi hevði betalt fyri
mína fullkomnu frelsu – eg skal
einki gera fyri at koma inn í Guds
ríki, Jesus gjørdi alt við sínum líð
ingum – hetta møti gloymi eg ong
antíð.”
Vitnar sama kvøldið
Hann og Alexandra høvdu bæði
ætlað sær á møti hetta kvøldið,
men um tað mundi tey skuldu
fara komu konurnar í bindiklubb
anum at vitja og tí fór Jóhannes
einsamallur á møti. Jóhannes var
spentur at koma til hús hetta
kvøldi, tí hann vitsti, at bindi
klubburin var ikki enn farin til
hús. Hann fór beinleiðis innar í
stovuna, har tær fimm bindi
klubbakonurnar sótu, og hann
vitnaði fyri konu síni Alexandru
og hinum konunum: ”Møti í kvøld
komi eg aldri at gloyma, í kvøld
bleiv eg frelstur, tí vit kunnu koma
inn í Guds ríki uttan at gera nakað
sjálvi, tí okkara Himmalski pápi
hevur gjørt alt fyi okkum í
Jesusi!”
Hetta var hansara fyrsti vitnis
burður, men so sanniliga ikki
hansara einasti, tí hann gjørdist
seinni eitt íðið vitni fyri sín Harra
og Frelsara innan Frelsunarherin,
bæð á Vaglinum í Havn og á
gongugøtuni í Helsingør, har
hann seinni kom at búgva. Longu
tríggjar vikur eftir hetta vórðu
hann og Alexandra vígd til soldát
ar í frelsunarherinum.
Jóhannes sigur, at Djevulin
gjørdi mangan álop á hann eftir at
hann var komin til trúgv og royndi
at fáa hann at ivast í frelsuni:
”Djevulin royndi mangan at billa
mær inn, at tað ikki er nokk at
trúgva, men at eg eisini mátti gera
nakað sjálvur.” Jóhannes sigur
víðari, at tá hesi álopini komu á
hann, so styrkti hann seg sjálvan
við at lesa í Ef.1,38v. har tað m.
a. stendur, at vit eru útvald áðrenn
grundan heimsins, at vit hava fing
ið sonarkor hjá Gudi og at vit
hava fingið endurloysing og fyri
geving syndanna við blóði Krist
usar.
Tað var skjótt greitt fyri mær,
undir samveruni við Jóhannes, at
tekstbrotið í Ef.1,38 var hansara
yndistekstur í nýggja testamenti.
Hann segði mær, at hann mintist
so ómetaliga væl ein norskan præ
dikumann, sum talaði nógv í Ebe
nezer, sum kallaðist McKinnon.
”Eg minnist væl, at hann tosaði
ofta út frá Efesusbrævinum og at
hann einaferð segði: ”Hvis vi ikke
havde Efesusbrevet så var vor
bibel fattig!” Kanska eru tað onk
ur dýrabar livandi sáðkorn úr talu
num hjá McKinnon, út frá Efesus
brævinum, sum enn liva og gera
gott í sálini hjá hesum aldrandi
trúgvandi manni. Hesin norski
prædikumaðurin var nógv í Føroy
um og ferðaðist ímillum samkom
urnar. Hann var kendur fyri at
vera ein, sum ofta talaði um sann
leikar í Efesusbrævinum. Hann
skrivaði eina bók um Efesusbræv
ið, sum eg hevði tað gleði at
kunna geva Jóhannesi og sum
hann eisini var glaður fyri at fáa.
Meðni eg sæt og tosaði við
henda gamla Harrans tænara, so
kendi eg tað heilt greitt, at tað júst
eru hesir sannleikarnir, sum hava
givið honum tað størstu gleðina í
lívinum. Tað, sum hevur havt
stórsta týdning fyri Jóhannes, alt
lív hansara, er, at hann í líðing og
blóði Jesusar eigur eina persónliga
endurloysing og fyrigeving. Tað
hevur verið hansara stóra lívsgleði
at bera vitnisburðin um Jesus út í
sangi og orðum. Jóhannes er eitt
talandi prógv um sannleikan í
Sálm. 92,1316v. har tað stendur,
”……….at hin rættvísi grør sum
pálmin og at enntá gráhærd eru
tey sevjurík og grøn at vitna um
Harran………”
Vildi ikki oman á Vaglið
Tað gekk kortini nakað av tíð, frá
tí hann kom til trúgv og til hann
av álvara byrjaði at vitna alment. Í
fyrstuni føldi hann seg ikki at
vera til reiðar at stíga fram alment.
Einaferð, tá Håkon Dahlstrøm,
sum um tað mundi var loytnantur
í Frelsunarherinum, bað hann
koma við oman á Vaglið at hava
útimøti, var Jóhannes ógvuliga
avgjørdur í sínum svari og takkaði
nei. Men tá hann hoyrdi sangin og
horntónleikin frá ”frelsenshær,”
meðni tey marsjeraðu eftir Havnar
gøtum oman á Vaglið hetta kvøld
ið, opnaði hann sína bíbliu, og
kom at lesa í Matt.28,1920v. Tá
komu hesi orðini so sterkt til
hann: ”Far nú út, og eg skal vera
við tær!” Jóhannes sigur, at hann
var við tað sama greiður yvir, at
her var talan um at fara út við
evangeliinum.
Hetta sama kvøldið gjørdi
Jóhannes sum Esaias profetur
gjørdi, (Es.6,89) tá hann var
kallaður at fara út. Jóhannes var
lýðin og fór við tað sama oman á
Vaglið og stillaði seg á fyrsta
sinni saman við Frelsunarherinum
til útimøti. Hann minnist hvussu
glaður í Dahlstrøm var tá hann sá
hann koma, tá segði Dahlstrøm
við hann. ”Nå, du kom alligevel.”
Håkon Dahlstrøm kom at hava
avgerandi týdning fyri andaliga
lívið hjá Jóhannesi, og teir hava
samskiftað hvør við annan, ígjøg
num alt teirra lív.
Fekk ikki afturhald
Aftan á hetta útimøti á Vaglinum
kom vend í hjá Jóhannesi, hann
fekk reint og slætt ikki afturhald
at vitna, og hann fór eisini at
spæla og syngja fyri Harran. Jó
hannes er kønur við harmonikuni.
Tá hann gekk í barnaskúlan á Eiði
dámdi honum best sangtímarnar
og hann lærdi seg at spæla á har
moniku. Hetta vísti seg at koma
honum ríkiliga til góðar seinni í
lívinum, tá hann fór at syngja og
spæla fyri Frelsara sín.
Hann gjørdist nú virksamur í
frelsunarherinum,
saman
við
konu síni Alexandru, har hann
gleddi áhoyrarnar, bæði í salinum
Hann varð 105 ár
fríggjadagin 23. februar
Er ikki farin á stovn at búgva, men býr framvegis
heima í egnari íbúð. Tvær døtur hyggja til hann
hvønn dag. Hevur eina góða heilsu og kemur
framvegis úr songini. Fylgir við hvat hendir
rundan um hann. Hjálpir til í húsarhaldinum
við at knoða deiggj tá bakast skal og elta knettir.
Hjálpir dótturini við at leggja klæðir saman.
Inntil fyri heilt nýliga fekst hann við at rippa
húkar. Jóhannes er ein persónligur kristin.
”Eitt gott sinnalag við nógvum smíli, sunnum
mati, arbeiðsgleði og ongum tubbaki er ein góð
uppskrift upp á eitt langt lív,” sigur Jóhannes.
Hansara fyrsti
vitnisburður var fyri
bindiklubbanum
hjá konuni: ”Møti í
kvøld komi eg aldri at
gloyma, í kvøld bleiv
eg frelstur, tí vit kunnu
koma inn í Guds ríki
uttan at gera nakað
sjálvi,…………..”
”Eg sá Jesus
líðandi fyri meg og
at hann við sínum
líðilsi hevði betalt
fyri mína fullkomnu
frelsu……..”
”Eg veit ikki hvussu
tað er við tær, men eg
eri frelstur av náði.”
Jóhannes tók
einaferð soleiðis til:
”Tað er torførari at
fiska menniskju enn
tosk.”
Framhald á næstu síðu
35