Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 8. februar 2008 í Tórsgøtu og niðri á Vaglinum, við sínum greiða vitnisburði og vakra sangi. Jóhannes var sjómaður, og var nógv burtur við skipi, men heldur ikki har setti hann ljósið undir skeppuna, men helt møtir umborð fyri manningini, og tá tað varð farið í land, t.d. í Íslandi, so leitaði hann altið upp ein møtisal so hann og aðrir av manningini kundu fara á møti, og um høvið varð til tað, hevði hann eisini ein vitnisburð og ein sang. Tá hann var heima ímilum túrarnar so reisti hann stundum til møtir saman við Håkon Dahlsrøm. Onkuntíð var hann saman við Dahlstrøm og vitj­ aði barndómsbygdina Eiði og hevði møtir fyri sínum bygdar­ fólki. Einkjumaður og giftist uppaftur Í 1942 doyr hansara kæra kona, Alexandra, og situr hann sum einkjumaður, 40 ára gamal, við trimum synum, Jóhan, Jákup Martin og Gunnar. Nøkur ár seinni leiðir Harrin eina aðra kvinnu inn á hansara leið, Elin Nielsen úr Heiðunum, dóttur Annu Sofíu og Per Nielsen, van­ liga róptur Per í Heiðunum. Anna Sofía, mamma Elina, var ættað úr Søldafirði. Elin og Jóhannes gingu saman í hjúnaband, og tey fingu døturnar Aspa og Jenny. Aspa er fødd í 1948 og Jenny er fødd í 1953. Elin vaks upp í einum góðum kristnum heimi í Heiðunum, har kirkju­ og møtigongd, húsandakt og lestur varð hildið í æru. Vaksin upp undir tílikum umstøðum varð tað nátturligt fyri Elina, tá hon sum tannáringur fór til Havnar at arbeiða, at leita higar, sum vitnis­ burður Guds ljóðaði. Hon kom at ganga í frelsunarherin í Tórsgøtu í Havn. Har kom hon til fulla klár­ heit viðvíkjandi frelsuspurningi­ num, og seinni varð hon vígd sum soldátur. Elin, eins og Alexandra, fyrra kona hansara, gjørdist ein hollur stuðul hjá Jóhannesi bæði í heiminum og í arbeiðinum innan frelsunarherin. Úr Føroyum til Helsingør Í 1959 fluttu Jóhannes og Elin til Danmarkar, saman við døtrunum Aspu og Jenny, sum tá hava verið ávíkavist 10 og 5 ára gamlar. Tey valdu at búseta seg í Helsingør. Hóast sjómaður heima í Føroyum, so legði hann sjólívið heilt til síðis, tá hann kom til Helsingør at búgva. Fyrsta arbeiði hjá honum var á gummifabrikkini Tretorn, har hann arbeiddi í 7 ár. Kanska kunnu vit siga, at hann nærkaðist sjólívinum aftur, tá hann seinni fór at arbeiða á skipasmiðjuni í Helsingør, har hann arbeiddi til hann fór frá sum fólkapensjonistur 67 ára gamal. Jóhannes hevur altið verið upp­ tikin av Guds skaparverki, og tí hevur hann í mong ár havt ein kolonihava í Helsingør, sum hann røktaði líka til hann var 83 ára gamal. Hesin havin gjørdist ein sannur urtagarður undir ”grønu” fingrum hansara, sum varð kendur víða um, tí virðislønirnar vórðu fleiri. Tá Jóhannes var 93 ára gam­ al fekk hann ein urtagarðsmøgu­ leika av nýggjum, tí tá fekk eldra dóttur hansara, Aspa, sær ein urta­ garð, sum pápin hjápti henni at røkta, til hann varð 98 ára gamal. Teirra andaliga heim Teirra andaliga heim og trúarfe­ lagar funnu tey sjálvsagt í frels­ unarherinum í Helsingør, har hann og Elin gjørdust andaliga virksom, og í felag komu tey at geva eitt týðandi íkast í tað evangeliska sosiala hjálpararbeiði í og út frá frelsunarherinum. Tey gjørdu eisini eitt arbeiði ímillum børnini í býnum. Hvønn fríggja­ dag komu uml. 30 børn inn í teirra heim, har tey hoyrdu orð Guds og Jóhannes sang og spældi andaligar sangir fyri teimum. Eitt tíðarskeið røktu tey eina tænastu í versthúsunum í býnum, har tey sungu og vitnaðu um Jesus fyri teimum, sum har sótu, og góvu teimum blaðið Krigsråbet. Mangir menn, sum sótu har, vóru í sera ringum standi og brúktu meginpartin av vikulønini til øl og annan sterkan drykk. Jóhannes vitjaði versthúsini í dagtímunum, meðni Elin og ein føroysk vin­ kona, sum kallaðist Marianna og sum eisini var soldátur innan frels­ unarherin, vitjaðu um kvøldarnar. Tað var ikki so sjálvdan, at Elin og Marianna hjálptu monnum til hús, har kona og børn sótu og bíð­ aðu eftir, at maðurin og pápin skuldi koma heim við vikulønini. Jóhannes var altið til reiðar við einum orði ella vitnisburði á teim­ um regluligu møtunum í salinum og á gongugøtuni í Helsingør, har hann við sínum høga aldri gjørdist ein kend og elskað býarmynd, ikki minst orsaka hansara lívs­ gleða sangi og harmonikuspæli Tey høvdu so statt eisini ein andaligan urtagarð at røkta, sum tey hava duga væl at arbeitt við. Virðislønirnar fyri tann andaliga urtagarðin bíða til vit øll koma heim í Himmalin, og tað er einki at ivast í, at onkrir sigurskransar bíða Jóhannesi har. Elin og Jóhannes fingu eitt langt og innihaldsríkt lív saman við hvørjum øðrum og eisini í fylgi við Harranum. Elin varð for­ fremma, sum tey siga í frelsunar­ herinum, til Himmalin, í 1998. Hon var tá 89 ára gomul, og Jóhannes var 96 ára gamal, tá hann gjørdist einkjumaður fyri aðru ferð, og inntil nú hevur hann fingið løgd 9 ár afturat sínum lívi. Ein patriarkur Jóhannes kann av sonnum kallast ein patriarkur ímillum føroyingar, ikki minst vegna sína klettaføstu trúgv á Gud og Guds orð. 105 ára gamal kundi hann framvegis koma upp úr songini, men lá kort­ ini tað nógva í songini hetta sein­ asta árið, men tað, sum hann ikki longur hevði høvið til at siga í møtisalinum og á útimøtum, tað segði hann við gleði og djúpari sannføring við fólk, sum komu á gátt at vitja hann: ”Vit skula ikki gera nakað sjálvi fyri at koma inn í Guds ríki, tí Jesus gjørdi alt fyri okkum við sínum blóði á krossi­ num, vit skula bara venda við og trúgva á Jesus.” Við undirritaða tók hann soleiðis til: ”Eg veit ikki hvussu tað er við tær, men eg eri frelstur av náði!” Við hesum orðum lýsa vit Guds frið og signing yvir minnið eftir Jóhannes Tauser. Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@post.olivant.fo nýggjur lýsingarmiðil í Føroyum 40” lýsingarskíggjar kring landið Tel 34 18 00 s-lysingar@sosialurin.fo Skíggjarnir hanga á hesum støðum: • Kiosk Vár í Klaksvík • Postverkinum í Klaksvík • Kiosk Vár í Saltangará • Haraldsen í Fuglafirði • Mylluni í Miðvági • FK í miðbýnum í Tórshavn • 2 skíggjar í Handilskjarnanum í Tórshavn • 2 skíggjar í Statoil á Argjum 36