fríggjadagur 8. februar 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 8. februar 2008
41
Toll- og Skattstova Føroya
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálaráðnum, hvørs
uppgáva er at fyrisita toll- og
avgjalds-skattalógina og
skuldarinnkrevja innan
málsøkini hjá stovninum.
Stovnurin hevur 135 starvsfólk
og er skipaður við einum stýri
og trimum økisskrivstovum.
Stýrið heldur til á Argjum
og høvuðsskrivstovurnar í
Norðurøki, Miðøki og Suðurøki
halda til í ávikavíst Saltangará,
Tórshavn og á Tvøroyri.
Á Miðøkinum, har viðkom-
andi kemur at starvast, eru 60
starvsfólk.
www.tollskatt.fo
E-mail:
tollskatt@tollskatt.fo
Tað ljóðar sum tónleikur í oyrunum!
Nýggja kundatænastan leitar eftir leiðara
So, hevur tú tænastulyndi, kanst hava
fleiri bóltar í luftini ísenn, tekur skjótar
avgerðir, sært starvsfólkið sum eitt
virðismikið tilfeingi, sært skipaðar loysnir
sum eitt neyðugt arbeiðsamboð og dugir
at seta teg í brúkarans stað, so er tað
avgjørt tær, vit leita eftir.
Vit vænta, at tú hevur útbúgving á
bachelor støði. Hevur tú skrivstovu-
útbúgving, móttøkuútbúgving e.l.
og hevur áhuga og vilja at víðari- og
at eftirútbúgva teg, so ert tú eisini
vælkomin at søkja.
Vit eru ein stovnur í støðugari menning
og virða meiningar og fjølbroytni
hvør hjá øðrum. Virðini, mentanin
og politikkir eru grundarlagið undir
virkseminum á stovninum, hvørs
endamál er í samsvar við misjónina, at:
Vit trygga landskassanum skatta- og
avgjaldsinntøkur.
Eyðkenni okkara skal vera góð tænasta
Vit bjóða eitt livandi, fjølbroytt og sjálv-
støðugt arbeiðspláss, har tað er vítt til
veggja, og sum tillagar seg lógarbroyting
og broyttum umstøðum. Tú kemur at
arbeiða við at seta karmar um kunda-
tænastuna saman við tínum starvsfólk-
um og stovninum annars. Eisini bjóða vit
fleksarbeiðstíð.
Høvuðsuppgávurnar verða at leggja
lunnar undir framtíðar menning av
tænasturøktini á stovninum, har eingin
dagur er eins, og har títt avrik kemur at
viðvirka til nøgdari starvsfólk eins og
nøgdari brúkarar.
Starvið verður lønt eftir sáttmálanum
millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi
yrkisfelag.
Setanarøkið umfatar Fíggjarmálaráðið og
stovnar undir tí.
Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til Hjørdis Gaard, fyrisiting-
arstjóra á telefon 552620, sum er fús at
svara spurningum.
Send umsókn saman við avritum av
prógvum, ummælum og CV til Toll- og
Skattstovu Føroya, í seinasta lagi 18.
februar 2008, kl. 15.00. Viðmerk: umsókn
leiðari til kundatænastuna.
Toll- og Skattstova Føroya
Postsmoga 2151
FO-165 Argir
ella til tollskatt@tollskatt.fo
stílað: Hjørdis Gaard, fyrisitingarstjóra
Viðskiftafólk og starvsfólk hava rætt
til ein virðiligan samverutóna!
Ert tú áhugaður í nøgdum viðskiftafólkum!
Vit leita eftir fólki til ta nýggju kundatænastuna
so, um tú hevur tænastulyndi og er
hugaður at møta viðskiftafólkinum, har
tey eru stødd, so er tað heilt víst tær, vit
leita eftir.
Vit eru ein stovnur í støðugari menning
og virða meiningar og fjølbroytni hvør
hjá øðrum. Virðini, mentanin og poli-
tikkir eru grundarlagið undir virksemi
stovnsins, hvørs endamál er í samsvar við
misjónina, at:
Vit trygga landskassanum skatta- og
avgjaldsinntøkur.
Eyðkenni okkara skal vera góð tænasta.
Vit bjóða eitt livandi, fjølbroytt og sjálv-
støðugt arbeiðspláss, har tað er vítt til
veggja, men sum umframt skal tillaga
seg lógarbroytingum og umstøðum
annars. Eisini bjóða vit fleksarbeiðstíð.
Vit vænta at tú hevur eina móttøku-,
tænastuútbúgving ella líknandi útbúgv-
ing innan tænastuyrki. Hevur tú skriv-
stovuútbúgving og ert sinnaður at víðari-
útbúgva teg, so ert tú eisini vækomin at
søkja.
Høvuðsuppgávurnar verða at røkja
kundatænastuna og at seta í journal.
Eingin dagur er eins á stovninum, og tí
kann júst tín smidligleiki viðvirka til at
gera allan munin.
Starvið verður lønt eftir sáttmálanum
millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi
yrkisfelag.
Setanarøkið umfatar Fíggjarmálaráðið
og stovnar undir tí.
Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til Hjørdis Gaard,
fyrisitingarstjóra á telefon 552620, sum
er fús at svara spurningum.
Send umsókn saman við avritum av
prógvum, ummælum og CV til Toll- og
Skattstovu Føroya, í seinasta lagi 18.
februar 2008, kl. 15.00. Viðmerk: umsókn
fólk til kundatænustana.
Toll- og Skattstova Føroya
Postsmoga 2151
FO-165 Argir
ella til tollskatt@tollskatt.fo
stílað: Hjørdis Gaard, fyrisitingarstjóra
Viðskiftafólk og starvsfólk hava rætt til ein
virðiligan samverðutóna!
Toll- og Skattstova Føroya
Leiðslusamskipari
er tænastuberarin á stovninum
Ein leiklutur tú kundi hugsa tær!
Ert tú royndur í leikum ella hevur tú hug
at taka av eini nýggjari avbjóðing. Vit
leita eftir einum framskygnum og
ábyrgdarfullum leiðslusamskipara, sum
trívist við støðugum avbjóðingum og
hvørs leiklutur tryggjar støðuga menning
í trá við misjónina hjá stovninum:
Vit trygga landskassanum skatta- og
avgjaldsinntøkur. Eyðkenni okkara skal
vera góð tænasta.
Vit bjóða eitt livandi og fjølbroytt
arbeiðspláss, har eingin dagur er eins og
har títt avrik kann gera allan munin. Vit
hava fleksarbeiðstíð, og góðir møguleikar
eru eisini fyri eftirútbúgving.
Vit vænta, at tú hevur útbúgving á
bachelor støði innan fyrisiting, búskap,
løgfrøði, mál, samskifti ella at tú hevur
aðra líknandi útbúgving. Góðar málsligar
førleikar, serliga í føroyskum máli og
kanst taka tær av rættlestri av einum
hvørjum slag. Eisini vænta vit, at tú dugir
væl at samstarva og samskipa, tá ein av
tínum uppgávum verður at leggja skeiðir
til rættis.
Høvuðsuppgávurnar verða at arbeiða
við lønar- og setanarmálum, fyriskipa
fundir, skriva fundarfrásagnir, samskipa
skeið og aðrar skrivarauppgávur . Sum
heild vænta vit, at tú heilt natúrliga tekur
eina hond í og ert beinasom/samur at
taka við uppgávum og at stuðla leiðsluni
í dagliga arbeiðinum.
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.
Setanarøkið umfatar Fíggjarmálaráðið
og stovnar undir tí.
Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til Arnold H. Nielsen, stjóra á
telefon 352600, sum er fúsur at svara
spurningum.
Send umsókn saman við avritum av
prógvum, ummælum og CV til Toll- og
Skattstovu Føroya, í seinasta lagi 18.
februar 2008, kl. 15.00. Viðmerk: umsókn
leiðslusamskipari.
Toll- og Skattstova Føroya
Postsmoga 2151
FO-165 Argir
ella til tollskatt@tollskatt.fo
stílað: Arnold H. Nielsen, stjóra
Vit vísa vælvild, áhuga og virðing og gera
okkara besta fyri at menna eitt opið og
nærverandi samskifti!
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálaráðnum, hvørs
uppgáva er at fyrisita toll- og
avgjalds-skattalógina og
skuldarinnkrevja innan
málsøkini hjá stovninum.
Stovnurin hevur 135 starvsfólk
og er skipaður við einum stýri
og trimum økisskrivstovum.
Stýrið heldur til á Argjum
og høvuðsskrivstovurnar í
Norðurøki, Miðøki og Suðurøki
halda til í ávikavíst Saltangará,
Tórshavn og á Tvøroyri.
Á Miðøkinum, har viðkom-
andi kemur at starvast, eru 60
starvsfólk.
www.tollskatt.fo
E-mail:
tollskatt@tollskatt.fo
Avloysarastarv!
Avgreiðslan á Posttollinum
søkir avloysara, sum er fúsur at veita
viðskiftafólkunum góða og vegleiðandi
tænastu, tað verði seg um telefon ella
disk. Starvið verður sett so skjótt sum
tilber og er fram til 1. september 2008.
Vit eru ein stovnur í støðugari menning
og virða meiningar og fjølbroytni hvør
hjá øðrum. Virðini og mentanin eru m. a.
grundarlagið undir virkseminum á
stovninum. Hvørs endamál er í samsvar
við misjónina, at:
Vit trygga landskassanum skatta- og
avgjaldsinntøkur.
Eyðkenni okkara skal vera góð tænasta.
Vit ímynda okkum at tú hevur HH,
skrivstovuútbúgving ella royndir innan
tollarbeiði. Harumframt vænta vit, at tú
ert ábyrgdarfullur, hevur góð
samstarvsevnir, skapar úrslit og gert títt
til at skapa arbeiðsgleði.
Arbeiðsuppgávur:
• samskifti við virkir og kundar
• kannan og edv-viðgerð av
tollingaráheitanum
• vanlig tollavgreiðsla
Vit bjóða eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt
arbeiði, har hvør dagur er opin fyri
fakligum avbjóðingum. Eisini kunnu vit
bjóða fleksarbeiðstíðir.
Setanartreytir er Miðøkið, men starvið
fevnir annars um allar stovnar undir
Fíggjarmálaráðnum.
Starvið verður lønt eftir sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag og er treytað av starvsroynd-
um, starvsinnihaldi og útbúgving.
Áhugað, ið vilja vita meira um starvið
kunna venda sær til Herman í Stórustovu,
deildarleiðara, á tlf. 352600.
Send umsókn saman við avriti av
prógvum og ummælum til Toll- og
Skattstova Føroya, í seinasta lagi 11.
februar 2008, kl. 15.00. Viðmerk: Umsókn
avloysari til Posttollin
Toll- og Skattstova Føroya
Postboks 2151
FO-160 Argir
ella til tollskatt@tollskatt.fo
stílað: Eyðun Joensen, økistjóra
Vit vísa vælvild og lurta, tá viðskiftafólk
tørva hjálp
lýsingar