Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 28 - 8. februar 2008 Frítíðaravloysarar Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðinum 1. juni til 31. august 2008 fyri: • sjúkrarøktarfrøðingar • sjúkrahjálparar/heilsurøktarar Løn og setanartreytir sambært sáttmála við ávikavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/Almanna- & Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri upplýsingar viðvíkjandi størvunum fáast við at venda sær til fyristøðukvinnuna Sunnevu Petersen tlf. 34 33 10 lok. 3315. Umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Suðuroyar Ellis- & Røktarheim att. umsjónarmaðurin 800 Tvøroyri Umsóknarfreist: 25. februar 2008. Suðuroyar Ellis- & Røktarheim FO-800 Tvøroyri Tlf: 34 33 10 Fax: 37 12 53 Lærarastarv í Sørvágs skúla Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara, sum fer úr starvi. Setanin er frá 3. mars til 30. juni. Talan er um eitt fult starv við 26 undirvís­ ingartímum. • 1. flokkur: Rokning • 3. flokkur: Føroyskt • 5. flokkur: Náttúra og tøkni • 7. flokkur: Føroyskt • 9. flokkur: Enskt • Starvið umfatar eisini flokslæraravirksemi í 1. flokki. Starvið er lønt sambært avtalu millum Før­ oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønar­ flokki 18.1 – 27.4 Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Andrass Henriksen, skúlastjóra, á tel. 363222 ella 233222, ella Eyð Niclasen, vara­ skúlastjóra, á tel. 223670 Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møgu­ ligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 15. februar kl. 12 Sørvágs skúli Skúlavegur 13 . FO-380 Sørvágur Tlf. 36 32 20 & 36 32 22 Fax 36 32 21 · sor@skulin.fo Í Sørvágs skúla eru 145 næmingar og 16 lærarar Lastbilur og kerra til sølu Um hóskandi boð fæst er ein Scania 142 kassavognur við køling, til sølu. Eginvekt 10.175 Lastievni 13.325. Totalvekt. 23.325 Árg: 2001 Koyrt: Uml 220.000 km. Ein Dapa Kerra Eginvekt 7.900. Lastievni 12.100. Totalvekt. 20.000 Árg: 1995 Bilurin og kerran eru góðkend til m.a. fiskaflutning. Bilurin og Kerran eru í góðum standi, og verða seld um hóskandi boð fæst. Nærri fæst at vita, við at tosa við Jens Petur Brattalíð tlf. 54 30 83 Sjógøta 5 · FO-800 Tvøroyri · Tlf 343000 · fax 343001 Søkt verður eftir: Maskinmeistara/motorpassara til farmaskipið VITIN • 6 vikur / 6 vikur • Góð løn til rætta persónin Telefon 595900 EL TEKNIK søkir eftir lærlingi. Hevur tú hug og hegni at læra til elektrikkara, so er tað møguliga tær vit leita eftir. Fyrimunur er um tú hevur SIT, men eingin treyt. Vit hava eisini brúk fyri einum elektrikkara, sum kann byrja skjótast gjørligt. Er hetta nakað fyri teg send okkum eina um­ sókn, við møguligum viðmælum og prógvum í seinasta lagi 18. februar 2008 Meira fæst at vita við at ringja til Jákup Tróndheim 594419. Box 20 · FO-520 Leirvík · Tlf 44 33 13 · Fax 44 33 14 elteknik@elteknik.fo · www.elteknik.fo Lærlingur og Elektrikkari Tórshavnar kommuna Tað verður við hesum gjørt kunnugt, at býráðið á fundi 31. januar 2008 samtykti, at vegurin til íbúðarblokkarnar undir Gráasteini fær navnið Heimasta Horn Heimasta Horn Stríðist tú við vektina? Ring til mín, eg havi eitt sunt og effektivt "hjálpimiddel". Jana 51 71 00 / 31 71 00 lr@kallnet.fo www.lr.fo lýsingar