Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 29 - 11. februar 2008 Hvørki Páll á Reynatúgvu ella Gerhard Lognberg fara at góðtaka, at Sandoyartunnilin verður útsettur, men taka teir stuðulin til samgonguna aftur, missur hon samstundis meirilutan Sandoyartunnilin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Spurningurin um nær Sand­ oyartunnilin skal gerast, kann skjótt vísa seg at verða drepandi fyri nýstovnaðu CHE samgonguna. Á síðu 8 staðfesta vit, at samgongan kann ikki veita trygd fyri, at farið verður undir Sandoyartunnilin 1. november næsta ár, soleiðis sum Løgtingið annars hevur samtykt. Bæði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og lands­ stýrismaðurin í vinnumálum siga, at nú skal ein raðfesting gerast yvir allar íløgur og enn ber ikki til at siga, hvar í hesi raðfestingini, Sand­ oyartunnilin endar. Samgongan hevur bara 17 tinglimir í bakinum og hon tolir sostatt ikki at missa ein tann seinasta tinglim, tí so missur hon samstundis meirilutan. Verður ikki góðtikið Nú samgongan er skipað, eru báðir tinglimirnir úr Sandoynni, Páll á Reyna­ túgvu og Gerhard Lognberg, við í samgonguni. Men teir gera báðir púra greitt, at teir fara ikki at góðtaka, at Sandoyartunn­ ilin verður skotin út í framtíðina. Páll á Reynatúgvu hevur lagt merki til, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu ítøkiligt samgonguskjalið er á ymsum økjum. ­ Sumt er heilt ítøkiliga orðað í samgonguskjalinum, men sumt er uttanumtos. Einastaðni stendur heilt ítøkiliga, at trygdarmiðstøð skal gerast í Klaksvík, men, hvat viðvíkur Sandoyar­ tunlinum, eru orðingarnar meiri flótandi. Páll á Reynatúgvu heldur, at tað er ein trupulleiki, at samgonguskjalið ikki nevnir Sandoyartunnilin. ­ Síðsta valskeið fór við at bíða eftir eini avgerð um Sandoyartunlinum og tað verður í hvussu so er ikki við mær sum grundarlagið hjá hesi samgonguni, at bíðað verður í fýra ár afturat við at fara undir Sandoyartunnilin, slær hann púra fast. Hann sigur, at verður hann verandi á tingi og skal hann stuðla samgonguni, verður tað tískil ein treyt, at Sandoyartunnilin verður raðfestir so frammaliga, at farið verður undir hann, soleiðis sum ætlað. ­ Skal tað eydnast at halda lógina um at byrja upp á Sandoyartunnilin 1. november næsta ár, verður neyðugt at seta 10 milliónir av á fíggjarlógini fyri í ár og aðrar 10­15 næsta ár til at fyrireika, projektera og bjóða arbeiðið út. ­ Sostatt er neyðugt at játta 20­25 millónir í ár og næsta ár til at fyrireika tunnilin, áðrenn funnið verður fram til, hvussu arbeiðið at fíggjast annars. Páll á Reynatúgvu hevur lagt til merkis, at tinglimir í samgonguni hava ikki viljað sagt, at farast skal undir tunnilin næsta ár, sum tað er samtykt í Løgtinginum. Og tað hevur hann undrast á. ­ Antin verður staðfest, at tunnilin skal gerast og so átti tað ikki at verðið so torført at sagt tað. Hin møguleikin er, at hon skal ikki gerast, men so er at boða frá tí. ­ Men fyribils slái eg meg til tols við, at nýggju landsstýrisfólkini eiga at fáa høvi til at seta seg inn í síni málsøki og tey eiga eisini at fáa møguleikan at koma við einum uppleggi um, hvussu ætlanin er at halda lógina, sum er samtykt um at tunnilin skal byrjast næsta ár. ­ Eg gangi bara út frá, at Løgtingið ætlar at halda seg til lógina, sum er samtykt, leggur hann afturat. Tvætl at tosa um raðfesting Heldur ikki Gerhard Logn­ berg fer at lata sær lynda, at Sandoyartunnilin verður útsettur. ­ Eg fari ikki at góðtaka, at Sandoyartunnilin verður útsettur, sigur Gerhard Lognberg í stuttari við­ merking. ­Tað verður ikki við mær í samgonguni, leggur hann afturat. Hann sigur, at tað er tvætl at tosa um eina raðfesting í sambandi við Sandoyar­ tunnilin. ­ Tann raðfestingin er gjørd og eftir henni skal Sandoyartunnilin byrja 1. november næsta ár og tað er enntá samtykt í Løg­ tinginum. ­ Eg góðtaki ikki, at sandoyartunnilin verður útsett. Tvørturímóti skal peningur setast av á fíggjarlógini í ár og næsta ár, so at arbeiðið kann byrja 1. november næsta ár. Uppgávan hjá lands­ stýrisfólkunum verður nú at leggja eina ætlan fram, so at eg veit, hvørja støðu tey hava. ­ Og tað verður so avgerðandi, hvørja støðu, eg fari at hava, staðfestir Gerhard Lognberg. Sandoyingar tvinga samgonguna á knæ Hvørki Páll á Reynatúgvu, vm. ella Gerhard Lognberg, fara at góðtaka at Sandoyartunnilin verður útsettur. Gerhard er valdur á ting, men nú samgonga er skipað, kemur eisini Páll á Reynatúgvu inn á ting og teir kunnu tvinga samgonguna í knæ í hesum máli Heri Mohr greiðir frá uppvøkstri í tríatiárunum Klokkan 19 mikukvøldið skipar Pensjónistafelagið fyri hugnaligum fyrilestri í Losjuni í Havn, har Heri Mohr fer at greiða frá uppvøkstri­ num í Havnini í tríatiárunum. Heri Mohr er ikki hvør sum helst: Hann er havnarmaður við stóra H, hann hevur starvast í mannaminni á Gjald­ stovuni, har hann í nøkur ár var stjóri. Heri Mohr er eisini kendur sum sera íðin HB viðhaldsmaður, og hann hevur seinnu árini luttikið nógv í almenna orðaskiftinum við lesarabrøvum í bløðunum. Hann er tikin úr leikum at greiða frá, og minnið er sera gott, so tað verður uttan iva ein sera áhugaverd frágreiðing, sum hann fer at leggja fram. Nýggj javnstøðunevnd veljast Javnstøðunevndin verður vald fyri hvørt løgtingsskeið. Nevndin, sum hevur sitið seinastu fýra árini, er ikki virkin longur. Nýggj verður vald í næstum. Tey, sum hava mannað javnstøðunevndina løgtingsskeiðið 2004­2008, eru: Kári á Rógvi, PhD­lesandi, formaður. Jákup Páll Mohr Mortensen, postboð, løntakarar. Jan Mortensen, stjóri, arbeiðsgevarar. Jancy Olsen, skrivstovukvinna, KSF. Hanna Ziskason Hansen, cand. negot., skúla­, heilsu­ og almannaverkið. Ársfrágreiðing fyri nevndararbeiðið 2007 kemur út í hesi vikuni. www.javnratt.fo