mánadagur 11. februar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 29 - 11. februar 2008
Undir samráðingu
num um at skipa
samgonguna skuldi
tað eitast, at Gerhard
Lognberg hevði
fingið trygd fyri, at
Sandoyartunnilin skal
halda fram sum ætlað.
Men nú vilja hvørki
landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum ella
landsstýrismaðurin
í vinnumálum, lova,
at tunnilin byrjar
næsta ár, soleiðis
sum Løgtingið hevur
samtykt
Sandoyartunnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er als ongin trygd fyri,
at arbeiðið at gera Sand
oyartunnilin byrjar næsta
ár, soleiðis sum Løgtingið
hevur samtykt.
Tað staðfesta bæði Karst
en Hansen, landsstýrismað
ur í fíggjarmálum og Bjørt
Samuelsen,
landsstýris
kvinna í vinnumálum.
Undir
samráðingunum
um at skipa CHE samgong
una, elvdi undirsjóvartunn
ilin í Sandoy til kreppu, tí
Gerhard Lognberg, ting
maður úr Sandoy, vildi hava
trygd fyri, at farið verður
undir arbeiðið at gera tunn
ilin 1. november næsta ár,
soleiðis sum Løgtingið sam
tykti í fjør.
Annars tók hann ikki und
ir við samgonguni.
Tað endaði við, at sand
oyartingmaðurin sissaðist
og tók undir við samgong
uni, tí hann segði seg hava
fingið trygd fyri, at arbeiðið
at gera tunnilin, heldur fram
sum ætlað.
Men síðani hava ymsir
fjølmiðlar roynt at fáa topp
polikarar í samgonguni at
staðfesta, at farið verður
undir
Sandoyartunnlin
næsta ár.
Men tey orðini hava
hvørki
løgmaður,
ella
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldi, fingið seg til at
tikið í sín munn.
Følsk trygd
Tí hava vit nú spurt tey
bæði lyklafólkini í sam
gonguni, Karsten Hansen,
landsstýrismann í fíggjar
málum og Bjørt Samuelsen,
landsstýriskvinnu í vinnu
málum, hvat vendir upp og
niður í sambandi við Sand
oyartunnilin.
Og tað er heilt greitt, at
trygdin, sum Gerhard Logn
berg sigur seg hava fingið,
er lítið verd.
Bæði
landsstýrisfólkini
staðfesta nú fyri Sosialinum,
at ongin vissa kann veitast
fyri, nær arbeiðið upp á
Sandoyartunnilin byrjar.
Tvørturímóti er tað nógv,
sum talar fyri, at Sandoyar
tunnilin verður útsettur í
nøkur ár.
Bæði Karsten Hansen og
Bjørt
Samuelsen
nevna
týdningin av at tunnilin
kemur, men tey nevna eisini
bæði, at tað eru eisini nógv
ar aðrar útbyggingar, sum
eru alneyðugar at gera. Og
tað skilst eisini á teimum,
at tað eru útbyggingar, sum
tey halda hava størri týdning
at fremja áðrenn farið verð
ur undir ein tunnil til Sand
oyar.
Vit vita, at alt kann ikki
gerast í senn. Alt verður
heldur ikki gjørt í hesum
valskeiðnum og tí skulu vit
gera eina langtíðarætlan og
eina raðfesting fyri, nær tær
ymsu útbyggingarnar skulu
gerast og, hvussu tær skulu
fíggjast, sigur Karsten Han
sen.
Hann sigur, at hvør króna
kann bara brúkast einaferð
og tí skulu útbyggingarnar
altíð lagast til búskaparligu
orkuna í landinum.
Tí ber heldur ikki til at
siga, at hvussu nógvan pen
ing landskassin fer at brúka
upp á útbyggingar um árið,
tí tað veldst alt um búskap
arligu gongdina og støð
una.
Raðfesta
útbyggingar
Landsstýrismaðurin í fíggj
armálum sigur, at nú verður
farið undir at gera eina lang
tíðar útbyggingarætlan og
har verða allar útbyggingar
tiknar við og raðfestar, eis
ini Sandoyartunnilin.
Men hvar í hesi raðfest
ingini,
Sandoyartunnilin
endar, ber ikki til at siga
nakað um enn.
Karsten Hansen staðfestir
sostatt, at hann kann ikki
vátta, at arbeiðið at gera
Sandoyartunnilin
fer
at
byrja 1. november næsta
ár.
Vit hava onga avtalu í
samgonguni um, nær vit
skulu fara undir Sandoyar
tunnilin. Tað fer tann polit
iska telvingin at vísa, men
eg vænti avgjørt, at vit
finna semju fyri tí, sigur
landsstýrismaðurin í fíggj
armálum.
Vit mugu finna útav,
nær hon skal gerast og,
hvussu hon verður fíggjað,
sigur hann.
Hann sigur, at raðfesting
arnar skulu gerast í samráð
við Landsverk, men talan
skal eisini verða um eina
politiska semju.
Í hesum sambandi skal
eisini leggjast upp fyri,
hvussu tær ymsu útbygging
arnar ávirka rakstrarútreiðsl
urnar hjá landskassanum
framyvir.
Karsten Hansen vil ikki
siga, hvørjar útbyggingar,
hann heldur eiga at rað
festast frammarlaga.
Men hann staðfestir, at í
raðfestingini,
sum
varð
gjørd fyri næstan 10 árum
síðani, er tað at kalla bara
tunnilin Norður um Fjall í
Borðoy, sum ikki er gjørdur
enn.
Tí heldur hann avgjørt, at
tann tunnilin eigur at liggja
frammarlaga í raðfestingini.
Annars hevur samgongan
eisini sett sær fyri at dagføra
teir tunlar sum eru, eitt nú
Hvalbiartunnilin.
Sostatt eru stórar ætlanir
fyri framman og tí er neyð
ugt at gera eina langtíðar
raðfesting og so fáa vit at
síggja, at hvar í hesi raðfest
ingini,
Sandoyartunnilin
endar, sigur landsstýrismað
urin í fíggjarmálum.
Ikki bíða í allar ævir
Heldur ikki landsstýris
kvinnan í vinnumálum vil
vátta, at farið verður undir
tunnilin næsta ár.
Bjørt Samuelsen er púra
samd við starvsfelagan í
fíggjarmálaráðnum um, at
Sandoyartunnilin skal við í
eini raðfesting og at tað er
ongin, sum veit, hvar í rað
festingini, Sandoyartunnilin
endar.
Sjálvandi kemur Sand
oyartunnilin, men vit hava
nógvar, stórar útbyggingar
fyri framman og tað er neyð
ugt
at
vísa
fíggjarliga
ábyrgd.
Hon vísir til miðnáms
skúlan í Marknagili og eitt
føroyskt universitet sum
tvey dømi um íløgur, sum
tað hevur skund at fremja.
Harafturat hava vit tveir
undirsjóvartunlar á skránni,
sum báðir eru ímillum teir
longstu í verðini og vit ætla
at kanna eftir, um tað er
skilagott at tengja hesar
báðar ætlanirnar saman.
Hon sigur, at tað er neyð
ugt at gera eina neyva rað
festing fyri at hava eitt trygt
fíggjarligt fótafestið og fyri
at sleppa undan vandanum
at fara undir eina útbygging,
sum vit ikki hava ráð at
gjøgnumføra.
Hinvegin staðfestir Bjørt
Samuelsen, at tað er sam
tykt at gera Sandoyartunnilin
og tí kann tað heldur ikki
koma upp á tal at útseta
hann í tað óendaliga.
Men fyrst og fremst er
tað neyðugt at gera eina rað
festing, men eg fari ikki at
siga, hvat skal gerast fyrst,
leggur hon afturat.
Gerhard Logn-
berg fingið
falska trygd
Tað er als ongin trygd
fyri, at arbeiðið upp á
Sandoyartunnilin byrja
næsta ár, tí topp fólkini
í samgonguni siga, at
nú skal ein raðfesting
gerast, sum eisini umfatar
Sandoyartunnilin og enn veit
ongin, hvar í raðfestinfini
hann endar. Hinvegin
vísa tey á, at nógvar stórar
útbyggingar skulu gerast og at
at summar av teimum hava
skund, men tey nevna ikki
Sandoyartunnilin í hesum
sambandi
Klænkisukur er fitandi
Tað var eisini ov gott til at vera satt. Nýggj gransking bendir á, at
kaloriufrítt sukur er líka fitandi sum vanligt sukur. Kanningar av
rottum vísa, at ”løttu” matvørurnar bara eru ørkymlandi fyri
sodningarlagið. Kroppurin venur seg av við at seta samband
millum søta smakkin og kaloriur, og var úrslitið at tær ótu meira
og fitnaðu, siga granskarar Purdue University í USA. Rotturnar
blivu býttar í tveir bólkar, sum ávikavist fingu jogurt við
kaloriufríum evninum sakkarin og jogurt við vanligum sukri.
Úrslitið var, at rotturnar við lumpusukrinum kortini fingu líka
nógvar kaloriur, gjørdust tyngri og feitari.
www.forskning.no
Roykjarar eru troyttari
Nikotin stjelur náttarsvøvnin. Nýggj gransking vísir, at
roykjarar eru í fýra ferðir so stórum vanda fyri at kenna seg
troyttar um morgunin enn ikkiroykarar. Orsøkin er at finna
í nikotininum. Roykjarar sova eisini leysari og meira óróliga.
Roykjarar halda ofta, at tað er torført at sovna. Hetta kemst
út, at nikotinið hevur stimbrandi árin. Roykjarar hava eisini
meira órógv á sær, tá ið teir sova, sigur dr. Naresh M.
Punjabi frá amerikaska Johns Hopkins University School of
Medicine í Baltimore. Svøvntrupulleikarnir gera eisini, at
tað er torførari at leggja sigarettirnar á hillina.
www.forskning.no