Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 29 - 11. februar 2008 Í einum annars friðarligum vikuskifti mátti løgregla og sløkkilið tvær ferðir út at sløkkja eldar. Í báðum førum var tó bert talan um smávegis skaðar ELDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sunnukvøldið um hálvgum seks-tíðina fekk løgreglan fráboðan um eld í einum kamari í Pedda við Steinsgøtu. Bert ein persónur var í kamarinum, og hann var sloppin út, tá løgreglan kom á staðið. Maðurin var somikið skelkaður og í øðrviti, at løgreglan mátti fáa hann út á sjúkrahúsið at viðgerast fyri roykeitran og snudd í andlitinum. Hildið verður, at eldurin byrjaði í seingini hjá manninum, men tað kann kortini ikki sigast við vissu enn. Tað eydnaðist tó skjótt at fáa bilbukt við eldinum, og skaðin var eisini avmarkaður. Aftur tíðliga í morgun varð boðað frá eldi. Tað var um hálvgum fimm-tíðina, at ein ung kvinna boðaði frá eldi í einum sjónvarpi. Hon hevði havt tvey fýrfatsljós standandi á sjónvarpinum, og var sovnað frá teimum við tí úrsliti, at tey brendu niður gjøgnum sjónvarpið og festi í. Unga kvinnan megnaði í fyrsta umfati at sløkkja eldin sjálv, men longu tveir minuttir seinni boðaðu løgreglumenn á staðnum frá, at fest var í aftur. Men tá var sløkkiliðið á veg, og tað bleiv so bara sjónvarpið, sum fórst, umframt eitt sindur av roykskaða. Unga kvinnan, sum var einsamøll inni í íbúðini uppi í Berjabrekku, varð síðani koyrd út á lands- sjúkrahúsið til eygleiðingar fyri roykeitran. Burtursæð frá hesum báðum tilburðunum, hevði løgreglan lítið og einki at gera hetta vikuskiftið. Tveir eldar um vikuskiftið Eldurin í einum kamari í Pedda við Steinsgøtu gjørdist ikki so umfatandi, men maðurin, sum leigar kamarið var roykeitraður og í øðrviti, umframt at hann hevði fngið ein snudd í andlitið Mynd: Eirikur Lindenskov Illveður í Íslandi Tað hevur viðrar sera illa í Íslandi í seinastuni við nógvum vindi og kavaroki. Leygardagin var so nógvur vindur á Reykjavíkarleiðini, at vindmátarnir komu upp á einar 50 metrar um sekundið, og løgreglan ráddi fólki frá at fara út. Umleið 300 mans vóru til arbeiðis hjá bjargingartænastuni í høvuðsstaðarøkinum. Á Vestfirðum vóru fleiri skalvalop, og á flogvøllinum í Keflavík snaraði ein hvirla einum stórum flogfarið tvær ferðir. Botndjór tola lítið Kanningar hjá norska granskaranum Gro Harlaug Olsen tykjast benda á, at oljudálking hevur munandi størri ávirkan á djór, sum liva á botni í arktiskum sjóøki enn á djór, sum liva á botni í eitt nú Oslofjørðinum. Hinvegin tola tey arktisku botndjórasløgini meiri, áðrenn tey doyggja. Gro Harlaug Olsen sigur við Nordlys, at ætla oljufeløgini sær at vinna olju í arktiskum sjóøki, mugu tey hava í huga, at dálking ávirkar vistfrøðina meiri har enn aðrastaðni. Í dag og í morgin er ungdómsting í løgtinginum við luttøku av seks skúlum. Ungdóms­ tingið skal viðgera ellivu uppskot, sum øll verða beind til nevndarviðgerð UNGDÓMSTING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var við eitt sindur broyttari manning, at Hergeir Nielsen setti tingfundin klokkan tíggju í morgun. Talan er nevniliga um eitt ungdómsting, nakað, sum hevur verið roynt áður við góðum úrsliti. Tingformaðurin nevndi ítøkiliga dømi um, at løg- tingið samtykti eina lóg sum bannar fólki at sláa børn, og hetta var júst viðgjørt á ungdómstinginum. Í morgun var fyrsta málið á skránni avtøka av mvg’inum á frukt. Hetta sum ein liður í at fáa fólk at eta sunnari, og víst var eisini á, at peningurin, sum avtøkan av mvg fór at kosta landinum, í ríkiligt mát verður vunnin inn aftur í færri sjúkradøgum. Teir seks skúlarnir, sum taka lut í ungdómstinginum, umboða Sørvágs skúla, skúlan á Ziskatrøð, Argja skúla (tveir flokkar), Eyst- urskúlan og Venjingar- skúlan. Luttakandi flokkarnir hava útarbeitt ellivu ítøkilig uppskot, og hesi fáa øll fyrstu viðgerð í dag, har tey verða beind í viðkomandi nevndirnar. Síðani fer ein nevndarviðgerð fram seinnapartin í dag, og síðani koma tey til endaliga við- gerð fyrrapartin í morgin. Seinnapartin í morgin verður so høvi hjá ung- dómstinglimunum at seta fram munnligar spurningar til løgmann og landsstýris- fólkini. Alt fer fram sum á einum vanligum tingfundi, og starvsfólkið í løgtinginum er til reiðar at hjálpa ungdómstinglimunum á sama hátt sum tey gera tinglimunum. Ungdómstingið endear við almennari móttøku klokkan fimtan í morgin. Ungdómsting í løgtinginum Tey sleppa at royna seg sum løgtingslimir í dag og í morgin Mynd: Jens Kristian Vang