Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 29 - 11. februar 2008 2,6% vøkstur í Grønlandi Grønland hevur havt búskaparvøkstur síðani 2004, og tøl, sum grønlendska hagstovan júst hevur almannakunngjørt, vísa, at búskaparligi vøksturin í Grønlandi var 2,6 prosent í 2006 samanborið við árið fyri. Tølini vísa, at tað almenna gjørdi sítt til vøksturin við størri íløgum og størri nýtslu. Í 2006 var grønlendska bruttutjóðarframleiðslan 10,5 mia. krónur. Tað svarar til 187.000 krónur upp á fólkið, sum var 10.000 krónur meiri enn í 2005. Danir snýta seg sjálvar Danski Fólkaflokkurin er so hart ímóti, at grønlendingar fáa ræðisrættin yvir grønlendsku undirgrundini, at flokkurin hevur sett sær fyri at forða fyri, at tað skal henda. Tað seinasta stigið er, at tingmaðurin Kristian Thulesen Dahl fer at royna at steðga teirri ætlaðu sjálvsstýrisavtaluni millum danir og grønlendingar. Kristian Thulesen Dahl sigur við fjølmiðlar, at danir snýta seg sjálvar við at lata grønlendingum undirgrundina. Hetta man vera ein hin størsti toskurin, sum Sundaberg hevur fingið - og bert annað flakið av hesum fiski vigaði út við 15 pund! Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er vorðið alt meira van­ ligt, at skipsmanningar gera sær heimasíður, har teir kunnu skriva eitt sindur um, hvar teir eru, hvat teir gera og hvussu gongur. Eis­ ini eru hesir menn óførir at taka myndir av skipi, mann­ ing, fiski og sjólívinum umborð annars og leggja tær út á heimasíðuna. Á heimasíðuni hjá flaka­ trolaranum Sundabergi funnu vit myndina av hes­ um stóra toskinum, sum teir hava fingið. ­ Toskurin er veiddur í russiskum sjógvi. Hann er 158 cm. langur og vigar 88 pund. Eitt flak av hesum fiski vigar 7,45 kilo. Menn vilja vera við, at hetta er størsti toskur, sum veiddur er við Sundabergi. Onkur heldur seg kortini vita um onkran størri, men eingi prógv eru fyri hesum. Soleiðis skrivar mann­ ingin um stóra toskin, sum teir eisini hava avmyndað bæði væl og virðiliga. Sambært dagbókini á heimasíðuni, skilst, at Sundaberg tíðliga í hesum mánaðinum hevði fingið stívliga 200 tons í flaki. Ein av manningini á Sundabergi (Dia) undir liðini á stóra toskinum Toskur vigaði heili 88 pund Seint í gjárkvøldið bað ísfiskatrolarin Grímur Kamban um sleip, tá ið teir vóru staddir á leiðini í ein landsynning úr Nólsoynni sleip Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Um hálvgum tíggjutíðina í morgun kom vaktar­og hjálparskipið Brimil á Havn­ ina við ísfiskatrolanum Grími Kamban. Klokkan nærkaðist mid­ nátt í gjárkvøldið, tá ið Grímur Kamban bað um sleip. Teir vóru tá staddir í ein landsynning úr Føroyum á leiðini við Nólsoyar­ banka. Um 03­tíðina í nátt var Brimil á leiðini og tók ísfiskatrolaran upp á sleip. Komnir inn í Nólsoyar­ fjørð í morgun, tók Brimil Grím Kamban uppat skip­ síðuni og síðan løgdu skipini at við vestaru bryggju í Havn. Rør fór at leka Á Fiskiveiðieftirlitinum vistu tey ikki í morgun, hvat var áfatt hjá Grími Kamban, men helst hevur skipið havt trupulleikar við motorinum. Tá ið Sosialurin var á eystari bryggju og avmynd­ aði skipini stutt eftir, at tey vóru komin til lands í øllum góðum, skiltist á manning­ ini, at eitt rør í maskinrúm­ inum var farið at leka. Í Føroyum skal orðið ”studningur” helst ikki takast upp á tungu - í hvussu er ikki, tá ið ræður um vinnuna. Men norð- menn síggja øðrvísi upp á studning enn føroyingar Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á heimasíðuni hjá norska Fiskeribladet verður víst til grein í Finnmarken.no, har kommunustýrið í Nesseby, sum liggur í Finnmørkini, helst fer at játta einum ung­ um fiskimanni hálva miljón krónur í stuðli til keyp av báti og kvotum. Kommunustýrið hevur í sínum útgangsstøði sett eina rammu upp á 150.000 krónur til stuðul til ungar menn í kommununi, sum vilja keypa sær bát og kvotur. Men á fundi í formans­ skapinum 5. februar varð einmælt samtykt at senda umsóknina hjá unga fiski­ manninum víðari til komm­ unustýrið, tí formansskapur­ in heldur, at Edgar Olsen eigur at fáa ein enn størri stuðul. Ráðsmaðurin, Stian Lind­ gård, sigur, at politiski væl­ viljin hjá kommununi hevur við unga aldurin hjá Egdari at gera, og hann er sam­ stundis yngsti fiskimaðurin í kommununi. Edgar Olsen hevur søkt um hálva miljón krónur í stuðli, og sum skilst, er ikki óvist, at kommustýrið fer at ganga umsókn hansara á møti. Kommuna stuðlar fiskimonnum Brimil við Grími Kamban Tað er kalt í havnini í Nesseby í Finnmørkini hesa ársins tíð Brimil er júst komin til lands við ísfiskatrolaranum Grími Kamban, sum noyddist at bróta túrin av, tí eitt rør í maskinrúminum var farið at leka Mynd: Jens Kr. Vang