mánadagur 11. februar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 29 - 11. februar 2008
- Tú skalt ongantíð
vera vísur í, at veiða,
reiðskapur ella
landing ikki verður
kannað, sigur Aksel
Eikemo
Eftirlit
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ovveiða, útblaking av fiski,
“svartar” landingar og ólóg
lig hjáveiða.
Hetta verður høvuðsmálið
hjá norsku fiskivinnuumsit
ingini í 2008. Eisini fiski
ídnaðurin fer at merkja økta
eftirlitið.
Sum skilst, fara norska
fiskivinnuumsitingin
og
fiskiveiðieftirlitið at leggja
hart út í hesum ári.
Málið verður at skerpa
eftirlitið við veiði eftir ávís
um fiskasløgum, eins og eft
irlitið við russiskum og
øðrum skipum verður hert.
Sambært norska Fiskeri
bladet, er hetta fyrstu ferð,
at fiskiveiðimyndugleikarn
ir beinleiðis boða frá, at
eftirlitið – bæði á sjógvi og
landi nú verður skerpað.
Í fjør høvdu vit russisku
ovveiðina í Barentshavinum
ovast á breddanum. Nú halda
vit, at tíðin er komin til, at
bæði vaktarskip, sølufeløg
og fiskiveiðieftirlitið skulu
takast upp á ráð í royndini at
finna fram til, hvørji fiska
sløg serliga skulu havast und
ir skerpaðum eftirliti.
Tað sigur ein av stjórunum
í norsku fiskivinnuumsiting
ini, Aksel Eikemo.
Tú skalt ongantíð vera
vísur í, at tín veiða, reið
skapur ella landing ikki
verður kannað, leggur hann
dent á.
Noreg: Økt eftirlit á sjógvi og landi
Aksel Eikemo er ein
av stjórunum í norsku
fiskivinnuumsitingini
Tvær kvinnur í stjórn
Landsfundurin hjá Siumut, sum endaði um vikuskiftið,
valdi tvær kvinnur í stjórnina í flokkinum. Doris
Jalobsen, sum situr í Landstinginum, varð vald til
politiskan næstformann, og borgarstjórin í Narsaq, Kista
P. Isaksen, varð vald til umsitingarligan næstformann. Tey
flestu høvdu væntað, at Aleqa Hammond,
landsstýriskvinna, fór at stilla upp til starvið sum
politiskur næstformaður, eftir at hon tapti formansvalið
ímóti Hans Enoksen tepurt.
Motzfeldt frá
Jonathan Motzfeldt er ikki limur í floksleiðsluni hjá
Siumut longur. Á landsfundinum í síðstu viku fór hann
frá. Í einari røðu fyri fundarfólkinum segði Jonathan
Motzfeldt, at hann legði frá sær við góðari samvitsku, tí
at hann helt seg hava gjørt sína politisku herskyldu. Hans
Enoksen, floksformaður, takkaði Jonathan og segði, at
hann er og verður landsfaðirin hjá flokkinum og
grønlendingum yvirhøvur. Motzfeldt heldur fram í
Landstinginum.
Lastin er full,
og leiðin er løgd
heim til Føroya.
Gongst, sum ætlað,
verður Fagraberg á
Fuglafirði týskvøldið
fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Teir, sum sigla við svart
kjaftatrolaranum
Fagra
bergi, lótu okkum sunnu
kvøldið vita, at skipið nú
er fult, og leiðin er løgd
heim til Føroya við lastini.
Vit hava fult skip og
eru nú á veg heim at
landa.
Fagraberg, sum er fyrr
verandi Krúnborg, hevur
umleið 3.150 tons av svart
kjafti, og teir verða ætlandi
á Fuglafirði týskvøldið.
Seinastu
tíðina
hava
svartkjaftaskipini roynt á
leiðini vestur úr Írlandi.
Sum februar mánaði
gongur, byrjar svartkjaftur
in at taka seg norðureftir,
og sum tíðin líður, verður
styttri hjá føroysku skipun
um at sigla heim til Føroya
við veiðini.
Tá ið komið er út á vár
ið, er svartkjafturin komin
í føroyskan sjógv.
Fagraberg kemur á Fuglafjørð týskvøldið við fullari last
Mynd: Fagraberg
Fagraberg
fullfermdur
- Vit hava nú 10 ár á
baki, og í hesi tíðini
hava vit bygt upp eitt
altjóða oljufelag, sum
er vorðið rættiliga
stórt í føroyskum
høpi og er skrásett
á tveimum markn-
aðum, sigur Wilhelm
Petersen, stjóri í
Atlantic Petroleum
Olja
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag fyllir Atlantic Petrole
um 10 ár.
Ætlanin er ikki at gera
nakað serligt burtur úr
degnum beint nú, men stjór
in, Wilhelm Petersen, sigur,
at teir ætla at leggja føðing
ardagin saman við einum
øðrum stórum degi í søgu
felagsins.
Vit fara at framleiða
olju nakað skjótt, og tí ætla
vit at taka bæði tiltøkini
undir einum.
Stjórin vísir á, at felagið
hevur tvey øki, sum skulu
undir framleiðslu í næstum.
Í løtuni er ikki heilt
greitt, um fyrra økið fer und
ir framleiðslu seinast í hes
um fjórðingsári – ella tíðliga
í øðrum fjórðingsári. Í øllum
førum er greitt, at fyrra
framleiðsluøkið fer í gongd
í fyrra helmingi av árinum
– og hitt seinna miðskeiðis í
árinum.
Atlantic Petroleum hevur
keypt seg inn í oljuleiðir í
Norðsjónum, og tað er
Chestnutøkið, ið verður
tað fyrsta, sum fer undir
framleiðslu.
Hummingbirdpallurin er
hann, sum kemur at taka
fyrstu oljuna upp úr undir
grundini, har eitt føroyskt
felag er við.
Wilhelm Petersen sigur
seg fegnast um, at Atlantic
Petroleum sum fyrsta før
oyska felagið nú verður part
ur av veruligari oljufram
leiðslu.
Vit hava nú 10 ár á baki,
og í hesi tíðini hava vit bygt
upp eitt altjóða felag, sum
er vorðið rættiliga stórt í før
oyskum høpi og er skrásett
á tveimum marknaðum.
Stjórin sigur, at tá ið tað
hevur drigið út at finna olju
í føroyskum øki, hevur ver
ið umráðandi fyri Atlantic
Petroleum at leita út um
landoddarnar.
Vit spurdu eisini Wilhelm
Petersen,
hvørjar
vónir
hann hevur um at finna olju
í føroysku undirgrundini.
So leingi, sum leitað
verður eftir olju í føroyskum
øki, eru avgjørt eisini vónir
um at finna olju. Eingin
hevði brúkt so nógvan pen
ing upp á leiting við Føroy
ar, um útlit ikki vóru til at
finna olju, sigur stjórin í
Atlantic Petroleum.
Tað vóru upprunaliga 18
privatir íleggjarar, sum stovn
aðu føroyska oljufelagið.
Atlantic Petroleum byrj
aði í tí smáa í Føroyum við
vón um eina skjóta føroyska
oljuvinnu, men tá ið tað
dróg út við at finna olju í
rakstrarverdum
nøgdum,
fór felagið til verka uttanfyri
landoddarnar við oljuleit
ing og uppkeypi av veru
ligum oljuleiðum.
Hetta hevur so ført við
sær, at felagið í dag er
vorðið eitt føroyskt altjóða
felag við virksemi í Føroy
um, Onglandi og Írlandi.
Atlantic Petroleum 10 ár
- So leingi, sum leitað verður eftir olju í føroyskum øki, eru avgjørt eisini vónir um at finna olju.
Eingin hevði brúkt so nógvan pening upp á leiting við Føroyar, um útlit ikki vóru til at finna
olju, sigur stjórin í Atlantic Petroleum