Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 11. februar 2008 15 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg haldi eisini, at tá teir hava meldað út, at teir skuldu til Havnar at banka okkum av, so hava teir verið for høgir í hattinum Hans Áki Dal Christiansen Borgar Danielsen helt lítið um dømingina hjá Eyðuni Samuelsen og Andreas F. Hansen Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var kanska mønu­ stingurin hjá StÍF, tá sterkasta verjukortið hjá liðnum fekk reytt kort 8 minuttir fyri dystarlok. Og sjálvur var Borgar Danielsen alt annað enn fegin um útvísingina. ­ Hatta var hol í høvdið. Heilt ræðuliga vánaligt dømt! Teir kundu gjørt eitt floyt einaferð afturat ella okkurt líknandi. Eg hoyri jú ikki floyti. Hatta er óluk­ sáliga vánaligt, segði ein heitur Borgar, tá vit hittu hann, meðan sigurssangur rungaði í høllini. ­ Og tað er tað sama við Alexandur. Hann hoyrir heldur ikki floytuna, og eis­ ini hann fær tveir minuttir. Beinleiðis vánaligt. Og tað vóru kanska tvær dýrar útvísingar, sum komu har? ­ Ja. Og aðrar við. Hatta var vánaligt dømt í dag. Teir vóru í grønum innan­ fyri, segði ein skúmandi óður Borgar Danielsen eftir dystin. Hol í høvdið Tað var tungt hjá StÍF, tá Borgar Danielsen mátti enda dystin fyri tíð. Við hesum reyk stórur partur av verjuni, og so var tunga uppgávan mest sum ógjørlig at lyfta Mynd: Álvur Haraldsen Eyðun Samuelsen, sum var annar av dómarunum í mans­ finaluni, ivast ikki í, at reyða kortið til Borgar Daniels var í lag Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað kann væl vera, at Borgar er illur um kortið, men reglurnar eru rættiliga einfaldar. ­ Andreas floytar, og tað hoyra øll í høllini við einum undantaki. Tú sært jú, at alir hinir spælararnir steðga heilt upp, tí teir hava hoyrt floytuna. Men eiga tit tá ikki at blása einaferð afturat, so spælarin fær møguleikan at steðga? ­ Tað kunnu vit gott. Men úrslitið er tað sama. Tí tú skalt steðga alt fyri eitt, tá floytan hevur ljóðað. Ann­ ars er tað út í tveir minuttir. Tað var júst tað sama, sum vit høvdu dømt móti Alexandur Johansen bein frammanundan. ­ Og sjálvandi er tað óluksáliga keðlig fyri Borgar, at talan so er um triðu útvísingina. Men tað fáa vit ikki tikið atlit til. Okkara dómur skal verða tann sami, um talan so er um fyrstu, aðru ella triðju útvísingina, sigur Eyðun Samuelsen. Reglurnar eru greiðar