mánadagur 11. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 29 - 11. februar 2008 ]
Sera javnt í oddinum
í borðtennis
Leygardagin vóru umleið 60
borðtennisleikarar kring landið savnaðir í
Eysturskúlanum í Havn, har 5. Grand Prix-
umfar varð leikt
Borðtennis
Tíðindaskriv
Næstseinasta umfar í Grand Prix-kappingini varð leikt
í Havn leygardagin, har fýra feløg vóru umboðað. Tór
úr Havn, TBF av Tvøroyri, Royn úr Hvalba og KÍ úr
Klaksvík.
Tað byrjar av álvara at nærkast endanum, og í fleiri
deildum er longu meiri ella minni avgjørt. Hinvegin
valdar framvegis stórur spenningur í fleiri deildum.
Tríggir leikarar hava møguleikan at gerast
samanlagdur Grand Prix-vinnari. Leygardagin var tað
16 ára Rói Agnarsson úr borðtennisfelagnum TÓR úr
Havn, sum dróg longsta stráðið. Hann hevur saman
við Peturi Niclasen og Ragnari Egilsson, somuleiðis
báðir úr TÓR, møguleikan at vinna samanlagt í
meistaradeildini.
Í A-bólkin næstu ferð flyta Pætur Albinus og Marin
í Dali, meðan Karl Arni Egholm og Rakul
Mikkjalsdóttir flyta niður í B-bólkin.
C-bólkin
vann
ungi
tvøramaðurin
Mattias
Mortensen. Eftir seinasta Grand Prix-umfar, sum
væntandi verður leikt í Trongisvági 2. mars, fer
Borðtennissambandið at kunngera endaligu støðuna.
Bólkavinnararnir leygardagin gjørdust hesir:
Bólkur A Rói Agnarsson, TÓR
Bólkur B Pætur Albinus, TÓR
Bólkur C Mattias Mortensen, TBF
Bólkur D Jens Andrias Henriksen, TÓR
Bólkur E Jónar Holm, Royn
Bólkur F Magnus Johannesen, KÍ
Bólkur G Borgar Debes, TÓR
Bólkur H Sára Olsen, TBF
Egyptaland var
betra liðið í finaluni.
Vertslandið Ghana
vann bronsu eftir ein
málríkan sigur yvir
Fìlabeinsstrondini
FótBóltur
Heri Simonsen
hersim@sosialurin.fo
»The Pharaos« klára seg
betri enn »The FaroesJ, tað
kunnu vit turt konstatera.
Egyptaland hevur nú vunnið
afrikanska meistaraskapið
fyri sættu ferð og eru nú
meistarar aðru ferð á rað.
Egyptaland hevur einaferð
áður
vunnið
afrikanska
meistaraskapið tvær ferðir
á rað. Teir vunnu fyrstu
kappingina, sum var hildin
í 1957 og tí næstu, sum var
hildin í 1959. Men sigast
skal, at ikki so mong lond
luttóku tá. Mohamed Zidan,
sum FC Midtjylland heldur
seg eiga ein stóran part av,
gjørdist stóra hetjan hjá
Egyptalandi í finaluni ímóti
Kamerun. Í 77 minutti eydn-
aðist tað Zidan at trýsta
Rigobert Song hjá Kamerun
at fyrst gera eitt mistak,
síðani at krøkja bóltin av
honum og servera bóltin
elegant
fyri
Mohamed
Aboutrika, sum hamraði
bóltin í kamerunska málið
til
1-0,
sum
gjørdist
sigursmálið.
Flestu møguleikarnar
Egyptaland hevði væl meiri
av málmøguleikum enn
Kamerun.
Hosni
Abd
Rabou var ógvuliga nær við
at stúta bóltin í netið í 61.
minutti. Ímóti dystarenda
var Rigobert Song kortini
nær við at gera gott fyri
verjumistakið hjá sær, tá
hann stútaði bóltin upp um
egyptiska
málið.
Men
annars var tað ikki ofta, at
Kamerun, sum nevna seg
»Ótamdu Leyvurnar«, bitu
frá sær. Leyvurnar vóru
rættiliga tamar fyri at siga
tað milt.
Longu í 13. minutti
mundi Aboutrika lagt Egyp-
taland fram um. Kamerun
svaraði aftur við einum
vandamiklum
frísparki.
Men samanlagt í bæði fyrra
og seinna hálvleiki hevði
Egyptaland væl fleiri mál-
møguleikar. Talan er um
ein stóran sigur fyri venj-
aran
hjá
Egyptalandi,
Hassan Shehata, sum bara
er annar venjarin í søguni,
sum hevur vunnið African
Cup of Nations tvær ferðir
á rað. Tann fyrri venjarin,
sum megnaði hetta, var
C.K. Gyamfi hjá Ghana,
sum førdi Ghana til sigurs í
1963, og í 1965.
Uggi hjá Ghana
Vertslandið Ghana, sum
hevur gjørt tað væl í
kappingini, fekk ein ugga í
bronsudystinum ímóti Fíla-
beinsstrondini.
Serliga
annar hálvleikur var fram-
úrskarandi hjá »Teimum
Svørtu Stjørnunum«, sum
liðið hjá Ghana verður
nevnt. Ghana byrjaði annars
væl. Longu í 5. minutti
legði Sulley Muntari Ghana
á odda við einum frálíkum
frísparki. Men longu í 10.
minutti javnaðu »Fílarnir◄,
sum er sjálvsagda navnið
hjá
Fílabeinsstrondini.
Abdul Kader Keita spældi
Werder
Bremen-leikaran,
Boubacar Sanogo leysan,
og hann sveik ikki álitið.
Sami Sanogo legði ivorianar
á odda 2-1, aftaná at hann
og
liðfelagarnir
høvdu
spælt ghanesisku verjuna
sundur og saman. Hetta
hendi í 32. minutti, men
vertirnir tóku seg saman í
seinna
hálvleiki.
Í
70
minutti
javnaði
Quincy
Owusu Abeyie aftaná ein
vakran solotúr gjøgnum
leikhálvina
hjá
Fìla-
beinsstrondini. Stutt eftir
hetta legði Manuel Agogo
Ghana á odda 3-2. Og átta
minnutir áðrenn leiklok
staðfesti Haminu Dramini
sigurin við einum langskoti,
sum snýtti málverjan hjá
Fílabeinsstrondini,
Kone.
Dysturin um bronsukrón-
urnar var við til at staðfesta
tað mest málríka afrikanska
meistaraskapið nakrantíð.
Heili 99 mál vóru skotin í
teimum 32 dystunum í
African Cup of Nations.
Hetta gevur heili 3,1 mál í
meðal, sum er sjáldsama
nógv. Næst á skránni hjá
afrikanarum
verður
at
standa saman ímóti FIFA
og
teimum
evropeisku
fótbóltsfelags-eigarunum,
hetta fyri at steðga ætlan-
inum hjá teimum at leggja
afrikanska meistaraskapið
um summarið. Tað kann
gerast ein langur og drúgvur
dystur,
sum
vit
vóna
afrikanar vinna!
»The Pharaos« vunnu
afrikanska meistaraskapið
Fagnaðurin á egyptisku spælarunum var øgiligur, tá Mohamed Aboutrika skeyt einasta málið í finaluni á Ohene Djan Stadion í Accra
Mynd: Polfoto/AP
Ikki færri enn tríggir spælarar hava møguleika at vinna
Grand Prix-kappingina, nú bert eitt umfar er eftir
savnsmynd
Ljósabláir víkingar
Víkingur hevur nu funnið nýggja leikbúnan hjá sær, og
nú skal felagið eisini hava nýtt búmerki. Samanlagda
felagið hjá leirvíkingum og gøtumonnum skal spæla í
ljósabláum troyggjum og svørtum buksum. Tað hevur
nevndin í felagnum gjørt av. Nú er eisini ætlanin at finna
nýtt búmerki til felagið, og nevndin í Víkingi heitir á fólk
um senda uppskot til felagið.
Og nýggja heimasíðu
Nú GÍ og LÍF hava lagt saman, hava heimasíðurnar samskipað tilfarið
seinastu tíðina. Nú er stundin komin til at koyra alt á eina síðu, skrivar
felagið á heimasíðuni. Í løtuni verður arbeitt við at fáa nýtt netnavn til
vega. Inntil tað er komið uppá pláss, verður tað nýggjasta um felagið,
sum hevur fingið navnið, Víkingur, at lesa inni á www.lif.fo, men sum
seinni fær annað navn.