Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 29 - 11. februar 2008 ] Janus Einar Sørensen helt talan vera um eina sera harða finalu, har hann millum lítið og einki fekk frá dómarunum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hann var 17 ára gamal, tá Kyndil í ár 2000 vann fyrstu Coca Cola-steypakapp- ingina. Átta ár og trý steyp seinni var Janus Einar Sørensen maðurin, sum tók ímóti stóra steypinum. Men gleðin er framvegis tann sama, segði Janus Einar, tá ringasta sjampanjusproytið varð rist úr hárinum. - Sjálvandi er upplivingin ymisk. Men stuttleikin er tann sami. Eg eri kanska millum teir eldru spæl- ararnar nú, men eg kenni meg ikki so. Og venjarin heldur helst, at eg framvegis eri akkurát líka ódisciplin- eraður, sum eg altíð havi verið. Í dag bar dysturin bráð av, at tit alla tíðina vóru liðið, sum vildi vinna dystin meira? - Ja. Tað føldist eisini so. Vit løgdu kanska meira orku í verjuspælið, og vit vóru eitt lítið sindur framman fyri alla tíðina, og tað prógvar úrslitið eisini. Og eg haldi kanska, at vit tóku tier eitt sindur á bóli. Har komu tvey reyð kort í dystinum. Hvat hugsaði tú, tá Lars fær tað fyrra av hesum, og munurin bert er eini tvey mál? - Eg hugsaði, Og helviti Eyðun, hvat hugsar tú fyri tær. Og Andreas, tú ert pillbýttur! Eg haldi heldur ikki, at teirra avrik var nakað at rópa hurrá fyri í dag, og tí brúkti eg meg kanska meira, enn eg vanliga geri. - Lars stóð jú eisini væl, so tað gav okkum eitt knekk. Men Magnus kemur inn og spælir seg væl inn, so vit eru hepnir, at vit hava tveir somikið góðar mál- verjar. Men at Borgar noyddist út, passaði tykkum helst betur? - Ja. Men Borgar skuldi farið út langt áðrenn. Hann hevði tvær útvísingar í fyrra hálvleiki. So vit tosaðu um, at vit skuldu koyra á hann. Tað royndi eg eisini, men eg fekk akkurát einki frá dómarunum, so tað var gott, at hann fekk eina útvís- ing at enda. Og tað hevði kanska eisini týdning fyri seinastu løtuna av dystinnum? - Ja, tað eingin ivi um tað. Borgar er heilt sentralur í verjuspælinum hjá teim- um. Hann er kanska tann besti verjuspælarin í landi- num, og soleiðis sum hann bakkar upp og tettir verjuna er tað sjálvandi ein stórur missur, tá hann ikki longur er á vøllinum. So tað passaði sjálvandi okkum sera væl, helt Janus Einar. Fekk einki forerandi Tað kostaði nógvar kreftir. Men orkan var framvegis til at smíla, tá Janus Einar Sørensen trein fram at taka ímóti stóra steypinum Mynd: Álvur Haraldsen Gull og bronsur í Malmo Stór kapping fyri menningartarnað var í Malmø um vikuskiftið. Millum tey 2700 luttakandi eru eisini seks føroyingar, og kappast hesi í svimjing og boccia. Og her hava svimjararnir hjá ÍSB vunnið fýra heiðursmerki. Osvarl Hansen vann gull í 25 metra ryggsvimjing, og Dan Akursmørk (25 m firvald), Súsanna Johannesen (25 m ryg) og Osvald Hansen (200 m frí) vunnu sær bronsu. Í boccia gjørdust Jógvan Telling, Marius Johansen og Dánial Jákup Djurhuus nummar fýra. Felags finalur Aftur í ár verður talan um stóran felags finaludag hjá badminton, borðtennis og judo. Fyri trimum árum síðani byrjaðu badminton og borðtennis at hava FM-finalurnar saman, og í fjør legðist judo afturat hesum ítróttagreinum. Stóri finaludagurin í ár verður tann 19. apríl, tá Badmintonhøllin í Havn er karmur um tiltakið. Nýtt! Elektroniskt kotulás Ver tryggur við einum elektroniskum lási frá okkum. einans 3.995,- Íroknað íseting av lásasmiðum okkara Heilt nýggj og øðrvísi lás! Høg góðska og tryggleiki uttan nýtslu av lyklum. 10 ymiskar kotur, vel tølini (1-10) sjálv/-ur. Passar til vanligar lásakassar. Kann setast í inn- og úthurðar. Tolir veður og vind. Kann latast upp bæði uttanífrá og innanífrá við kotu. Kann eisini fáast við alarmskipan. Vælegnað til barnafamiljur, almennar stovnar og fyritøkur. 2 ára garanti Skálatrøð 14 Tel 30 10 20 · vlb@vlb.fo Lásini fáast eisini til fingraavtrykk! Grand-Prix endaspæl Leygardagin var endaspæl í Grand Prix fyri ung í badminton. Bólkarnir U11, U13 og U15 kappaðust, og varð hetta gjørt í Badminton-høllini í Havn. Úrslitið í einstøku bólkunum varð hetta: U11 Gentur 1 Kristina Eriksen, HBF 2 Ása Egilstoft Nielsen, MBF 3 Sólfríð H.Joensen, VÍF Dreingir 1 Sámal Joensen, ÍF 2 Andreas Poulsen, ÍF 3 Sigmundur Jensen, ÍF U13 Gentur 1 Helena S. Lamhauge, HBF 2 Svanna Poulsen, VÍF 3 Heidi C.Hansen, VÍF Dreingir 1 Pól Magnus Petersen, ÍF 2 Rói Dalsá Olsen, ÍF 3 Páll Eysturoy, HBF U15 Gentur 1 Rannvá Carlsson, HBF 2 Birita Poulsen, VÍF 3 Súsanna Poulsen, VÍF Dreingir 1 Ári Ó. Ellingsgaard, ÍF 2 Andreas Poulsen, HBF 3 Ellindur Gaard Magnussen, HBF