Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 29 - 11. februar 2008 ] Kyndil hevði betri tendring enn stóra steypaliðið av Strond­ um. StÍF fekk ongan tíð køvt logan, og so máttu teir taka til takkar við sjáldsama greiðum steypatapi Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað kann væl vera, at StÍF enn er greitt á odda í FM- kappingini. Men leygar- dagin vísti Kyndil, at teir í løtuni hava sterkasta liðið í føroyskum manshondbólti. Eingin ivi um tað. Stóri munurin á liðunum leygardagin var, at Kyndil hevði so nógv betur tend- ringina. Strandingar plaga vanliga ikki at hava teir stóru trupulleikarnar, tá teir skulu seta seg upp til steypafinalur. Og í døg- unum upp til dystin ljóðaði eisini, at teir ætlaðu sær til Havnar at hølva Kyndil av. Men tað kom so ongan tíð upp á tal. Ódnarveður Kyndil tóktist nevnliga hava leitað sær íblástur í veður- tíðindunum seinastu vikur- nar, og fyrust longu løtuna rendi StÍF seg í eitt satt ódnarveður. Kyndilsmenn vóru í kroppinum á teimum, so skjótt ein hvítur bara nærk- aðist tríggja-metra strikuni, og innan fyri verjuna hevði Lars Black veruliga leitað sær ein av sínum bestu døgum fram. Tað sær kanska ikki altíð so spektakulert út, tá Lars stendur í málinum, men fáir málverjar hava eins góðan stíl. Og at hann er trupul at senda bóltin framvið, máttu strandingar skjótt ásanna, tá Lars alt fyri pilkaði stórskjúttarnar hjá StÍF niður. Nærdystirnir vóru nógvir og intensir, tá Kyndil aftur setti seg á føroysku steypatrúnuna. Talan er um níggjunda steypasigurin hjá Kyndilsmonnum, og eru teir framvegis mest vinnandi felagið í landinum Mynd: Álvur Haraldsen StÍF-Kyndil 23-28 (10-12): Kyndil í ljósum loga Ræðuligt at bíða Bara seks minuttir eftir steðgin fekk Lars Black hjá Kyndli reytt kort frá dómarunum. Men hóast hetta ikki hóvaði málverjanum, so tóktist hann merkisvert róligur, tá vit fingu orð á hann, beint sum hann kom av vøllinum. - Hetta var ikki tað, sum eg ætlaði. Tað er so heilt sikkurt. Men tá tú sum málverji kemur út eitt hálvt sekund ov seint, so er tað bara ein vegur? - Ja. Eitt hávlt sekund ov seint ella ov tíðliga. Tað kann altíð ganga galið. Eg veit ikki eingongd, um tað var rætt dømt. Tað má eg síggja á video, áðrenn eg sigi nakað sum helst. Men dómararnir hava dømt, og so er ikki meira at gera. Og nú er tín leiklutur av í dystinum. Hvussu verður at hyggja seinastu 24 minuttirnar. - Tað verður ræðuligt. Eg havi bestan hug at pakka saman og fara út í gongina. Men eg veit ikki. Eg má so royna at heppa á hinar, helt Lars Black, meðan lagið enn var í botni. Hálvan tíma seinni mundi tað mesta tó vera gloymt!