mánadagur 11. februar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 11. februar 2008
19
tíðindi
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Onkra ferð skal ein finala eisini tapast.
Tann
veruleikan
máttu
strandingar
ásanna leygardagin, og Bárður Danielsen
viðgekk, at kenslan var alt annað enn
góð.
- Tað er munur á, hvat er stuttligari.
Tað kann eg róliga staðfesta, helt hann.
Hvat var tað, sum gekk galið hjá
tykkum í dag?
- Vit koma øgiliga illa ígongd, har tað
er 8-2 einaferð. Og tað verður øgiliga
tungt at vinna tann munin innaftur. Sjálvt
um vit koma upp á eitt mál nakrar ferðir.
Men hvørja ferð vit koma somikið nær,
so brenna vit ella fáa eina býtta útvísing.
Og so fara teir aftur frá okkum. Tað
hendir fleiri ferðir í dystinum.
Og so verður tað kanska ov tungt í
longdini, tá so er?
- Ja. Og so sláa vit bara ikki til í dag.
Vit brenna for illa og gera for nógv býtt
mistøk.
Men tær báðar ferðirnar, tá tit hava
tapt steypafinalu áður, hava tit vunnið
FM-heitið. Tað er kanska tað, sum farast
skal eftir nú?
- Í løtuni hugsa vit sjálvandi bara um
hetta beint nú, og lagið er í botni. Men
sjálvandi. Vit liggja nummar eitt í
landskappingini, so FM-heitið er avgjørt
tað, sum vit fara eftir.
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hans Áki Dal Christiansen var ikki
ósamdur í, at Kyndil var tað betur
tendraða
liðið
á
finaludegnum
legyardagin.
- Ja, vit hava verið uppi at koyra, síðani
vit vaknaðu, so vit vóru uppsettir. Vit
avtalaðu, at vit skuldu hava eina ordiliga
verju, og tað haldi eg gekk, tá teir bara
fáa tvey mál fyrstu fimtan minuttirnar.
Nakrar ferðir minkað teir tó munin
niður í bara eitt mál. Kendu tit tað
nakrantáíð, sum um tit vóru við at missa
dystin?
- Ikki ordiliga. Vit dalaðu kanska nakað
í ferð, men vit kláraðu alla tíðina at koyra
meira á, tá tað var neyðugt.
So tit høvdu kanska alla tíðina tað
yvirskotið, sum var neyðugt?
- Ja. Men eg haldi eisini, at tá teir hava
meldað út, at teir skuldu til Havnar at
banka okkum av, so hava teir verið for
høgir í hattinum. Men teir høvdu kanska
ikki væntað at fáa mótstøðu.
Og tað hevur kanska verið við til at
sett tykkum eyka nógv upp?
- Tja. Nú kunnu teir so í øllum førum
fara
at
sleikja
sárini
heima
á
Skálafjørðinum. Tað var í øllum førum
væl uppiborið, at vit vunnu.
Tað hevur verið sagt um hetta Kyndils-
liðið, at tit ongan tíð hava tapt eina finalu.
Er tað kanska so, at tit altíð vinna teir
avgerandi dystirnar?
- Tað fái eg ikki svarað fyri. Eg havi
faktiskt tapt eina finalun. Men tað var
afturi í ’98 móti H71, so tað telur kanska
ikki við, segði ein stórflennandi Hans
Áki at enda.
Teir bóðu um tað
Við lyftum um bank til Kyndil í finaluni vóru
strandingar við til at koyra eyka á ketilin hjá Kyndli,
helt Hans Áki Dal Christiansen
Sláa ikki til
Bárður Danielsen helt, at StÍF ikki rakti dagin.
Misnýttir møguleikar og býtt mistøk vórðu revsað,
og so gjørdist brekkan ov tung
Og í álopinum var einki
roks. Glopppaði stranda-
verjan tað allarminsta, vóru
teir grønu klárir. Og langt
ífrá bara við Høgna, sum
næstan tykist hava fingið
guddomiligan
status
í
Kyndli. Heldur var talan
um somikið breiða hóttan,
at hvørki verjan ella Marian
Cirloganescu megnaðu at
gera nakað sum helst, og
eftir bara einum korteri
tóktist alt mest sum avgjørt.
Støðan var tá 8-2 til Kyndil,
og so tók StÍF sær eitt time-
out, soleiðis at teir kundu
gruna um, hvat í ólukkan
hetta var, sum rakti teir.
Sjónlig styrki
Steðgurin
hjálpti
eisini
strandingunum. So hvørt
sum teir togaðu seg alt
nærri teimum grønu, leitaðu
tankarnir eitt ár aftur, tá
StÍF vann seg yvir líknandi
skelk móti VÍF. Serstakliga
tóktist Sveinur Justinussen
at vísa vegin við nøkrum
kanónkúlum inn um Lars
Black, og stóri spurningurin
var kanska, um Kyndil
megnaði at standa móti
trýstinum, sum nú kom.
Eitt trýst, sum eisini
gjørdist størri bara seks
minuttireftirsteðgin. Í eini
roynd
at
steðga
StÍF-
mótáloi kom Lars Black ov
seint út úr málinum. Og tá
málverji
loftast
spælara
ístaðin fyri bóltinum, so er
bert ein vegur. Og dómar-
arnir ivaðust heldur ikki, tá
Lars fekk ostaskorpuna.
Men samstundis undir-
strikaði hetta eisini týdn-
ingin, sum tað hevur hjá
einum liði, tá tú eisini hevur
ein
klassamálverja
á
beinkinum.
Magnus
Matras
telist
nevnliga eisini millum teir
heilt frægu av slagnum. Ein
løtu slapp StÍF at nærkast
enn meira, og teir minkaðu
eisini munin niður í eitt
mál, men nærri komu teir
ikki.
Magnus sveiggjaði spæl-
ið upp, og tá tað samstundis
stóð
greitt,
at
Marian
Cirloganescu ikki hevði
dagin, har vanligu undrini
verða
drigin
fram
á
málstrikuni, valdu eisini
teir at skifta málverja.
Og lat tað verða sagt, at
Rasmus Magnussen als ikki
hevði
nakran
vánaligan
dag. Hann hevði fleiri góðar
bjargingar, sum hildu StÍF
inni í dystinum. Men hóast
StÍF enn eina ferð fekk
minkað munin niður í eitt
mál, so var hetta ikki nóg
mikið. Kyndil tók aftur
yvir, og hóast strandingar
vónaðu, at Marian kundi
toga gandakynstrið fram
seinastu løtuna, so hjálpti
hetta lítið. Kyndilin fekst
ikki at sløkna.
Dýrar útvísingar
Og so hjálpti tað heldur
ikki, at StÍF tvær ferðir á
rað fekk heldur býttisliga
útvísing. Fyrru ferðina, tá
Alexandur bert fekk nøkur
fá sekund á vøllinum,
áðrenn hann yvirtendraður
helt á fram at spæla, eftir at
dómararnir høvdu bríkslað.
Seinnu ferðina, tá Borgar
ikki tóktist hoyra floytuna
og har við fekk sína triðju
útvísing og reytt kort.
Ikki minst hetta seinna
var dyggur smeitur hjá StÍF.
Sum
kanska
einasti
strikuspælarin í landinm, so
hevur
Borgar
nevnliga
styrkina til støðugt at taka
nærdystir við Janus Einar
Sørensen. Og tí lætti tað
munandi um álopspartin
hjá
Kyndli,
tá
Borgar
noyddist út.
Í eini seinastu roynd vald
StÍF at mansverja bæði
Høgna Klein og Finnur
Hansson. Men tá hevði
Kyndil enn ein trumf eftir.
Hanus Johansen hevði fyri
tað nógva hvílt seg á
beinkinum, men júst støður
sum fýra móti fýra er satt
guff hjá honum, og við
trimum málum á rað sópaði
hann allan iva um úrslitið
fullkomuliga burtur. Kyndil
er steypavinnari 2008, og
tað varð gjørt við slíkum
stíli, at onkur av áskoð-
arunum í løtununum eftir
finaluna fóru at tosa um, at
strandingar nú mugu syrgja
fyri at tapa næsta dystin
móti Neistanum. Hetta so
teir ikki koma sær í vanda
fyri at hitta Kyndil í FM-
finaluni eisini!
Eingin greipa í 11 ár
Enn hevur Kyndilmøguleika at koma í FM-finaluna, men alt
bendir á, at tað heldur ikki í ár verður nakar greipuvinnari í
føroyskum manshondbólti. Soleiðis hevur støðan eisini verið
seinastu mongu árini, og leitast skal aftur til 1997, tá eitt
sannførandi VÍF-lið vann bæði lands- og steypakapping. Síðani
hevur StÍF fyri tað nógva sitið tungt á steypakappingini. Tvær
ferðir – í 1999 og í 2003 tapti StÍF finaludystin, men í báðum
førum endaðu teir árið við at vinna FM-heitið.
Guttorm vann cross
Líkindini vóru ikki av teimum bestu, tá FM-kappingin í cross-renning
varð runnin á Stovugólvinum á Svangaskarði. Teinurin, sum rennast
skuldi, var 800 metrar við brekkum bæði upp og niður, og runnu
menninir teinin átta ferðir. Vinnari av kappingini gjørdist Guttorm
Sørensen, sum basti Borgar Biskopstø og Jósvein H. Olsen. Hjá
mansungingum vann Jan Elmar Sørensen vinnari, meðan Rebekka
Fuglø vann kappingina hjá kvinnuunglingum. Gentur og dreingir runnu
tvey umfør, og her vunnu Monika Biskipstø og Dánjal Godtfred.
StÍF-Kyndil 23-28 (10-12)
10 min: 2-5
20 min: 6-8
40 min: 14-15
50 min: 19-20
Málskjúttar
StÍF: David Edvardsen 7, Sveinur Justinussen 5, Bent
Djurhuus 3, Leivur Justinussen 2(2), André F. Danielsen 2,
Danni Syhler 2, Alexandur Johansen 1, Bárður Danielsen 1
Kyndil: Finnur Hansson 7, Hanus Johansen 4, Josef
Abrahamsen 4, Høgni Klein 4, Hans Áki Dal Christiansen
4(1), Janus Einar Sørensen 3, Ken Zachariassen 1, Hjalti M.
Jacobsen 1
Brotskøst: StÍF 3, Kyndil 2
Útvísingar: StÍF 5, Kyndil 2
Diskvalifikatión: StÍF 1 (3X2 minuttir), Kyndil 1 (bein-
leiðis reytt)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA