Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 29 - 11. februar 2008 ] Steypavinnarar hjá monnum 2008 – Kyndil: Standandi frá vinstru eru Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari, Dia Midjord, venjari, Lars Black, Hans Áki Dal Christiansen, Finnur Hansson, Hjalti M. Jacobsen, Josef Abrahamsen, Høgni Klein og Janus Einar Sørensen. Húkandi eru Ken Zachariassen, Magnus Matras, Hans Arni Thomsen, Hanus Johansen, Rani Ellingsgaard og Johan Borðoy Við trimum málum á rað, tá StÍF fór út at mansverja Finn Hansson og Høgna Klein, gjørdist Hanus Johan­ sen ein av størstu hetjunum á stóra steypadegnum hjá Kyndli. Og sjálvur segði hann seg ikki ivast, tá møguleikin beyðst. ­ Tað ráddi bara um at vera klárur og taka av, tá møgu­ leikin var har. Eingin umber­ ing kundi brúkast í so máta. Málini hjá tær punkteraðu meira ella minni dystin. Vis­ tu tit, at sigurin var heima tá? ­ Ja, tað haldi eg. Tú hoyrir áskoðararnar og tú sært mál­ talvuna, sum sigur, at bara tveir minuttir eru eftir. Tá vistu vit, at steypið var heima, tí StÍF hevði ongan møguleika at skora somiki nógv upp á somikið stutta tíð, segði ein ovurfegin Han­ us Johansen. -mørk Visti eg skoraði Steypið er heima og so skulu propparnir skrúvast av. Ikki minst mundi tað kennast sum ein lætti hjá Lars Black, sum seinastu 24 minuttirnar mátti hyggja at dystinum Tá foreldrini hava vunnið, er alt gott. Sunnvá (dóttir Hans Midjord Mikkelsen, fysiskur venjari). Karin (dóttir Dia Midjord, venjara) og Súna (dóttir Súsonnu Hansen, nevndarlimur) fegnast eisini um steypið í myndum Myndir: Álvur Haraldsen