mánadagur 11. februar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 29 - 11. februar 2008 ]
Bóltar við chippi
Í HM-kappingini fyri lið síðsta heyst royndi altjóða
fótbóltssambandið ein nýggjan bólt, sum hevði eitt chip í sær.
Chippið var tilbundið ein leidning undir sjálvari málstrikuni, og við
einum armbandi um armin fingu dómararnir boð, tá ið bólturin var í
málinum. Hetta hjálpir munandi, tá ið ivamál er, um bólturin hevur
verið innanfyri málstrikuna ella ei. Nýggja skipanin eydnaðist
somikið væl, at tað nú verður tosað í álvara um at fáa hetta sett í verk. -
Tað var hugtakandi, og tað riggaði hvørja ferð, sigur danski dómarin
Claus Bo Larsen, sum var við til at nýta hesa skipanina undir HM fyri lið,
við Jyllands-Posten. Hann leggur somuleiðis afturat, at hann ikki kann ímynda sær eina betri
skipan, ið kann vera ein so stór hjálp til at avgera spælið. 51 altjóða góðkendir dómarar hava
boðað UEFA frá, at teir ynskja, at hugt verður nærri at skipanini.
KÍ roynir brasilskan verjuspælara
KÍ fekk herfyri brasilska álopsspælaran Rodrigo í hópin hjá sær, og nú er
ein landsmaður hjá Rodrigo komin til Klaksvíkar at royndarvenja. Talan er
um 23 ára gamla Alex Alves, sum er verjukendur spælari. Hann skal spæla
bæði í verjuni og á miðvøllinum. KÍ fær møguleikan at royna Alex í
venjingardysti ímóti NSÍ í Klaksvík leygarmorgunin kl. 10.30. Tá skulu
Rodrigo og Bjarni Jørgensen eisini royna seg fyri fyrstu ferð í dysti fyri KÍ.
Kyndilskvinnurnar
royndu sítt besta. Men
finalunervar órógv
aðu álopsspælið, og
tó at verjan riggaði
væl, so var hetta ikki
nóg mikið at steðga
sterkastu bakketuni í
landinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sjáldan hevur favoritt-leik-
luturin verið størri enn tað
sama, tá Stjørnan og Kyndil
løgdu fyri á steypadegnum
leygardagin. Stjørnan hevur
verið mest sum einaráðandi
í føroyskum kvinnuhond-
bólti í ár, og tí ivaðust tey
flestu í, um Kyndil yvir høv-
ur hevði nakran møguleika.
Úrslitið av dystinum tosar
sítt greiða mál. Stjørnan var
nevnliga nakað væl sterkari,
tá alt kom til alt.
Bakkarnir á muni
Men fyrstu løtuna av dysti-
num prógvaði Kyndil tó, at
tað ber til at ansa Stjørnun-
um. Og høvdu tær grønu so
eisini verið kaldar í høvdin-
um, kundu tær væl fylgt
nógv betur við, enn tær gjør-
du.
Verjuparturin hjá Kyndli
riggaði nevnliga heilt væl.
Tær ansaðu støðugt eftir, at
tær ikki fóru ov langt út, og
tá Stjørnan samstundis mát-
ti vera Unu Olsen fyriuttan
á strikuni, høvdu tær sera
ilt við at fáa sítt spæla at
koyra.
Eitt riggaði tó hjá Stjørn-
uni, tó at hetta ikki hevði so
nógv við sjálvt spælið at
gera. Liðið hevur uttan iva
sterkastu bakketuna í landi-
num, og serstakliga prógv-
aðu Durita Cristoffersen og
Simona Petersen, hvussu
týdningarmikil skotstyrkin
er. Tá Kyndil hevði eina
somikið tætta verju, at tað
illa bar til at spæla hana tun-
na, so var einasti vegurin
upp um verjuna, og tað meg-
naðu bakkarnir.
Ferð eftir ferð hevjaðu
tær seg upp um restina, áðr-
enn kanónin varð latin av,
og so beyð ikki bøtu hjá
Guðrun í Lágabø, sum eisi-
ni man hava staðið onkran
betri dystin, enn hon gjørdi
tað leygardagin.
Álopsparturin hjá Kyndli
er kanska tað elementið,
sum hevur verið fyri størstu
framgongdini av øllum í
kvinnukappingini í ár. Men
leygardagin sást lítið til tað
tol og umhugsni, sum hevur
eyðkent liðið stóran part av
teimum seinastu dystunum.
Nervarnir tóktust av álva-
ra at spæla liðnum eitt puss.
Og fleiri ferðir varð skot lat-
ið av upp á 50% møguleika
eftir bara 10-15 sekundum í
álopi. Tað gjørdi sítt til, at
Stjørnan sjáldan kom undir
nakað veruligt trýst, og við
skottryggu bakkunum kun-
du favorittarnir tí spakuli
finna seg sjálvar.
Góvu einki
Og so gjørdist munurin
bara størri, sum dysturin
leið. Hóast heili 14 av teim-
um 15 málunum fyri steðgin
kom frá øðrum støðum enn
bakketuni, so gjørdist spæl-
ið hjá teimum reyðu alt mei-
ra sannførandi.
Í steðginum var munurin
kanska longu av slíkum
slag, at Kyndil ongan veru-
ligan møguleika hevði at
taka tær reyðu. Og tá havnar-
liðið nú royndi at steðga
bakkunum, gjørdist plássið
hjá hinum á liðnum alt bet-
ri.
Og mest av øllum, so gav
Stjørnan ongan tíð Kyndli
somikið sum litla fingurin.
Størsti vandin var kanska
júst at fara niður í tempo,
men tað mistakið varð ong-
an tíð framt, og so gjørdist
talan at enda um ein sann-
førandi finalusigur.
Langu vegur eftir
Tað var kanska eisini tað,
sum alla tíðina varð roknað
við. Og í so máta kundi var
Stjørnan í eini støðu, har
tær høvdu alt at tapa og ein-
ki at vinna. Men júst slíkar
støður krevja eisini sín
mann (m/k), og hesum vóru
tær úr Klaksvík eisini kvinn-
ur fyri.
Hjá Kyndli var sjálv
finaluupplivingin helst hæd-
darpunktið á árinum. Og
tað staðfesti í øllum førum,
at liðið eftir ein drúgvan
aldudal nú aftur er á rættari
kós. Og møguliga kann
hendan rættast enn meira
inn, tá sum eftir er av ári-
num. Tí hóast grannarnir úr
Neistanum enn hava munin,
so er vónin um Sunset-heið-
ursmerki ikki heilt burtur
úr vón og viti.
Higar til hevur fram-
gongdin hjá liðnum í øllum
førum verið stór. Men enn
er Stjørnan væl og virðiliga
besta liðið í landinum. Og
tað eru enn nógv fet, ið sku-
lu takast, um røkkast skal
har til, sum Stjørnurnar
glitra.
Durita Christoffersen,
sum var álitið hjá
Stjørnuni fyrstu løt
una, kendi seg ikki
vísa í sigrinum fyrr
enn seinastu fimm
minuttirnar
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað vóru bakspælararnir
hjá Stjørnuni, sum vóru
avgerandi fyri dytargongd-
ina í kvinnufinaluni.
Ikki minst var Durita
Christoffersen ein týðandi
liður hjá Stjørnuni fyrstu
løtuna. Bæði við sterkum
verjuspæli og við knallhørð-
um skotum, sum syrgdu
fyri trimum av fyrstu fýra
málunum hjá endurkosnu
steypavinnarunum.
Men hóast hetta kendi
hon ikki, at tað var nakað
serligt trýst á teimum trim-
um bakspælarunum hjá lið-
num.
- Nei. Tað haldi eg ikki.
Kanska koyrdi spælið ikki
so væl at byrja við. Men
skotini hjá okkum riggaðu
frá byrjan, og so hugsar tú
ikki so nógv um tað.
Tit tóktust hava trupul-
leikar við at fáa spælið at
koyra. Men tá tit so kortini
koma hasi fýr-fimm málini
framum. Vita tit tá, at sig-
urin er heima?
- Nei, slettis ikki. Vit
hugsaðu bara um, at tær
ikki máttu fáa loyvi at koma
inn í dystin. Tað er akkurát
tað, sum er tað vandamklasta
í slíkari støðu. Og tað var
fyrst og fremst tað, sum vit
hugsaðu um. Hevur tú fyrst
sett ferðina niður, so er tað
ofta ótrúliga tungt at koma
uppaftur. Sjálvandi var kens-
lan alla tíðina góð, tá vit
vóru á odda. Men tað var
ikki fyrr enn seinastu kans-
ka fimm minuttirnar, at vit
kendu okkum tryggar, segði
ein ovurfegin Durita eftir
finalusigurin.
Stjørnan-Kyndil 29-22 (15-9):
Bakketan vann st
Máttu ikki
sleppa
Durita Christoffersen var kanska mest týðandi spælarin av
øllum fyrsta korterið ella so av steypafinaluni
Mynd: Álvur Haraldsen